Føroysk dálking skakar

Eyðun Elttør er fyri fyrstu ferð av álvara komin í politiskt illveður, nú ein kanning staðfestir, at Føroyar eru millum heimsins mest dálkandi tjóðir. Lisbeth L. Petersen er skelkað, men hon ivast í, um hon styðjar eitt misálit í løgtinginum

UMHVØRVI

Føroyar stinka. Tað má vera niðurstøðan, nú tað er staðfest í einari kanning hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu, at vit hava tað triðhægsta útlátið í øllum heiminum av koltvíiltu fyri hvønn íbúgva.
Hendan skitna bronsumedaljan er lítið at erpa sær av hjá Eyðuni Elttør landsstýrismanni, sum hevur havt umhvørvismál um hendi síðan 1998. Serliga tá hugsað verður um, at útlátið í Føroyum bara er økt síðan 1995, meðan tað er minkað hjá øðrum londum.
Nýggju tølini fáa fólk at geva ilt av sær og vilja hava landsstýrismannin frá.

Átaluvert
Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, er skakað av, at Føroyar liggja á einum triðja plássi yvir heimsins mest dálkandi, men hon ivast í politisku avleiðingunum.
? Hetta eru skelkandi tøl. Vit mugu taka málið upp beinanvegin og taka annað skinn um bak. Vit hava verið alt ov líkaglað við umhvørvið í Føroyum, tí vit hava hildið staðið væl, men tølini prógva, at vit onki hava at erpa okkum av, sigur hon.
Leiðarin í størsta andstøðuflokkinum vil kortini ikki siga, um hon styðjar eitt misálit á landsstýrismannin í løgtinginum, um tað verður lagt fram.
? Hetta er átaluvert, og hann (Eyðun Elttør, blðm.) kundi helst havt gjørt meira. Men hetta er onki nýtt mál, og eg veit ikki, um tað hjálpir nakað at koyra hann frá. Eitt misálit er eitt stórt stig at taka, og tað vil eg ikki úttala meg um enn, sigur Lisbeth L. Petersen.

Inkompetentur
Nýggi floksskrivarin hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm, hevur annars í bløðunum um vikuskiftið mælt andstøðuni til at reisa misálit móti Eyðuni Elttør.
Hans Pauli Strøm sigur føroyska metið í umhvørvisdálking vera prógv fyri, at landsstýrismaðurin í umhvørvismálum er inkompetentur, og politiska avleiðingin má vera, at Eyðun Elttør verður koyrdur frá beinanvegin.
? Ein av grundunum fyri landsstýrissessinum hjá Eyðuni Elttør var, at nú skuldi gerast nakað við umhvørvismál í Føroyum. Men hann hevur sitið í fýra ár og ikki rætt hond frá síðu. Hann hevur so fullkomiliga misrøkt hesa almennu uppgávu og ábyrgd sína, sigur Hans Pauli Strøm.

Legg kongin
Formaðurin í Føroya Náttúruverndarfelag var eisini bersøgin um vikuskiftið . Við Útvarp Føroya segði hann, at vøksturin í føroyska útlátinum eigur at føra til, at samgongan legði frá sær og útskrivaði val. Hann heldur nýggju kanningina vera prógv fyri, at føroyskir politikarar ongantíð hava gjørt nakað fyri at verja umhvørvið.
? Eyðun Elttør hevur onki fingið av skafti í umhvørvismálum og fær tað heldur ikki. Tí eigur løgmaður at leggja kongin og skriva út nýval, sigur Kári Thomsen.


FAKTA
Føroyar høvdu í 1995 tað triðhægsta koltvíútlátið fyri hvønn íbúgva í heiminum. Bara Avstralia og Norðuramerika dálkaðu meira. Síðan tá er útlátið í Føroyum økt, meðan útlátini í grannalondunum standa í stað ella eru lækkað.
Størstu útlátini av koltvíiltu stava frá fiskiskipum (32%), húsarhaldum (20%), ídnaði (15%), elvirkjum (14%) og akførum (9%).
Útlátið fyri hvønn í íbúgva í Føroyum var meira enn 12 tons í 1995. Til samanberingar var útlátið í Noregi umleið helvtina.