forstáilsi teirra millum gjøgnum allan filmin. Meðan sjálv søgan í filminum ikki er tann djúpasta, sum hevur nátt hvíta løriftið, er er Triple X harafturímóti stúgvandi fullur av action, kryddaður við feitum [...] kvinnum, hvørs einasta uppgáva er at vera til taks hjá limunum í Anarchy 99. Leikstjórin, Rob Cohen, hevur megnað at skapa eitt action-brak, har tú ongantíð keðir teg, teir 124 minuttirnar, filmurin varir [...] hon skuldi. Replikkirnir eru ikki teir mest háfloygdu, men sum við øllum røttum actionfilmum, so hevur Triple X eisini sínar perlur. Millum annað »Welcome to the Xander Zone« og eisini letur einaferð úr
landsverkfrøðingurin á. Hann ásannar, at tað hevur ikki verið gjørt so nógv burtur úr trygdini, tí eingin orsøk, so at siga, hevur verið til tess. Tað hevur gingið fínt, og so leingi einki hendir, er eingin [...] tann tryggasti, vit hava í dag, men hann lýkur heldur ikki øll av teimum krøvum, sett verða. Væl hevur Tórshavnar Kommuna at kalla alla ta trygdarútgerð, sum finst í dag, men inni í tunlinum mangla bæði [...] nokk at hava útgerðina uttanfyri, men tað er í grundini inni í tunlinum, hon eigur at vera. Tí ofta hevur tað víst seg, at tá brandmenninir koma fram, er ov seint, hóast teir bera heilt skjótt at, sigur Oyvindur
Elttør var, at nú skuldi gerast nakað við umhvørvismál í Føroyum. Men hann hevur sitið í fýra ár og ikki rætt hond frá síðu. Hann hevur so fullkomiliga misrøkt hesa almennu uppgávu og ábyrgd sína, sigur Hans [...] íbúgva. Hendan skitna bronsumedaljan er lítið at erpa sær av hjá Eyðuni Elttør landsstýrismanni, sum hevur havt umhvørvismál um hendi síðan 1998. Serliga tá hugsað verður um, at útlátið í Føroyum bara er økt [...] Lisbeth L. Petersen. Inkompetentur Nýggi floksskrivarin hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm, hevur annars í bløðunum um vikuskiftið mælt andstøðuni til at reisa misálit móti Eyðuni Elttør. Hans Pauli
hvønn dag. ? Hann hevur verið sera spentur, og hann hevur fylgt væl við í bløðunum, sigur hon. Allar tær blaðgreinar, hann hevur klipt úr bløðunum, staðfesta stóra áhugan, hann framvegis hevur fyri tunlinum [...] við Halldor Hansen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, miðskeiðis í sjeytiárunum. ? Fasta sambandið hevur altíð havt mín stóra áhuga. Eg havi altíð viljað, at vinnulívið í Vágum skal kunna virka á jøvnum
leiðini. Reiðarin veit ikki sjálvur Sosialurin hevur roynt at funnið fram til, hvør veruliga orsøkin til ósemjuna millum Føroyar og Grønland er, men tað hevur ikki eydnast til fulnar. Vit høvdu Jørgen Niclasen [...] Fiskivinna Sosialurin hevur nú fingið avrit av sáttmálanum, sum er galdandi millum landsstýrið og grøn- lendska heimastýrið um konga- fiskiskapin í Irmingarhavinum. DFG-kvotan (Danmark, Føroyar og Grønland) [...] Tað sama stendur um dagin, 15. juli 2002; tá fáa føroyingar eisini eina eykakvotu, um fiskiskapurin hevur verið 5.000 tons ella minni. Men í fyrra førinum vórðu meira enn 5.000 tons veidd, og tí kom eingin
m uttan fyri alt vald - hevur givið tí ekstrema Miðflokkinum óhugnaliga stórt vald. Tað er í veruleikanum hesin flokkurin, sum setir debatdagskránna í Føroyum í dag. Hann hevur fingið eina lyklastøðu við [...] 17. liðið í samgonguni. Tað liðið, sum annars tann hóvligi Sjálvstýrisflokkurin hevur átt og sum hann í mongum førum hevur dugað at livað upp til. Tað er ófatiligt, at stuðlar Tjóðveldisfloksins ikki tala [...] hava brúk fyri persónum, rørslum ol., ið kunnu flyta mørk, so er tað langt frá altíð rætt. Sjálvandi hevur eitt samfelag tørv á fólkum og rørslum, ið kunnu vera við til at menna og skunda undir eina sunna
funnin í minni og størri mongdum, og harvið er ein virkin kolvetnisskipan staðfest. Men eingin brunnur hevur givið okkum grønt ljós, soleiðis at vit kunnu kalla okkum oljutjóð. Gula ljósið lýsir tó framvegis [...] sum í løtuni ger áhugaverdar og spennandi seismiskar kanningar í sínum 9 ára loyvi. Hvørjar vónir hevur so stjórin hjá Statoil, Rúni Hansen til framtíðina, nú 4. brunnurin á landgrunninum er turrur. -Hetta [...] við Amerada Hess á loyvi 002 og 003, og tíðin fer at vísa, hvat spyrst burturúr hesum. Samstundis hevur man teir fýra brunnarnar, ið longu eru boraðir, at halda seg til, í arbeiðinum við at skilja økið
Listastevnan hevur seinnu árini verið nógv kritiserað fyri prísirnar á atgongumerkjunum. Tað hevur eitt nú verið uppi og vent, at summi tiltøk hava verið illa vitjaði, har atgongumerkjaprísurin hevur verið høgur [...] ábyrgdina. Umframt Norðurlandahúsið spýtir eisini Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið í. Eisini hevur tað eydnast at fáa stuðul frá Nordisk kulturfond aftur í ár. Ymsir føroyskir sponsorar, t.e. føroyskar [...] Hjørvar, sigur, at Listastevnan so avgjørt er eitt av teimum størstu tiltøkunum, sum Norðurlandahúsið hevur verið partur av. Hon fegnast í sambandi við hesa stevnuna serliga um, at áhugin hjá føroyskum fyritøkum
Føroyum. Løgtingið hevur annars samtykt, at vit als onga hernaðarlóg skulu hava í Føroyum. Í Føroyum umboðar Birgit Kleis, ríkisumboð, donsku stjórnina. Og hóast hon onga ávirkan hevur havt á avgerðina at [...] ríkið, sigur Birgit Kleis. Tað er hon biðin um at syrgja fyri. Og tað førir hon út í lívið, tí hon hevur longu sent lógirnar til kunngerðar hjá Kunngerðarblaðnum B, sum kemur út í næstum. Eina viku eftir [...] reglum og serligum sáttmálum. ? Tað dugi eg ikki at svara uppá. Eg kann bara siga, at verjumálaráðið hevur ynskt hetta soleiðis, og tey hava lagt stóran dent á, at hetta verður fingið í rættlag. Men eg veit
neyðhjálp í Irak. Krossur í serstøðu Reyði krossur hevur ein einastandandi møguleika at hjálpa. Aðrir hjálparfelagsskapir eru blakaðir úr Irak, men Reyði krossur hevur fingið at vita, at hann er vælkomin. ? Vit [...] oyra. Innkomni peningurin fer til at veita neyðstøddum hjálp. Tað er Reyði krossur í Føroyum, sum hevur tikið stig til innsavningina, og gjørt er av, at allur peningurin fer til at hjálpa teimum, ið koma [...] um Føroyar eiga at taka lut í hjálpararbeiðnum. Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett løgmanni fyrispurning, sum skal svarast í løgtinginum. Henrik Old spyr, um løgmaður kann taka