Foreldrini eru vegurin til eitt lættari lív

10 børn við vekttrupulleikum hava seinasta mánaðin verið á summarskeiði á Skarvanesi saman við foreldrum og serfrøðingum. Har hava tey lært, hvussu tey kunnu fáa eitt lættari og sunnari lív, og tey eru lætnaði tilsamans 40 kilo.

Skarvanes: Tokan liggur tjúkk undir smala bygdavegnum. Tíbetur fjalir hon djúpið, ið hómast hinumegin slitnu autoverjurnar, sum eru einasta markið millum silvurlitta leigubilin og avgrundina. Og í fimm nervøsir kilometrar er morgunlesturin á millumbylgju einasta sambandið við umheimin. Men við eitt trínur bygdin fram úr tokuni, og yvir kulørtu húsunum og grønasta juligrasinum er himmalin høgur, og eg gestur.
Fríggjadagur er, og bert tveir dagar eru eftir av summarskeiðinum fyri børn, sum viga ov nógv. Í fýra vikur hava tey nærum livað eina Robinsontilveru, avbyrgd frá umheiminum í fjarskotnu bygdini Skarvanesi vestantil á Sandoynni. 10 børn úr øllum landinum, við hvør sínum foreldri og trimum starvsfólkum.
 
Tað er troyttandi altíð at vera aftast, og ikki at renna so skjótt og ikki at passa klæðini. Hans Hjørleivur, 11 ár
 
- Tá eg var valdur í nevndina fyri Jólamerkjagrunnin, skeyt eg upp, at vit gjørdu eitt tilboð fyri børn við vekttrupulleikum, sigur Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkrahúsinum, tá hann hevur boðið mær upp um rúgvuna av súkklum í túninum og inn í køkin í øðrum av teimum báðum gulu húsunum, sum hava hýst skeiðinum seinasta mánaðin.
- Tað var av tilvild, at tað bleiv Skarvanes, tí Ingi Mohr, sum eigur húsini, beyð okkum tey ókeypis. Og tá vit ikki hava nakra stóra fíggjarætlan, valdu vit sjálvsagt at taka av, sigur Fróði. Og hann greiðir frá, at trý starvsfólk hava verið í bygdini alla tíðina, meðan hann sjálvur hevur verið til arbeiðis í Havn. So lutur hansara hevur verið at kanna børnini undan uppihaldinum og at siga gott fyri heilsu teirra annars.
Tær tríggjar, sum annars hava staðið fyri skeiðinum eru Anna Louisa Joensen, sjúkrasystir, Helle Drews, barnafysioterapeutur og Ulla Sidsel Brande, kostráðgevi.
- Vit settu eina lýsing í bløðini, har vit buðu summarskeiðið til børn og foreldur, sum eru motiverað til at gera nakað við vekttrupulleikan, tí tað er avgerandi, at tey sjálvi ásanna, at tey viga ov nógv, sigur Fróði Joensen. Inn komu 43 umsóknir, sum luku treytirnar, men pláss var bara fyri 10 børnum.
 
Eg gráti ikki, men kann blíva óður við meg sjálvan, tí eg dugi ikki so væl at steðga við at eta, og so eti eg alt ov skjótt. Hans Hjørleivur, 11 ár
 
Ikki kurur, men lívsstílur
Endamálið við tiltakinum er, at børnini sleppa at vera á Skarvanesi í fýra vikur saman við einum av foreldrum sínum, og at tey síðani læra at eta sunnari og lættari, umframt at røra seg meira.
- Vit bjóða ein gerandisdag, har kostur og rørsla eru í hásæti, alla tíðina við foreldrunum sum næsti stuðul barnsins, sigur Fróði Joensen, sum samstundis sigur seg vóna, at børnini tapa umleið eitt kilo um vikuna, meðan skeiðið er.
- Men málið er ikki, at børnini bara skulu tapa seg her, tí talan er ikki um ein kur, men um eina broyting av lívs- og kostvanum, sum eigur at halda fram, tá tey koma heim. So hóast tey hava tapt seg í her, er enn ov tíðliga at siga nakað um, hvussu skeiðið hevur eydnast, tí tað fer tíðin at vísa, sigur Fróði Joensen.
 
Eg verið ikki argaður her í Føroyum, men tað varð eg, tá vit búðu í Danmark. Eg hati at berjast og eri vanliga ein friðarligur drongur. Men tá onkur argaði meg, so bleiv eg óður, og tey fingu tað aftur. Hans Hjørleivur, 11 ár
 
Fjølbroyttir aktivitetir
Á skeiðinum fáa børnini ymisk tilboð og avbjóðingar, so sum at ríða, svimja, ganga túrar, renna, súkkla og at rógva. Dagurin er lagdur soleiðis til rættis, at aftaná morgunmatin eru aktivitetir, og um middagsleitið fáa tey breyð við soltnum viðskera, har hvørt barnið fær skamtaðar nøgdir at eta. Seinnapartin eru aftur tilboð og felags aktivitetir, og um nátturðatíð verður borðreitt við heitum mati, sum foreldrini skiftast um at gera, undir kønari vegleiðing frá kostráðgeva. Á kvøldið eru upplegg og prát fyri foreldrunum, meðan børnini spæla frítt.
- Tað hevur alstóran týdning, at ongin er svangur. Tí hava børnini alla tíðina atgongd til frukt og grønt, sum tey kunnu fáa sær. 
 
Nú havi eg lært at rógva, og tað dámar mær ordiliga væl. Eg havi ikki fingið árabløðrur, men tað hevur babba. Hans Hjørleivur, 11 ár
 
Foreldrini eru lykilin
Munurin á tilboðnum í Skarvanesi og øðrum líknandi tilboðum, sum vit kenna eitt nú frá teimum donsku jólamerkjaheimunum, er, at her eru foreldrini vegurin til eitt lættari og sunnari lív, meðan donsku børnini eru einsamøll á jólamerkjaheimi í tríggjar mánaðir.
- Tað eru foreldrini, sum geva børnum at eta, tey seta mørkini og hava ábyrgdina fyri børnunum. Tað nyttar einki at fortelja børnum um øðrvísi kostvanar og nýggjan lívsstíl, um tey koma heim aftur til gomlu vanarnar. Harumframt kunnu foreldrini stuðla børnunum, um tey eitt nú halda tað vera ov strævið at íðka ítrótt, sigur Fróði Joensen. Og hann vísir á, at uppgávan hjá foreldrunum sostatt er at læra um kost, at gera mat, umframt at taka lut í kropsligu avbjóðingunum hjá barninum og harvið at stuðla barninum.
- Hetta er eisini orsøkin til, at vit hava valt at leggja tiltakið í summarfrítíðini, so børn og foreldur hava møguleika at luttaka saman. Og børnini verða heldur ikki tikin úr vanliga gerandisdegnum og forsøma ikki skúlan.
Sambært Fróða Joensen, er tað sera týðandi, at familjan heldur nýggju vanarnar heima og foreldrini mugu geva sær far um tað at liva eitt sunnari lív saman við barninum, og tey mugu vera til reiðar at brúka tíð til tað  bæði til at matgera og at røra seg saman við barninum.
 
Gongutúrurin til Húsavíkar og Dals var góður. Eg og babba fóru síðst avstað, men vit vóru millum tey fremstu, tá vit komu fram, tí vit runnu og gingu so skjótt  eg og babba.
Hans Hjørleivur, 11 ár
 
 
Ósolidariskir matarvanar
Ein annar fyrimunur við at foreldrini taka lut er, at tey fáa eina kostætlan heim við, sum tey kunnu brúka til alla familjuni. Kortini kann tað koma fyri, at hini í húskinum tvíhalda um til dømis at fáa smelt aftur við døgurðanum.
- Tað er ósolidariskt at sita og smovsa, meðan barnið skal broyta kostvanar. Tí skal øll familjan stuðla upp undir broytingina, og um tey endiliga skulu vera ósunn skal tað vera, tá barnið ikki er til staðar, sigur Fróði Joensen.
 
Eg vóni at kunna renna longur, og eg fái eina teldu, um eg komi niður um eina ávísa vekt.
Hans Hjørleivur, 11 ár
 
Bróta óndu ringrásina
Tá øll, sum taka lut á skeiðinum, fáa hvør sína kostætlan, hevur tað stóran týdning, at støðið verður tikið í matinum, sum familjan etur frammanundan, og tí kostinum sum barninum dámar.
- Vit ganga inn fyri sunnum grundkosti, men vit broyta tilgerðarháttin eitt sindur og læra tey at eta meira av tí lætta, so sum eplum og grønmeti, og so, at tey skulu røra seg í minsta lagi í ein tíma um dagin - hvønn dag, sigur Fróði Joensen. Og hann vísir á, at børn eiga ikki at fáa góðgæti oftari enn eina ferð um vikuna og tá bert fyri eini 10-20 krónur.
- Børn hava ikki brúk fyri tómum kalorium, men skulu hava vanligan mat, fittar smáar portiónir og annars meira frukt og grønt, sigur hann og minnist aftur á byrjanina av skeiðinum, tá børnini vóru meira still og smæðin,
- Nú renna tey úti allan dagin og røra seg, og bæði vit og foreldrini síggja, at tey sum heild eru nógv glaðari. Hetta hendir sjálvsagt, tí tey fáa nakrar góðar upplivingar, og ikki minst tí, at tey orka betur at røra seg, sigur Fróði.
Um sonevndu óndu ringrásina sigur hann, at hetta er ein støða, sum fólk koma inn í, tá tey eru tung. Tá orka tey minni, og so sita tey meira still og taka tí alt meira uppá.
- Nú orka børnini longu nógv betur, tey hava uppbygt vøddarnar, og alt hetta hendir innan heilt stutta tíð, tí tey hava fingið meira orku.
 
Mær dámar best at svimja. Fyrr dámdi mær tað ikki so væl, tí eg dugdi ikki so væl. Nú ætli eg mær at svimja nógv meira.
Hans Hjørleivur, 11 ár
 
Vónandi alment tilboð
Av tí, at tað helst verður ómetaliga krevjandi at halda stand, tá skeiðið er av, er ætlanin, at børnini framhaldandi skulu vigast eina ferð um mánaðin hjá lækna ella heilsusystir, og at øll skulu hittast aftur eina ferð í heyst. Til jóla verður endaliga eftirmetingin, og tá fer tað veruliga at vísa seg um summarskeið av hesum slag eru verd at satsa uppá framyvir.
- Tað mest krevjandi er at halda stand heima. Tí hava øll fingið ein telefonlista, so tey kunnu ringja til hvønn annan, og summi fara heilt sikkurt eisini at hittast aftur, sigur Fróði. Og hann vónar, at eftirmetingarnar av skeiðinum verða somikið góðar, at leisturin, sum nú er lagdur, kann leggja støðið undir einum meira varandi tilboði frá tí almenna til børn við vekttrupulleikum og familjur teirra.
                      Men nú mugu vit fara víðari. Í gulu húsunum omanfyri vegnum eru fólk um at vera liðug at eta, og eg verið boðin niðan at fáa ein bita við. Í stovuni er dekkað upp við grovum breyði, Cheasy í longum banum og øðrum soltnum viðskera, so sum pylsum, skinku og rognasalat. Alt leskiliga borðreitt og pyntað við litføgrum grønmeti. Fólk ressast, lagið er gott og onkur mamma rokast við at pakka svimjiklæði. Fólk fara avstað, tí á skránni er rennitúrur, áðrenn leiðin gongur heim í Meginskúlan, har øll svimja tvær ferðir um vikuna.
Sjori meg millum allar súkklurnar, sum ligga slongdar á eyruttu bygdagøtuni. Flyti onkra teirra, so silvurlitti bilurin sleppur út, meðan eg hugsi, at eg átti at runnið við hinum. Men eg velji heldur at rulla avstað í leigaða bilinum, heim á Sand, har góð fólk bjóða kaffi og pannukøkur.
 
--
 
Tey kallaðu meg elefantin
 
Katrin Thomassen úr Miðvági er 15 ára gomul og millum eldru luttakararnir á summarskeiðinum. Hon og mamman hava verið á Skarvanesi í fýra vikur, og tær siga seg hava fingið sera nógv burturúr.
- Tað hevur verið gott at vera her og at hitta onnur børn og ung, sum hava somu trupulleikar, sum eg. Og so havi eg fingið eina nýggja vinkonu, sigur Katrin, sum hevur vigað ov nógv alt tað, hon minnist.
- Vektin ger eisini, at eg havi færri vinir enn hini. Fyrr varð eg illa argað, og tey kallaðu meg elefantin. So græt eg og stongdi meg inni á vesinum, ella eg rann eftir læraranum. Men nú verði eg ikki argað longur, og um eg verði tað, so leggi eg einki í tað, greiðir Katrin frá.
- Tá eg vigi so nógv, er tað nógv strævnari at renna, og eg gangi heldur ikki so skjótt sum hini. Tí vóni eg at blíva kløn og eg ætli mær at ganga túrar og kanska at íðka ítrótt - har sum eg sleppi at vera við, sigur Katrin, ið ikki hevur tær bestu royndirnar av at taka lut í ítrótti.
- Eg íðkaði ítrótt fyrr, men summir venjarar dámdu ikki, at eg var partur av liðinum. So varð eg altíð send yvir at standa ímóti vegginum. Og um vit vóru nóg nógv á liðinum, varð eg send móti vegginum, um onkur kom afturat.
 
--
 
Her eru øll líka
 
Grækaris D. Magnussen er á Skarvanesi saman við 11 ára gamla soninum Hans Hjørleivi. Sum foreldur hevur hann gjørt sær nógvar tankar um kost og rørslu og ætlar sær avgjørt at halda fram við sunna lívsstílinum, tá teir koma heim. 
 
Vit hitta Grækaris á veg inn í svimjihøllina í Meginskúlanum, har børn og foreldur á summarskeiðinum eru lopin útí. Í dag er kona hansara Lisa og børn hennara komin á vitjan, og tí taka tey lut á sama støði sum hini.
- Higartil hevur alt verið so møtimikið hjá Hans Hjørleivi, men nú hevur hann fingið áræði, og hann puffar ikki, tá eg taki hann við út at renna ella ganga. Tvørturímóti vil hann vera fyrstur á mál, og hann orkar nógv betur, sigur ein væl nøgdur Grækaris, sum heilt givið hevur fingið nógv burturúr at vera saman við soninum á Skarvanesi.
- Tað hevur verið ómetaliga gott fyri hann at vera saman við øðrum børnum, sum hava somu trupulleikar, sum hann, tí her eru øll líka, sigur Grækaris. Og Lisa greiðir frá, at børnini orka nógv betur nú, tí tey venja spakuliga hvønn dag og hava fingið nógv betur konditión.
- Børnini eru broytt nógv upp á kropp, og eru meira trimmað, sigur hon. Og Grækaris greiðir frá:
- Vit skulu ikki vera bangin fyri at geva børnunum góðan mat og at tora at halda fast um, at ein portión er ein portión, og tað er tað. Og so heldur at hava títtari máltíðir og bara góðgæti eina ferð um vikuna.
- Vit eru ein stór familja, og kunnu lættliga verða boðin í føðingardag fleiri ferðir um vikuna. Avleiðingin av hesum hevur verið, at vit hava boðað familjuni frá, at vit koma ikki og tey vita væl hví, sigur Grækaris avgjørdur, meðan hann víðari greiðir frá, hvønn hugburð hann hevur til kost og tað at vera foreldur.
- Tað hevur alstóran týdning at øll í húskinum fáa ein góðan morgunmat, sum liggur leingi á, so sum grovt breyð og greyt. Og so ein ordiligan matpakka, sum heldur blóðsukrinum støðugt allan dagin, tí tað er eingin ivi um, at Hans Hjørleivur verður óróligur og í ringum lag, tá blóðsukrið er í botni, sigur Grækaris at enda.