Fáar vespur í Danmark í summar

Danir eru ikki serliga væl nøgdir við tað, sum er farið av summarinum, tí veðrið hevur ikki verið tað besta, men tó eru tey flestu á einum máli um, at tað er í hvussu er eitt gott við hesum summarinum. Tað er, at tað eru næstan ongar vespur í luftini.

Síðsti vetur var rættiliga kaldur í Danmark, og várið var eisini eitt av teimum køldu, og nógv tær flestu vespudrotningarnar doyðu av kulda. Eisini tað slagið av vespum, sum stingur, og tað kunnu serliga tey við ovurviðkvæmi vera fegin um.

Hinvegin fara tey, sum hava urtagarð, ivaleyst at sakna vespurnar, tí tær eru óførar at rudda urtagarðarnar fyri summarfuglalarvur og blaðlýs, skrivar danska kringvarpið.