Danska stjórnin setir beint ímóti løgtingsins vilja donsku hernaðarlógina frá 1973 í gildi í Føroyum. Løgtingið hevur annars samtykt, at vit als onga hernaðarlóg skulu hava í Føroyum.
Í Føroyum umboðar Birgit Kleis, ríkisumboð, donsku stjórnina. Og hóast hon onga ávirkan hevur havt á avgerðina at lýsa eina ríkislóg fyri Føroyar, so má hon verja avgerðina. Tí danska ynskið er lóg.
? Frá danskari síðu er ynskið, at tey hernaðarfólkini, sum eru í Mjørkadali, hava somu reglur at ganga eftir, sum tá tey eru í Danmark. Tað ber ikki til, at tað eru nøkur støð í danska kongaríkinum, at hernaðarligir persónar hava aðrar reglur at ganga eftir enn aðra staðni. So endamálið við at lýsa hernaðarligur revsi- og rættargangslógina fyri Føroyar er, at talan er um eina lóggávu, sum má vera eins fyri alt ríkið, sigur Birgit Kleis.
Tað er hon biðin um at syrgja fyri. Og tað førir hon út í lívið, tí hon hevur longu sent lógirnar til kunngerðar hjá Kunngerðarblaðnum B, sum kemur út í næstum. Eina viku eftir, at blaðið er komið út, kemur lógin í gildi í Føroyum.
Eitt undantak
Løgtingið samtykti annars, at gamla lógin frá 1937, sum eitt nú loyvir deyðarevsing í krígstíð, skuldi takast av, og ongin lóg setast í staðin. Tað var hildið at vera óneyðugt við hernaðarlóg í Føroyum.
Sostatt lýsa donsku myndugleikarnir eina ríkislóg beint ímóti einari løgtingssamtykt, og tað halda løgfrøðingar vera fyrstu ferð, síðan heimastýrislógin kom í gildi. Enntá uttan at spyrja lóggevandi valdið í Føroyum eftir. Spurningurin er, um hetta er serliga demokratiskt.
? Hetta er ikki høvuðsreglan, men avgjørt undantakið. Tað má absolutt bara henda í heilt serligum førum. Tað er eisini vert at geva gætur, at hetta er ein lóg, sum bert er galdandi fyri hernaðarfólk í Føroyum ? ikki føroyska fólkið. Og hon er sett í verk við tí grundgeving, at tað í serligum førum má vera sama lóg galdandi fyri alt ríkið. Og verjan av ríkinum er eitt serligt føri, sigur Birgit Kleis.
Føroyar hava klárað seg uttan lógina í 30 ár. Og føroyska støðan er, at vit eisini høvdu klárað okkum uttan, tí viðurskiftini hjá hervaldinum kundu verið skipað eftir vanligum revsirættarligum reglum og serligum sáttmálum.
? Tað dugi eg ikki at svara uppá. Eg kann bara siga, at verjumálaráðið hevur ynskt hetta soleiðis, og tey hava lagt stóran dent á, at hetta verður fingið í rættlag. Men eg veit ikki, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið, um vit hildu fram uttan eina dagførda lóg, sigur Birgit Kleis.
Danskur boðberi
Ríkisumboðið er sostatt bert eitt víðkað postkontór, sum fylgir og ber boðini víðari, sum hon hevur fingið frá danska forsætismálaráðnum.
? Tað má eg viðganga. Mín ávirkan er ikki stór í hesum føri. Eg havi ikki verið ein partur av avgerðini, men eg havi noterað mær, at hetta er ikki væl sæð í løgtinginum, og tí havi eg eisini borið føroysku sjónarmiðini víðari til forsætismálaráðið. Føroysku sjónarmiðini eru kend í Danmark í hesum máli, sigur Birgit Kleis.