Gerda Skaale, 90 ár

Í dag verður Gerda Skaale í Havn 90 ár. Hon er dóttir Jóhonnu f. 1874 og Jákup Kjærbo f. 1870, Eystan á, í Sumba. Jákup var úr Sumba, og Johanna var úr Lopra. Hon var abba- og ommudóttir tey fyrstu niðursetufólkini í Lopra. Tey vóru Andreas Thomsen úr Sumba og Sunnuva Súsanna, sum var úr Porkeri.

Gerda átti ikki færri enn 14 systkin, so tað er ikki ringt at rokna út, at hetta er ein fjølment ætt. Tá tey fyri trimum árum síðani høvdu ættarstevnu í Vági, vóru tey ikki færri enn 300, sum savnaðust. Gerda, sum var næstyngst av teimum 15 systkjunum, er í dag tann einasta, sum livir eftir. Tískil var hon eisini ellisforseti á hesi samkomu. Umframt systkini vóru eisini tvey fostursystktin, so her hevur verið hjartarúm, so tað forslær. Hetta merkir eisini, at tað hevur verið nóg mikið at gera fyri hvørja hond.

Gerda fór sum ung til Danmarkar, eins og tað var vanligt hjá ungum gentum tá. Hon fór at læra at seyma, og hon arbeiddi sum seymikvinna í Danmark. Hon hevði eisini húspláss, og eina tíð arbeiddi hon á einum sjúkrahúsi.

Í Danmark hittir hon Hjalta Skaale, sum var sonur Onnu og Tom Nicolajsen, sum millum mangt annað var kendur sum fergumaður. Hjalti var farin niður at læra til barber. Tey hava uttan iva ætlað sær fyrr heim aftur til Føroya, men sum hjá so nógvum øðrum føroyingum í Danmark, gjørdist kríggið ein forðing. Tískil giftust tey niðri og komu heim, so skjótt kríggið var av. Hjalti gjørdust ein kendur barberur í Havn, og í mong ár hevði hann rakistovu á Káta Horninum. Hjalti doyði í 1992.

Tey fingu trý børn. Heðin Tom, sum giftist til Klaksvíkar, Conny, sum giftist til Íslands og Jógvan, sum býr heima.

Í Føroyum hevur Gerda arbeitt nógv á røktardeildini á landssjúlrahúsinum. Hon var kend fyri, at tað var skil í tí, sum hon gjørdi. Ein skyldkona hjá henni hevur hoyrt frá onkrum, sum arbeiddi saman við Gerdu, at sjálvt hvør bekkur og skrellispann skein, so væl hevði Gerda pussað teir. Hóast hetta kanska er gjørt av, so lýsir hetta eina ordans kvinnu.

Eitt eyðkenni fyri Gerdu er eisini, hvussu familjuklær hon er. Sjálvur kenni eg væl ein part av ættini, og tey taka ofta til Gerdumostir, sum tey eisini javnan hava telefonsamband við.

Tað kann sigst, at verdøturnar hjá Tom eldast væl. Um eina viku verður Jóhanna Mathea, sum var gift við Sigfred, 101 ára gomul. Prátaði við hana í gjár. Hon letur sera væl at Gerdu sum svigarinnu. Tað hava altíð verið góð viðurskifti millum familjurnar.

Gerda er framvegis røsk, og hon passar húsið enn og ger hvønn døgurða. Eisini hevur hon ferðast dúgliga til dótrina í Íslandi, sum býr í Selfossi. Tá vitjar hon eisini systirdótrina Nicolinu á Hafnarfjørðinim, ið sum eina sjálvfylgju er komin heim í føðingardag.

Gerda eigur fimm ommubørn og 14 langommubørn.

Higani verður ynskt Gerdu hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum.

 

ó.