Eftir orðaskiftinum millum samgonguflokkarnar í útvarpinum fyrradagin at døma, verður helst ikki samgonguni lív lagað. Fyri Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin hevur tað eftir øllum at døma alt at siga, at uppskotið ? sum Høgni Hoydal sigur er samgonguuppskotið minus fólkaatkvøðuna ? verður borið niðan í tingið.
Fyri Fólkaflokkin er tað eftir øllum at døma ein ófrávíkilig treyt, at einki uppskot verður borið niðan í tingið, sum samgonguflokkarnir ikki eru samdir um. Sjálvstýrisflokkurin er so onkustaðni her ímillum.
Ein møguleiki er sjálvsagt, at løgmaður skrivar út nýval. Men bæði løgmaður hevur sagt, at eitt nýval loysir ikki trupulleikan, og andstøðuleiðarin, Jóannes Eidesgaard hevur boðað frá, at eitt nýval bara fer at gera støðuna enn fløktari. Tí er hugsandi, at onnur samgonga verður skipað. Men røddir í Tjóðveldisflokkin hava eisini verið frammi um, at teir ikki undir nøkrum umstøðum vilja lata Javnaðarflokkin ella Sambandsflokkin sleppa fram at í Tinganesi, tí tá fellur øll vón um fullveldi til jarðar. Tí kundi hugsast, at Tjóðveldisflokkurin fer at verða sitandi í landsstýrinum.
Hetta man kortini metast sum ein hypotetiskur møguleiki, tí neyvan fer formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, at tíma tað. Hann hevur satsað alla sína politisku karrieru upp á fullveldismálið, og verður hann nú rendur fastuyr í fullveldismálinum, verður hann neyvan gamal í Tinganesi.
Nú fullveldiskósin er slept, standa allir møguleikar opðnir fyri at skipa eina samgongu, sum kann fáa í lag eina nýggja skipan, sum inniber føroyskt sjálvstýri. Gott hevði verið, um hetta málið varð loyst í hesum valskiði ? so málið varð lagt aftur um, og vit aftur kundu arbeitt við veruliga politikkinum...