fara vit at broyta útsjóndina á sendarunum, so mótstøðan í sjónum verður minni. Vit skulu minnast til, at hetta er ikki roynt áður, so vit mugu royna okkum fram, sigur Dorete Bloch. [...] Um tað er bardagi á grynnuni, ella hvalirnir hava funnið eitt hvørt snildi fyri at sleppa av við sendaran á horninum, er torført at meta um. Men vit kunnu staðfesta, at bert ein hvalur sendir regluliga [...] sambandi við fylgissveinin. Vit vóna nú, at hesir hvalirnir koma í eitt grindadráp. Tá kunnu vit so kanna sendara, og hvussu nógv hornið er slitið, sigur Dorete Bloch. Hon sigur víðari, at tey higartil
ni á Giljanesi verður í døgunum 13. og 14. juni ramman um eina heilt stóra bilstevnu. Heilar 5 bilstevnur fara at vísa tey nýggjastu merkini fram og verður høllin tí full við bilum. Bilsølurnar, sum við [...] koma kundunum nærri. Og í juni eiga Vágar tørn. Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at um áhugi er fyri tí, so verður eisini skipað fyri einari dansikapping fyri børn leygarkvøldið kl. 19. Hetta verður [...] við verða, eru: Reyni Service, Wenzel, Nordbil, DB-Bilar og Meinhard Arge. Av tí at so at siga allar bilsølur eru í Havn, síggja bilsølurnar tað vera neyðugt at vitja oyggjarnar við jøvnum millumbili. Hetta
fari neyvan at leita mær kvinnuklæði fram fyri at sleppa inn í Club 20, so nú mugu teir taka seg saman. Um onki verður gjørt við henda samfelagssliga veikleika, so kann eg við vissu siga, at hetta er valla [...] Eg sá eitt lesarabræv fyri nøkrum vikum síðani um Boys Night. Tað bleiv onki gjørt burtur úr hesum lesarabrævi, so eg ætli mær at taka hetta evnið uppaftur, fyri at fáa teir at brúka javnstøðulógina í
heldur fram leygardagin. Tað verður góður møguleiki at fara út at ganga í Klaksvíksgøtum og heilsa uppá fólk, tí at veðrið verður lýtt og sólin sær. Seinni út á kvøldið veksur vindurin eitt sindur. Um mid [...] lýtt alla vikuna út, so tað verður eingin orsøk til at taka vøttir við til norðoyggjarnar. Leygardagin opnar tunnilin, og tá sær út til at fara at verða rættiligt summarveður. Tað er um at njóta tað góða [...] midnáttarleitið kann tað fara at dropa eitt sindur, men tað verður ikki nógv. Sunnudagin verður ikki so gott útiveður. Hann veksur vindin í ein hvassan sunnan. Tað verður møguliga regn og mjørki. Restina
útlendingur, sum elskar at vera í Føroyum og rósar hesum vøkru oyggjum upp um skýggja. Ì Føroyum er so deiligt, so vakurt og fólk eru so óalmindiliga fitt. Jú, soleiðis er hesin eisini. Deiligt, deiligt, deiligt [...] at siga fyri hann. Hesin brennandi áhugin fyri øllum føroyskum. Hendan gleðin við at sýna Føroyar fram. Hetta er eingin vanligur ferðamaður, sum situr yvir av okkum í føroyskari ull. Allur hansara kroppur [...] nýttur til at greiða frá og øll hansara positiva útstráling sveimar í luftini, tá hann greiðir frá um túrarnar og upplivingarnar í Føroyum. Tað er eingin ivi, at hetta kemur langt innanúr. Eitt heilt óveruligt
skrivligu próvtøkurnar kunnu fara fram, uttan at lærarar eru til staðar, men sjálvsagt verða ongar fyrireikingar í flokkunum. Um lærararnir ikki eru aftur í skúlanum í juni, so verða ongar próvtøkur, tí til [...] men til dømis eru 2., 3. og 4 flokkar, ið bert hava 2 tímar um vikuna. Umleið helvtin av lærarunum í Sankta Frans Skúla eru sáttmálasettir, so Selmar Jacobsen metir, at tað kanska bert er Hoyvíkar Skúli [...] mugu lærarar vera til staðar. Hóast Selmar Jacobsen ikki hevur framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, so metir hann, at næmingarnir longu hava mist nógv. Sankta Frans Skúli er meint raktur. Yngstu flokkarnir
Fagra upp á síðuna av Sílinum, og so lógu bátarnir báðir borð um borð fram til, at tað restaðu 100 metrar. So munaðu tøkini hjá Fípuni Føgru meiri, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Fípan Fagra ein stóran [...] lagaði tað seg als ikki. Sílið sá reyða kortið, tí dómarin metti, at havnardreingir høvdu róð skeivt, og so vann Fípan Fagra sera sannførandi sigur. Í dag er kappróður á varmakeldustevnu í Fuglafirði, og í dag
hevur fyri útisetar her um leiðir. Um vit ynskja tey heimaftur; so má okkurt gerast fyri at varðveita tilknýtið til Føroyar. Um Føroya Landsstýri og Løgting ikki ynskja tað so er bara at siga tað alment [...] batminton og flogbólti. Umframt hetta so skipar felagið eisini fyri mentanarligum tiltøkum við eitt nú livandi tónleiki og fyrilestrum. Føroyahúsið í Aarhus er karmur um flaggdagshald, grækarsmessuhald og [...] í Keypmannahavn tann 3. januar, so vilja vit vísa á, at tað er ein heil verøld á muni á teimum umstøðum, ið Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur at arbeiða undir, og so teimum, ið Føroyahúsið í Aarhus hevur
frá Teiti til fólk um at koma fram at seta seg frammanfyri pallin og lurta. Grundin var løgd fyri eina intima og áhugaverda framførslu. Bjargaði kiksinum Fyrsta lagið sum Teitur framførdi var “I was just [...] búð í Onglandi í seks ár, so er hann ikki so kendur á bretsku oynni. Hetta skal helst broytast, og konsertferðin hann er á í løtuni, er dømi um tað. Eitt annað ítøkiligt dømi um hesa raðfesting er, at ein [...] hevur svara óteljandi spurningum um Føroyar og tí, ið har til hoyrir. Verður hann nakrantíð troyttur av at práta um Føroyar? - Eg verði als ikki troyttur at fortelja um Føroyar, sigur hann avgjørdur - men
Fyrireikingarnar av stevnuni verða ikki raktar sum so. Tríggir mans, sum vóru við at seta teltini upp, eru farnir til hús, men hetta arbeiðið er so gott sum liðugt, so har verður eingin trupulleiki, sigur Símun [...] hinvegin hava vit ikki havt verkfall í nógv ár, so vit hildu tað var ráðiligt at leggja stevnuna nú, sigur Símun Hammer. ? Heldur verkfallið fram komandi vikuna, so fer tað at merkja støðið á stevnuni. Men nógvir [...] í Fraklandi ? so teir góðtaka helst, at verkfallið fær onkrar avleiðingar. ? Teir góðtaka tó ikki, at vit ikki klára at skipa stevnuna nóg væl, so tað er umráðandi hjá okkum, at alt er so væl fyriskipað