Fleiri vilja við gomlum skipum

- Síðan vit lótu almenningin vita, at vit fóru at loysa ísfiskatrolararnar Nornagest og Columbus aftur, hava eini 30-40 mans spurt um kjans. Hetta er ikki tað, vit upplivdu, tá vit løgdu skipini í mai mánaða í fjør, sigur Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna

Fiskivinna Tá samfelagshjólini mala við nógvari ferð, og ørgrynna av møguleikum eru hjá fólki at fáa arbeiði á landi, er vanligt, at hetta gongur út yvir áhugan hjá monnum at sigla. Tað eru tá serliga tey gomlu skipini – ella skipini, har úrtøkan er lakast – sum fyrst merkja sviðan í slíkum tíðum. Soleiðis hevur støðan verið seinnu árini. Fyri ikki so langari tíð síðan kundi vera trupult at manna línuskipini og teir gomlu ísfiskatrolararnar hvønn túrin, og viðhvørt mátti menn næstan rekast umborð, um skipini skuldu kunna loysa. Men nú er vent í holuni, og áhugin fyri at fáa skipskjans er nógv vaksin – eisini við teimum gomlu skipunum, sum lítil áhugi hevur verið fyri seinastu árini. Stórur áhugi Í síðstu viku hevði Sosialurin grein um, at P/F Vár í Vestmanna, sum eigur gomlu ísfiskatrolararnar, Nornagest og Columbus, nú hevði gjørt av at loysa skipini aftur. Nornagestur og Columbus vórðu lagdir tíðliga í fjør summar, tá oljan var vorðin so dýrt, at eigararnir mettu, at raksturin ikki var lønandi longur. Nú oljan er fallin munandi í prísi, upsafiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum hevur verið rættiliga góður, eins og upsaprísurin hevur hildið sær væl, hava eigararnir av Nornagesti og Columbusi gjørt av at loysa skipini aftur. Tummas Christophersen, reiðari, segði við Sosialin í síðstu viku, at teimum vantaðu nakrar mans til skipini. - Vit hava maskinmenninar, men vanta fólk á dekkinum og uppi á brúnni, segði hann. Reiðarin sigur, at tað óiva eru fleiri, sum hava heft seg við hesi úttalilsi, tí rættiliga nógvir fiskimenn hava ringt og spurt um kjans við skipunum. - Eg veit ikki ítøkiliga at siga, hvussu nógvir mans hava ringt, men talið liggur onkustaðni millum 30 og 40. Hetta er ikki tað, vit eru vanir við, og tá vit løgdu skipini í fjør summar, stóðu vit mangan ov høvdu ilt við at manna skipini, sigur hann. Tummas Christophersen sigur, at tað bæði eru dekkarar og navigatørar, sum hesar seinastu dagarnar hava spurt um kjans við skipunum. - Jú, hetta sigur ivaleyst eitt sindur um, at støðan í samfelagnum er broytt, leggur hann aftrat. Klárir í vikuni Seks mans verða umborð á hvørjum skipi, og ætlanin er, at Nornagestur og Columbus skulu hava umleið tríggjar manningar. Soleiðis verður brúk fyri umleið 18 monnum til hesi bæði skipini, sum ætlandi fara at loysa aftur seinnapartin í hesi vikuni. - Seinastu dagarnar eru skipini klassaði á skipasmiðjuni á Skála, og tey verða ætlandi klár haðani í morgin. Síðan verða skipini gjørd út til at loysa, og eg vænti, at loyst verður til fyrsta túr í hesum umfari seinnapartin í vikuni, sigur reiðarin. Tummas Christophersen sigur, at soleiðis sum gongdin hevur verið hjá ísfiskatrolarunum í seinastuni eru útlit til, at raksturin hjá Nornagesti og Columbussi verður lønandi. - Eingin kennur framtíðina, men útliti eru nú so mikið batnað, at vit hava gjørt av at loysa skipini aftur, sigur hann.