Dánial Hoydal
Hóast G! fyrst og fremst er tónleikur, er tað eisini so sera nógv annað. Serliga í ár, tí fleiri nýggir, spennandi sølubásar, framsýningar, framførslur, pallar, matsølur og so framvegis løgdust afturat stóru upplivingini, sum G! altíð er.
Men G! er eisini at sóla sær í bønum, at fáa sand millum tærnar og turran fisk millum tenninar. Hugnalig húsagongd, heitir hotdogs og hásir hálsar. Stuttligar søgur, sveittandi svingom og svalandi svimjing. Temunn á trappusteininum, tjak í túnunum og trilvan í tjaldinum.
Stuttliga knappabúðin hjá Biritu á Mýrini og Gunvør Hofgaard var eitt serliga frískligt innslag. Allastaðni á G! sást tú fólk við stuttligum knappum í oyrunum, sum fingu bros og viðmerkingar við á vegnum, har tey komu. Eisini klædnabúðin hevði eitt natúrligt pláss á einum festivali sum G!, har villar t-shirts og klikkaðir jakkar eru ein partur av outfittinum hjá mongum.
Grundin var eisini eitt hitt og eitt absolutt mást til næstu ferð – stak gott hugskot, G! Stuttligt, at slíkt eisini ber til í Føroyum.
Somuleiðis deiligt, at matúrvalið var so gott hesaferð, tí hóast gøtufólk eru stak blíð at bjóða inn til ein góðan bita, er G! í tríggjar dagar, og so leingi kunnu tey fæstu liva av pylsum og pitsu. G! er sunt fyri sálina men kann vera hart fyri kroppin, og tá má góður matur til at bera kropsliga templinum, sum er fyri ágangi av hørðum tónum og vantandi svøvni. Og pylsur eru vánaligar tempulsúlur. Jóannes Nielsen skrivaði einaferð, at gummistivlarnir eru einastu tempulsúlur, ið føroyingar eiga. Eg havi hug at leggja festivalarnar afturat, tí teir stuðla veruliga upp undir nógvum góðum tiltøkum í Føroyum hesi árini. Gummistivlunum fingu vit so ikki brúk fyri hesaferð...
Jú, fysisku karmarnir á G! vóru í toppi (og tað vóru ikki so fáar av kvinnunum við...). Men ein onnur – og størri – fortreyt fyri at fáa eitt gott G! er tín egna innstilling. Hugin at hava tað stuttligt og fáa tað besta burturúr G!, hann høvdu nógv við mær. Um ikki øll, tí eg sá satt at siga ikki eitt einasta ónøgt andlit á øllum festivalinum.
Tjaldingarøkini vóru ein verð fyri seg. Har var ein subkulturur, sum helst er uttan samanbering í føroyskari søgu. Ótrúliga stuttligt, men tað er ikki so heppið, at fólk sótu har so nógv heldur enn at fara á konsert. Til summar framførslur var ógvuliga tunnligt á sandinum. Men tað er helst ilt at gera nakað við hjá fyrireikarunum, tí at royna onkursvegna at forpurra møguleikunum hjá fólki at hava tað stuttligt á tjaldleguni er avgjørt ikki ráðiligt. Sum sagt er G! so øgiliga nógv annað enn tónleikur, so um fólk vilja sita uttanfyri eitt tjald heldur enn at hoyra tónleik, so tey um tað.
Men puha, eitt órudd á tjaldingarplássinum aftaná. Likkurnar válkaðu sær í svansi, sum fólk bara høvdu tveitt frá sær. Tær høvdu sítt egna afterparty á G! Minti mest um eitt ruskpláss í onkrum fátækrabýlingi í 3. heiminum. Neyðars gøtufólk, sum skulu sópa alt upp. Skamm fái tjaldararnir, sum hóast harða høvuðpínu og linlig lør áttu at verið so mikið at sær komin, at tey tóku upp eftir sær.
Sjálvt um hetta var seinasta myndina av G!, tá vit koyrdu heim, er tað tó ikki hon, ið hevur rist seg í minnið. Tað er hinvegin harmoniska heildarmyndin av einum stak væl eydnaðum fest(l)i(g)vali.
AvG!jørt G!ott G! G!leði meG! lonG!u til 2008...