Leygardagin 26. apríl verður árligi ruddingardagurin í Nes kommunu, og byrjað verður við morgunmati í Undirhúsinum klokkan 9.
- Vit trívast øll best, tá tað er vakurt, reint og rudduligt, og vit vita, at ábyrgdin fyri hesum hvílir á okkum øllum.
Tað siga tey í Nes kommunu, sum í mong ár hava skipað fyri ruddingardegi í bygdunum í kommununi.
Í hesum døgum verður nógv orka løgd í at fyrireika bátafestivalin, sum verður á Toftum annan leygardag, og ruddingardagurin er eitt gott høvi hjá øllum at standa saman um at hava bygdina ruddiliga.
- Eftir morgunmatin í Undirhúsinum fáa vit øll posar og handskar, og so verður ruddað í kommununi í einar tveir tímar, sigur Nes kommuna.
Lagt verður aftrat, at klokkan 12 hittast øll aftur á havnarlagnum til felags tiltak við sangi og mótasýning.
Tað verða handlarnir, Insito, Navia og Shari, sum skipað fyri mótasýningini. Eisini verður okkurt til matna, og øll fáa ein plantupakka við sær til hús aftur.
Ruddingardagurin er starskotið til Várdagarnar, sum Nes kommuna skipar fyri í vikuni undan bátafestivalinum.
- Vit vóna, at hetta vártiltak í nærumhvørvinum hjá okkum øllum fer at fáa dygga undirtøku, sigur Nes kommuna.