- Tað gongur ikki skjótt.
Tað er turrisliga niðurstøðan hjá Inga Højgaard, formanni í privata felagnum, sum arbeiðir við at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.
Hóast fleiri fundir hava verið ímillum landsstýrið og tunnilsfelagið, heldur hann, at tað framvegis gongur alt ov seint at fáa gongd á verkætlanina.
Hann vil enntá ikki siga, at tað stígur er komin í málið.
- Tað er skeivt at siga, at stígur er komin í málið, tí tað hevur ongantíð gongd verið í tí, sigur hann.
Mangla pening
Mánadagin var tunnilsfelagið aftur á fundi við innlendismálaráðið um verkætlanina og á tí fundinum vónaði Ingi Højgaard at koma eitt stórt stig víðari.
Men heldur ikki á hesum fundi hendi tað avgerðandi gjøgnumbrotið, sum tey hava bíðað eftir nú í fleiri ár.
Tvørtur ímóti fingu tey óvæntað boð á fundinum og tað skilst á honum, at tey í privata tunnilsfelagnum eru vónbrotin av teimum upplýsingum, tey fingu.
- Á fundinum mánadagin fingu vit upplýst, at enn hevur innlendismálaráðið ikki endaliga tryggjað sær neyðugu játtanina til tann uttanveltaða ráðgevarin, sum tey skulu hava í sambandi við samráðingarnar um treytirnar fyri, at vit kunnu sleppa undir verkætlanina, sigur Ingi Højgaard.
Talan er um eina millión krónur og Ingi Højgard ásannar, at hetta kemur rættiliga óvart á hann.
- Vit hildu, at hesin peningur var játtaður, tá ið fíggjarlógin varð samtykt, so fyri okkum er málið eitt sindur gruggut í løtuni.
Hann sigur, at tey fingu eisini upplýst, at Annika Olsen fer nú at biðja Løgtingið um eina eykajáttan til endamálið og tá vónar hann, at glið kann koma á málið.
Men hóast hann metir, at landsstýriskvinnan uttan iva metir, at semja er um, at hon fær peningin, ásannar hann eisini, at tá ið málið skal fyri Løgtingið aftur, er altíð eitt lítið ivamál, tí tað kann alt henda.
Kortini ásannar hann eisini, at í tunnilsfelagnum fáa tey ikki gjørt so nógv við støðuna.
- Vit fáa onki gjørt uttan at brynja okkum við toli, hóast tað kemur óvart á okkum brádliga nú at fáa at vita, at játtanin til uttanhýsis ráðgevaran ikki er fingin til sigur Ingi Højgaard.
Og hann dylir ikki fyri, at hann hevur góðar vónir um, at gongd fer at koma á málið, tí landsstýriskvinnan hevur meiri enn einaferð gjørt greitt, at hon vil hava ferð á ætlanina.
Upp á tað turra
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at fyri at ongin ivi skal vera um málið, er tað rættast, at løgtingið beinleiðis játtar peningin til uttanhýsis ráðgevaran í eini eykajáttan.
- Eg havi fingið heimild frá fíggjarnevndini til at brúka eina millión, men Løgtingið hevur ikki játtað peningin til endamálið.
Tí fer hon at biðja tingið um eykajáttan til endamálið fyri at hava alt upp á tað turra. Enda samráðingar við eini semju við tunnilsfelagið, fær landskassin peningin aftur. Annars er hann mistur.
Les eisini greinina: Annika Olsen vil hava rundkoyring á botni á Skálafirði