á kommunurnar, ið noyðast at taka upptakið, tí landsstýrið hvørki hevur hugin ella viljan til at røkja eldraøkið, sum tað annars hevur bundið seg til, so leingi hetta øki er landsmál! Skulu okkara eldri [...] gongur sjón fyri søgn, at landið heldur ikki unnir okkara eldru at fáa mat í munnin. Almannastovan hevur stig fyri stig minkað stuðulin til døgurðaútkoyringina so nógv, at í ár eru pengarnir til útkoyring [...] útvega ella gera sær døgurða. Stuðulin til útkoyringina er minkaður við 116.000 krónur frá 2008, og tí hevur Lágargarður ikki longur møguleika at koyra døgurðamat út til tey eldru, men noyðist at gevast við
Sambandsflokkurn er flokkurin, sum framum aðrar hevur tikið sær av fíggjarmálum. Eg hugsi, at Sambandsflokkurin í eini 26 ár síðan Heimastýrislógina hevur umsitið fíggjarmál. Fyrstur í hesi røð var Kristjan [...] at oljumarknaðurin spældi honum eitt puss, tí nú hevur prísurin ligið ímillum 40 og góðar 50 dollarar fyri tunnuna. Eitt null meira ella minni hevur væl sagtans ongan týdning fyri ein spámann. Hví kemur [...] framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum í fíggjarmálum er ikki Magni Laksáfoss, men Bjørn Kalsø. Sanniliga hevur Laksáfoss alla orsøk til at vera ørkymlaður av støðuni. Løgnast av øllum er, at hesin “finansheysur”
Vika varð flutt. - Kann tað ikki gera tað sama, tá maðurin kortini ikki hevur sjónvarp? Og nú skrivar Portalurin, at Tobbi hevur ynskt Lindu tillukku. So vita vit tað, men munnu ikki fleiri onnur eisini [...] Sjálvandi hevur næstformaðurin í Tjóðveldi rætt í tí, at landsstýrisfólk eiga at vera í tingsalinum, tá mál sum viðvíkja teirra málsøkjum eru til viðgerðar. Tey eiga at vísa áhuga fyri øllum, sum hevur við teirra [...] burtur frá málinum, og ein av teimum ringastur at órógva tingviðgerðirnar, er júst sami maður, sum nú hevur klagað landsstýrisfólkini fyri ikki at tíma at lurta eftir sær. Eg haldi avgjørt ikki, at hann sum
fingin til sigur Ingi Højgaard. Og hann dylir ikki fyri, at hann hevur góðar vónir um, at gongd fer at koma á málið, tí landsstýriskvinnan hevur meiri enn einaferð gjørt greitt, at hon vil hava ferð á ætlanina [...] siga, at tað stígur er komin í málið. - Tað er skeivt at siga, at stígur er komin í málið, tí tað hevur ongantíð gongd verið í tí, sigur hann. Mangla pening Mánadagin var tunnilsfelagið aftur á fundi við [...] eru vónbrotin av teimum upplýsingum, tey fingu. - Á fundinum mánadagin fingu vit upplýst, at enn hevur innlendismálaráðið ikki endaliga tryggjað sær neyðugu játtanina til tann uttanveltaða ráðgevarin,
oljan er fallin munandi í prísi, upsafiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum hevur verið rættiliga góður, eins og upsaprísurin hevur hildið sær væl, hava eigararnir av Nornagesti og Columbusi gjørt av at loysa [...] skipini – ella skipini, har úrtøkan er lakast – sum fyrst merkja sviðan í slíkum tíðum. Soleiðis hevur støðan verið seinnu árini. Fyri ikki so langari tíð síðan kundi vera trupult at manna línuskipini [...] áhugin fyri at fáa skipskjans er nógv vaksin – eisini við teimum gomlu skipunum, sum lítil áhugi hevur verið fyri seinastu árini. Stórur áhugi Í síðstu viku hevði Sosialurin grein um, at P/F Vár í Vestmanna
nnurin júst hevur valt at selja teimum nógv partabrøv. Harafturat minnir Jákup á Dul Jacobsen á, at tað er júst Fíggingargrunnurin, sum hevur staðið fyri søluni av partabrøvum, og tí hevur hetta einki [...] Tað at ein banki verður yvirteknaður, hevur einki við søluvirði at gera, sigur Jákup á Dul Jacobsen, ið er maðurin aftan fyri eitt tað størsta keypið av partabrøvum í Føroya banka Hann vísir eisini aftur [...] aftur, at Bárður Nielsen skal hava havt nakað samband við, at eitt av hansara smápartafeløgum hevur keypt 720.000 partabrøv í Føroya Banka - Hetta er eitt slag av honeymoon. Um 5-6 mánaðir vita vit, um hetta
samkomu. Umframt systkini vóru eisini tvey fostursystktin, so her hevur verið hjartarúm, so tað forslær. Hetta merkir eisini, at tað hevur verið nóg mikið at gera fyri hvørja hond. Gerda fór sum ung til [...] sum býr heima. Í Føroyum hevur Gerda arbeitt nógv á røktardeildini á landssjúlrahúsinum. Hon var kend fyri, at tað var skil í tí, sum hon gjørdi. Ein skyldkona hjá henni hevur hoyrt frá onkrum, sum arbeiddi [...] millum familjurnar. Gerda er framvegis røsk, og hon passar húsið enn og ger hvønn døgurða. Eisini hevur hon ferðast dúgliga til dótrina í Íslandi, sum býr í Selfossi. Tá vitjar hon eisini systirdótrina
Vit høvdu fyri stuttum eina viku við 30 hitastigum, tað er deiligt tá ein hevur frí, men ikki tá ein skal í skúla o.s.fr. Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya? Ja sjálvandi! Sum ætlanin sær út [...] Nær flutti tú til Odense? Mars 2004 Hví flutti tú til Odense? Eg skuldi lesa til sosialráðgeva. Tað hevur gingið væl og verði vónandi liðug nú síðst í juni. Hvussu er við málinum – var/er tað torført at skula [...] havið altíð tosað danskt við pápa mín og tosaði danskt áðrenn eg tosaði føroyskt. So tað danska málið hevur ikki verið nøkur forðing hjá mær. Hvat dámar tær í Odense? Mær dámar sera væl í Odense. Tað er ein
ráða als ikki vita síni livandi ráð í hesi støðu, sum mestsum hevur tikið løgting og landsstýri á bóli. Síðan kreppan varð sannkend, hevur ikki trotið við hugskotum at byrgja fyri, at kreppan versnar og [...] ítøkiliga kreppustrategi. Hevur entá róð framundir, at her er eingin kreppa. Løgmaður og varaløgmaður eru mest sum ósjónligir í hesum høpi. Teir hava latið øðrum vøllin, og eingin hevur nakra hóming av, hvussu [...] Í mánaðir hava politikkarar og embætisverk sitið hendur í favn, meðan kreppan hevur fløtt inn yvir okkum. So knappliga raknar alt við. Avvarandi partar viðurkenna, at vit eru á veg inn í ta búskaparkreppu
hava altíð nýtt innkeyps-net, eisini í Føroyum. Men tað hevur kanska ikki verið so ”hot” ella ”cool”, hvussu man nú vil orða seg. Stóra fjøldin hevur uttan at blunka keypt plastposar. Tað er nú við at broyta [...] Coop Danmark, stavar frá sølu av plastposum! Stórbýurin San Fransico í Kalifornia hevur tikið stigið fult út og hevur nú bannað øllum matvøru-handlum at selja plastposar. Tað tekur náttúruni 400 ár at [...] slag í Føroyum, sum upprunaliga stavar úr Skotlandi. Veit nakar at siga um hetta epla-slagið? Upsin hevur altíð verið torførur at selja fyri góðan prís um vit samanbera við ”fínari og hvítari” fiskasløg sum