Ein av teimum 35 føroyingunum, ið eru úttiknir til føroyska Team Rynkeby súkkluliðið, er Sigrun Mikkelsen úr Havn. Fleiri kenna hana ivaleyst frá føroyskum hondbólti.
Týsdagin fekk hon boðini, um at hon næsta summar skal súkkla til París saman við 34 øðrum fólkum í føroyska ferðalagnum.
- Hetta er fantastiskt. Tað vóru eini 140, sum søktum um at sleppa við, og tað eru bara 35, sum koma á súkkluliðið, so tað er ógvuliga stuttligt at teljast millum teir 35 súkklararnar, sigur Sigrun Mikkelsen.
Tað var eitt sindur av tilvild, at hon sendi eina umsókn inn fyri at sleppa við á liðið.
- Onkur vinfólk prátaðu um tað, og eg helt eisini, at tað hevði verið stuttligt, um mann var partur av súkkluhópinum. Men eg hugsaði so um tað í eina tíð afturat, áðrenn eg tók endaligu avgerðina um at senda mína umsókn, greiðir Sigrun Mikkelsen frá.
Komandi mánaðirnar verður nógv súkkling og styrkivenjing á skránni, soleiðis at teir 35 súkklararnir eru so væl fyri sum gjørligt, tá teir í juli mánað 2014 skulu súkkla til París.
- Tað verður ivaleyst strævið at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Eg havi familju, fulltíðarstarv, eri venjari og so framvegis, men tað er bara at samkipa alt, so gongur tað nokk, sigur Sigrun Mikkelsen, sum longu hevur verið nakrar langar súkklutúrar í Føroyum.
- Eg vænti at fáa eina uppliving fyri lívið. Umframt at tú verður væl fyri kropsliga, so súkkla vit jú fyri eina góða søk, sum er at savna pengar inn til krabbameinsrakt børn og teirra familjur.









