– Vit skulu vænta, at fleiri tiltøk fara at verða sett í verk í Føroyum fyri at forða fyri, at smittan við corona breiðir seg.
Tað sigur Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Danskir myndugleikar hava boðað frá, at talið á ferðafólkum í bussum og í tokum eigur at verða avmarkað, og at fólk eiga heldur ikki at stúva seg saman. Heldur mæla tey fólki til at finna sær súkkluna fram, ella at vera til gongu.
Mælt verður eisini frá at ferðast við bussum og tokum ta tíðina á degnum, á morgni og seinnapartin, tá ið serliga nógv fólk ferðast við bussi og tokum. Samstundis mæla tey sjúkum fólki, og fólki, sum kunnu vera smittað við corona, frá at brúka almennu ferðsluna yvirhøvur.
Bjarni á Steig sigur, at ein stórur munur er á støðuni í Føroyum, og støðuni í Danmark og aðrastaðni.
Og tann munurin er, at í Danmark er smittan farin at ganga ímillum fólk, men tað er hon ikki í Føroyum, og teir báðir føroyingarnir, sum eru smittaðir, eru smittaðir uttanlands.
Smittan er ikki farin at smitta millum føroyingar, sum eru í Føroyum, so enn eru tilmælini, at vit halda okkum til tilmælini um reinføri. Og tað er at vit skulu vaska okkum um hendurnar, bæði væl og ofta, og vit skulu brúka spritt. Mælt verður eisini til, at vit hosta og njósa niður í ermuna og ikki út í luftina.
– Men fer smittan at ganga í Føroyum, fer tað at krevja, at onnur tiltøk vera sett í verk, sigur yvirlæknin.
Bjarni á Steig sigur, at føroyski farsóttabólkurin fer at hava fund seinnapartin í dag og tað er ikki óhugsandi, at nøkur av somu tiltøkunum, sum eru sett í verk í Danmark, verða eisini sett í verk í Føroyum. Hetta er fyri at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin, men tiltøkini verða so lagað til føroysk viðurskifti, leggur hann afturat.
– Vit hava lagt okkum eftir at fylgja tilmælunum frá donsku heilsumyndugleikunum, sigur Bjarni á Steig.
Hann sigur, at mælt verðureisini til at útseta konsertir, fundir, fyrilestrar, og annað, har yvir 500 fólk savnast. men tað kann eisini hugsast, at tað tilmælið verður lagað til, sigur yvirlæknin.