Kanska royna hesir báðir at gera dagin hjá løgmanni so truplan sum gjørligt. Harafturat er tíðiligt at Laksáfoss er skuffaður og følur seg settan eitt sindur til viks. Vit sum vóru við tá Laksáfoss skuldi gera sína fyrstu fíggjarlóg, aftaná at hava tikið við, eftir frálíka landstýrismannin Bárður Nielsen, minnast at ætlanin hansara gekk út uppá, at sproyngja táverðandi ABC samgonguna, men bleiv í síðstu løtu settur uppá pláss av Lisbeth Petersen Fíggjarnevndarlimi.
Magni Laksáfoss, løgtingmaður gevur okkara flokki heitið løgmansflokkurin. Tað er nú ikki heilt uttan grund, men eins væl kundi man sagt, at Sambandsflokkurn er flokkurin, sum framum aðrar hevur tikið sær av fíggjarmálum. Eg hugsi, at Sambandsflokkurin í eini 26 ár síðan Heimastýrislógina hevur umsitið fíggjarmál. Fyrstur í hesi røð var Kristjan Djurhuus, og seinastur var Magni Laksáfoss.
Tí kundi ein freistast at spurt, hvussu tað ber til, at Sambandsflokkurin sum størsti flokkur í hesari samgongu, stýrdi so væl uttan um fíggjarmál. Flokkurin tók ikki málsøkið fíggjarmál í samráðingunum um samgongu, tað gjørdi Fólkaflokkurin forrestin heldur ikki, men løgnast av øllum, Sambandsflokkurin fór heldur ikki eftir formanninum í Fíggjarnevndini. Kann tað hugsast, at toppskorarin og fyrrverandi landsstýrismaðurin ikki hevði serligt álit millum sínar egnu, og tí stýrdu hesir uttanum hesar báðar postar.
Vit onnur skilja væl, at Laksáfoss er ørkymlaður. Hann var jú “the upgoing star” hjá flokkinum og gjørdist klárt toppskorarin við hundraðtals atkvøðum framman fyri nummar tvey. Og orsøkin var heilt einfælt tann, at nú hevði flokkurin aftur fingið ein fíggjarpolitiskan framsøgumann, sum næstan kundi javnsetast við Kristjan Djurhuus, sála. Men flokkurin tók tíbetur ikki valúrslitið bókstaviliga og setti hann út á eitt síðusporð. Fyrsti framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum í fíggjarmálum er ikki Magni Laksáfoss, men Bjørn Kalsø. Sanniliga hevur Laksáfoss alla orsøk til at vera ørkymlaður av støðuni.
Løgnast av øllum er, at hesin “finansheysur” nú situr sum formaður í Mentanarnevndini og viðgerð “Public-service”, Kringvarpslóg og Kirkjubømúr.
Tað má kennast løgi hjá hesum manni, at hann skal fáast við mentan og ikki fíggjarpolitikk. Hann sum er so framúr at spáa um búskapargongd og ikki minst oljuprísir. Øll minnast vit hansara spádómar um serliga oljuprísirnar, teir skuldu uppá 200 og síðani spakuliga uppá 400 dollarar fyri tunnuna. Tað ger tað nú ikki lættari fyri Laksáfoss, at oljumarknaðurin spældi honum eitt puss, tí nú hevur prísurin ligið ímillum 40 og góðar 50 dollarar fyri tunnuna. Eitt null meira ella minni hevur væl sagtans ongan týdning fyri ein spámann.
Hví kemur hann eftir okkara flokki? Tað var tann tíð, tá hann gekk sum eggsjúk høna fyri at sleppa inn í Javnaðarflokkin. Um tað var rætt, at vit bøldu so leingi oman á hesum, vil bert tíðin vísa.
Roknast kann ikki við at hesir báðir indianarnir úr Sundalagnum gevast við at skjóta pílar eftir báðum formonnunum í samstarvsflokkunum hjá Løgmanni.
Tað er undrunarvert at ein Sambandsmaður ikki raknar við, tá einasta rós hann fær, kemur frá Tjóðveldinum.