Triple X - xXx

Filmsummæli

Nýggja action-hetjan eitur Xander Cage. Hann er stinkandi harður, skitin og skítir á alt og øll. Hann livir fyri síni stunts, og er so góður at telduspøl verða gjørd um hann. Og hann heldur seg als ikki skylda sínum heimlandi, USA, ella restina av heiminum nakað sum helst. Ikki fyrr enn National Security Agency fær klørnar í hann, og alternativið er 30 ár handan rimar, játtar hann at hjálpa sínum landi. Men bara uppá hansara egna máta?
Trupulleikin hjá NSA er Anarchy 99, ein bólkur við fyrrverandi russiskum hermonnum, sum úr kekkiska høvuðsstaðnum Prag stýra undirverðini. Uppgávan hjá tí krúnrakaða og tatoveraða Xander, ella X, sum hann verður nevndur millum vinir, er í stuttum at oyðileggja henda bólk. Samuel L. Jackson spælir leiðarin fyri NSA, og hóast hann og Xander pr. definitióni eru mótstøðumenn, so er allíkavæl eitt ávíst forstáilsi teirra millum gjøgnum allan filmin.
Meðan sjálv søgan í filminum ikki er tann djúpasta, sum hevur nátt hvíta løriftið, er er Triple X harafturímóti stúgvandi fullur av action, kryddaður við feitum, tungum rokki frá eitt nú Rammstein og Moby. Henda samanseting fangar ein stemning, sum uttan iva eisini rørir við tey, sum halda tónleikin hjá Mariah Carey vera tann besta. Søgan í Triple X kundi fyri tað verið tikin úr einum James Bond filmi, men munurin er, at meðan James Bond og hansara óndu mótstøðumenn eru fín og sofistikerað fólk, so er Xander tann skitni agenturin uttan autoritetir og hansara mótstøðumenn tað sama. Og søgan fer fram í undirverðini í Prag, har Anarchy 99 hava sínar náttklubbar, ella skuldi ein sagt harem, við óteljandi vøkrum kvinnum, hvørs einasta uppgáva er at vera til taks hjá limunum í Anarchy 99.
Leikstjórin, Rob Cohen, hevur megnað at skapa eitt action-brak, har tú ongantíð keðir teg, teir 124 minuttirnar, filmurin varir. Og tú verður rivin við, eisini tá Xander flýgur gjøgnum eld og nærum til himmals á eini motorcross, sum av reinari tilvild lá har, hon skuldi.
Replikkirnir eru ikki teir mest háfloygdu, men sum við øllum røttum actionfilmum, so hevur Triple X eisini sínar perlur. Millum annað »Welcome to the Xander Zone« og eisini letur einaferð úr Xander, at um tú ynskir at bjarga heiminum, so mást tú vera vísur í, at tær dámar hann, sum hann er í dag.
Eisini hevur Xander sín hjálparmann, eitt tekniskt geni, sum er góður fyri alskins framkomna útgerð, sum allir rættir agentar eiga at nýta, tá hart leikar á.
Tað kann neyvan taka nakað frá nøkrum, um vit avdúka, at filmurin hevur eina happy ending, og at seinasta scenan er av Xander á eini strond á Bora Bora við síni útvaldu. Men Triple X er ikki handling. Filmurin er hartpumpandi action í 124 minuttir, og ljóðið í Havnar Bio kann ikki vera eitt decibel ov hart frá.

Fakta um Triple X
Leikarar: Vin Diesel, Asia Argento, Marton Csokas, Samuel L. Jackson
Leikstjóri: Rob Cohen
Longd: 124 min.
Stað: Havnar Bio, um tú ert 12 ár ella eldri