Bilstevna í Vágum

.

Ítróttarhøllini á Giljanesi verður í døgunum 13. og 14. juni ramman um eina heilt stóra bilstevnu. Heilar 5 bilstevnur fara at vísa tey nýggjastu merkini fram og verður høllin tí full við bilum. Bilsølurnar, sum við verða, eru: Reyni Service, Wenzel, Nordbil, DB-Bilar og Meinhard Arge.

Av tí at so at siga allar bilsølur eru í Havn, síggja bilsølurnar tað vera neyðugt at vitja oyggjarnar við jøvnum millumbili. Hetta fyri at geva kundunum eina góða servicu og eisini fyri at koma kundunum nærri. Og í juni eiga Vágar tørn.

Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at um áhugi er fyri tí, so verður eisini skipað fyri einari dansikapping fyri børn leygarkvøldið kl. 19. Hetta verður í fimleikarhøllini við síðuna av Ítróttarhøllini. Børnini, sum melda seg til hesa kapping, velja sær ein melodi, sum tey so dansa til. Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerki.

Stevnan verður sum sagt leygardagin 13. juni og sunnudagin 14. juni. Báðar dagarnar er opið frá kl. 15 til kl. 23.