Tjóðveldi sendi í farnu viku tvær klagur – eina til løgmann og eina til formansskap løgtingsins, viðvíkjandi trimum landsstýrisfólkum og einum av næstformonnunum í løgtinginum. Hetta, at klagað verður um fýra politikarar í somu viku, man vera nýtt føroyskt met. Men umframt hesar klagurnar hava tey eisini grenjað í fjølmiðlunum um alt millum himmal og jørð hesa seinastu tíðina.
Vit fingu nú ein dagin at vita, at Tórbjørn Jacobsen var í øðini um sendingina X-faktor, og at hann hevði ikki sjónvarp heima við hús. Tað í sær sjálvum er í fínasta lagið, men eg veit bara ikki, hví tað skal varpast út í fjølmiðlunum. Fyri meg kann tað í hvussu so er vera líkamikið, hvørjum næstformaðurin í Tjóðveldi tímir at hyggja eftir, og hvørjum hann ikki hyggur eftir. Tað næsta sum hendi var, at sami maður (við ongum sjónvarpi), var í øðini, tí Dagur og Vika varð flutt. - Kann tað ikki gera tað sama, tá maðurin kortini ikki hevur sjónvarp? Og nú skrivar Portalurin, at Tobbi hevur ynskt Lindu tillukku. So vita vit tað, men munnu ikki fleiri onnur eisini hava ynskt henni tillukku, uttan at tað kemur á Portalin?
Klaga um ein næstformann
Nú er Tjóðveldi farið undir eitt nýtt átak, sum er at senda klagur til løgmann og formanskapin í løgtinginum (og sjálvandi eisini tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har boðað verður frá, at tey hava klagað).
Fyrsta klagan var um John Johannesen, sum eftir mínum tykki segði meira enn gott var, tá hann sat í formanssessinum. Men rætt skal vera rætt, hann segði ikki meira enn tað, sum so øðiliga nógv onnur hugsa. Hví í allari víðu verð skulu Sosialurin, Portalurin, Rás 2 og onnur boða øllum føroyingum frá, hvussu lagið broytist á tjóðveldisfólki frá degi til dags? Eg eri eisini í ringum lag viðhvørt, men eg fari ikki í bløðini við tí. Hetta er farið at minna um ta tíðina, tá Útvarpið hvønn morgun mátti siga, hvussu nógvan febur Boris Jeltzin hevði.
Klaga um landsstýrisfólk
Sjálvandi hevur næstformaðurin í Tjóðveldi rætt í tí, at landsstýrisfólk eiga at vera í tingsalinum, tá mál sum viðvíkja teirra málsøkjum eru til viðgerðar. Tey eiga at vísa áhuga fyri øllum, sum hevur við teirra málsøki at gera, eisini tá uppskot frá øðrum eru til viðgerðar. Frávera signalerar manglandi áhuga. Men tá tað er sagt, so haldi eg, at viðgerðin í tinginum mangan fer sera langt burtur frá málinum, og ein av teimum ringastur at órógva tingviðgerðirnar, er júst sami maður, sum nú hevur klagað landsstýrisfólkini fyri ikki at tíma at lurta eftir sær. Eg haldi avgjørt ikki, at hann sum ákærir er nøkur góð fyrimynd, hvat atburði í tingsalinum viðvíkur.
Annars er hetta við at vera burturstaddur ikki bara galdandi fyri landsstýrisfólk. Løgtingið viðgjørdi í farnu viku eitt uppskot frá Tjóðveldi um at skipa Føroyar sum fullveldi. Tá vóru ikki færri enn 5 tinglimir hjá Tjóðveldi burturstaddir, so um uppmøtingin avspeglar áhugan fyri málinum, so sigur tað ikki so lítið.