Heimurin er mítt arbeiðspláss

Uttan fyri spælistaðið “The Duchess” í søguríka býnum York í Norður Onglandi, hitti Sosialurin kanska ikki líka søguríka Teit Lassen, men ein opan og erligan Singer við nógvum søgum og upplivingum í skjáttuni

Inni í spælistaðnum hevur ein bólkur, sum skal hita upp fyri Teit seinni hetta kvøldið, ljóðroynd, og tað er ógjørligt at práta saman í øllum larminum inni. Vit fara tí út um, og Teitur festir sær skjótt í eina sigarett, meðan við leita okkum til tour bussin. Her vóru bert fuglar, ið sungu. Konsertin hjá Teiti í York er tann tíggjunda av heili nítjan konsertum uppá minni enn ein mánað.

Árið í fjør var eitt sera hendingaríkt ár fyri Teit. Hann kom inn í árið við stóra heitinum sum besti sangari í Danmark, tá hann vann Danish Music Awards 2007. Hann fekk stóra heiðurin at opna Roskilde festival á Appilsingula Pallinum (Orange Scene). Hann doneraði ein sang til frama fyri støðuna í Tibet við mætum listafólkum sum Sting og John Mayer, og hann hevur millum annað keypt sær eitt hús í Velbastað.

Við í Hollywood filmi

Teitur er vorðin ein etableraður listamaður. Hann fær tilboð frá her og har – sum hann sjálvur tekur til – og velur tað, sum hann brennur fyri.

At Teitur er ein fjøltáttaður listamaður og sín egni harri, sæst aftur í teimum listarligu valum hann tekur. Hann hevur ikki tørv á at vísa sítt virði við at framføra við kendum nøvnum, men letur heldur sín egna tónleik tala fyri seg. At spennandi ting henda á vegnum, tekur hann sum nakað spennandi og stuttligt.

– Eg vil ganga mínar egnu leiðir, sigur Teitur heilt avgjørdur.

Millum annað skrivar hann í løtuni tónleik fyri eitt barok orkestur í Hollandi. Tað er ein verkætlan, ið kallast Confession, har Teitur skrivar tónleik til heimavideoir, sum fólk gera.

Ein onnur hurð, ið er latin upp fyri Teiti er Hollywood. Lagið “One and Only” var á sound­track­inum til Hollywood filmin “My super ex-girlfriend” við millum annað kendum sjónleikarnum sum Luke Wilson og Umu Turman í høvuðsleiklutunum. Hetta kom í lag við at løg hjá honum sum hjá so mongum øðrum, eru í sirkulatión “over there”. Men tað sigur nakað um góðskuna í tónleikunum hjá Teiti, at fólk geva honum slíkan ans.

Dreymalív?

Tað kann ljóða sum eitt dreymlív fyri mong, at møguleikar liggja soleiðis framvið, og spurdur um hetta er eitt dreymalív, svarar Teitur, púra einfalt og uttan at vera hágstórur:

- Hetta er mítt lív, og hetta er tað, sum eg havi valt. Fyri meg er er tað læruríkt, gevandi og spennandi, sigur hann.

- Eg eri ein skapandi persónur, og eg rokni ikki við, at eg hevði trívst í einum vanligum starvi. Um tað hevði verið, so skuldi eg skapt nakað. Eg fungeri væl í tí, sum eg geri, greiðir hann víðari frá.

Svarið var kanska ikki eitt beinleiðis JA!, men hóast alt er tað ein greið og sólaklár ábending, um at hann trívist sum fiskurin í vatninum við tí, sum hann ger.

Keypt hús á Velbastað

Teitur hevur fyri stuttari tíð síðan keypt hús á Velbastað. Er hann vorðin troyttur av at fjakkast kring heimin? Teitur svarar við einari amerikanskari dialekt, sum týðiliga vísur, at hann nýtir tað enska málið ógvuliga nógv í gerandisdegnum:

- Tað er eitt praktiskt problem or whatever. Eg eri troyttur av at verða turistur. Tá eg komi heim til Føroya, sum eg ofta geri, so hví ikki hava eini hús at koma til, heldur at búgva hjá pápa mínum, sigur Teitur flennandi.

- Eg eri mettaður av at ferðast so nógv, og í ár havi eg valt at skriva tónleik og nú eisini foku­sera uppá at verða her í Bret­landi, nú tá eg havi fingð plátu­sáttmála her, sigur Teitur, ímeðan hann klórar sær í høvdinum.

Hann leggur samstundis afturat, at tað er nógv tíð og orka farin til at seta seg inn í nýggj ting, tá ið hann flytir til eitt nýtt stað, og tað er ikki altíð lætt.

Umframt at hava hús á Velba­stað, hevur Teitur eisini eina íbúð í Keypmannahavn, har hann eisini kennur seg heima.

Smæðist ikki um Føroyar

Eitt, sum mangan sermerkir okkum føroyingar, er, at okkum dámar væl at tosa um okkum sjálvi, og at spyrja fólk hvat teimum dámar okkara land og mentan. Teitur hevur svara óteljandi spurningum um Føroyar og tí, ið har til hoyrir. Verður hann nakrantíð troyttur av at práta um Føroyar?

- Eg verði als ikki troyttur at fortelja um Føroyar, sigur hann avgjørdur - men brosandi.

Hann smæðist heldur við ikki at greiða fólki frá, at hann er føroyingur. Teitur skilir væl, at mong spyrja um Føroyar, tí tað er eitt lítið og áhugavert land. Flestu fólk hava ongantíð hoyrt um Føroyar, og tí tykist áhugin altíð at vera stórur.

- Tað hevði tað eisini verið, um onkur segði seg koma úr Galapagos oyggj­unum, sigur hann enn brosandi.

Umráðandi við dugna­ligum fólki rundan um seg

Hóast tónleikur er høvuðsyrkið hjá Teiti, so tekur hann sær eisini stundir til at tekna, skriva søgur og annars seta ting í verk. Stuð­ulskonsertin í Norðurlanda­hús­inum í 2006 í samband við Tsunami vanlukkuna í Tailandi er eitt gott dømi um hetta.

- Tað hendir okkurt allatíðina, og eg eri ein persónur, sum seti ting í verk, og eg havi eginleikan til tað, hóast eg ikki geri nakað líknandi í løtuni, sigur hann.

Prátið fellur síðani inn á hvussu týdningarmikið tað er, at hava røttu fólkini rundan um seg. Teitur heldur, at í einum og hvørjum yrki eigur mann ikki at vera bangin fyri at samstarva við onnur, um ein kann blíva betri til sítt yrki.

- Um tú opnar eina matstovu, hví skal tú velja vínið til matar­skránna, tá ein annar dugir nógv betri at velja vín enn tú?, spyr Teitur. Teitur veit hvat hann snakkar um, tí sjálvur hevur hann fólk rundan um seg, sum hann ráðførður seg við.

Fyri Teit er tað týdningarmikið hesi fólk, kenna hann, vita hvag­ani hann kemur og hava líknandi sjónarmið.

Spurdur um hann hevur nakran mentor, so sipar hann til fram­leið­ar­an Rupert Hine. Hine er fyri Teit ein tónleika abbi, ið hevur lært Teit mangt og hvat í sam­band við tónleik.

Framtíðin

Umframt at spæla á Gøtu­sand­in­um til ársins G! Festival, arbeiðir Teitur hart við at etablera seg í Bretlandi. Hóast hann hevur búð í Onglandi í seks ár, so er hann ikki so kendur á bretsku oynni. Hetta skal helst broytast, og konsertferðin hann er á í løt­uni, er dømi um tað. Eitt annað ítøkiligt dømi um hesa raðfesting er, at ein uppsamlingsfløga av Stay Under the Stars og Poetry & Aeroplanes útgávunum verður givin út í Bretlandi seinni í ár.

Tann 29. juni gevur plátu­felagið hjá Teiti, A&G Record, út sing­ul­una, “The girl I didn´t know” í EP formati, tó er video­lagið til hetta lagið longu komi út, og tað kann síggjast á YouTube.

Fólk kunnu eisini longu nú gleða seg, tí Teitur er farin til verka at gera løg til hansara komandi útgávu, sum eftir ætlan skal koma út í 2010.

 

 

 

Framførsla fyri sansirnar

 

tónleikur

Ólavur Guttesen

ollisweet@hotmail.com

 

Sum partur av útgávuni “The Singer” hjá Teiti Lassen, er okkara fremsti Singer farin undir eina konsertferð, sum byrjaði 14. mai í Brighton í Onglandi og heldur fram til 8. juni í Aberdeen í Skotlandi.

Mánakvøldið 18. mai var so triðja framførslan á hesari kon­sertferð. Hesa ferð í Leeds í miðastóra – men intima - Brude­nell Social Club. Uttanfyri klubban sóust plakatir av Teiti, og fleiri fólk høvdu leita sær til klubban hetta góðveðurskvøldið.

Við sær á hesari konsertferð hevur Teitur eina manning av sera dugnaligum bretskum tónleikarnum, ið eru saman­settir serliga til hesa konsert­ferð. Roy Martins á trummum, Dan McMinna á bass og Richard Causom á keyboard.

Eftir ætlan skuldi Teitur byrja klokkan 22.00, men næstan ein tíma seinni, nærkaðist tað, sum eg eri komin fyri at hoyra. Tað var sanniliga eisini uppá tíðina, hugsaði eg, tí heili tríggir bólkar hitaðu upp fyri Teiti. Tí var tað frøiligt, at síggja The Singer trína uppá pallin. Einsamallur, við sínum elskaða gittara. Hann stóð bara har frammanfyri áhoyraranum.

Tað var eisini ein ávísur spenn­ingur í luftini. Tónar vóru ikki fyrst at hoyra, men ein áheitan frá Teiti til fólk um at koma fram at seta seg framm­anfyri pallin og lurta.

Grundin var løgd fyri eina intima og áhugaverda fram­førslu.

Bjargaði kiksinum

Fyrsta lagið sum Teitur fram­førdi var “I was just thinking”. Hann greiddi frá, at hann skriv­aði lagið til damuna, sum hann hevði, tá hann var 17 ára gamal. Hon búði í Leeds, at hann sendi sangin til hana á einum kasettu­bandið, “so sangurin er oftan spældur í Leeds fyrr”, segði Teitur til stóra frøi fyri áhoyr­an­um, sum vóru blivnir fleiri og fleiri, sum kvøldið leið.

Tey vóru komin fyri at hoyra ein “never less than extra­ordi­nary” entertainara, sum víða­gitna blaðið The Guardian tekur til.

Síðani kom bassleikarin á pall­in, tá lagið “Josephine” var á skránni. Áðrenn fyrstu tón­arnir í lagnum, heitti Teitur enn eina­ferð, næstan sum ein prædiku­maður á einum friðar­ligum møti, áhoyrarnar um at koma fram og sessast frammanfyri pallin. Hesaferð fyltist gólvið við enn fleiri fólkum.

“The girl I don´t know”, ið er fyrsta singulin á fløguni, sum verður givin út í Bretlandi, stóð so fyri skotum við fullum orkestri, og rættiligt lív kom í áhoyrarnar, og tað tóktist sum kemi’inn millum tónleikarnar og áhoyrarnar var ógvuliga góð.

“Legendary afterparty” og “Start wasting my time” blivu síðani spældir í góðum Teitur style, men at bólkurin er nýliga samanspældur kom týðiliga fram til lagið “We still drink the same water”. Lagið var ikki meir enn byrjað, so gekk galið. Hvat akkurát fekk eg ikki ordiliga við, men so mikið galið, at teir máttu byrjað lagið umaftur. Eg havi verið til konsertir har slík er hent, og tað hevur mangan haft ein píniligan stemning við sær. Men Teitur, so sjarmerandi sum hann er, segði við einum skeivum skálkasmílið, at hetta var bert triðja framførslan higartil, so “hetta royna vit bara umaftur”. Og framførslan helt á, sum um at einki var hent. Waw!

Sum til øll hini løgini greiddi Teitur frá meiningini ella boð­skap­inum aftanfyri lagið, og tað eydnaðist heilt væl, tí tað tóktist sum um at Teitur ikki bert var komin at framføra sínar sangir og vóna, at fløgan seldi væl aftaná konsertina, men at geva fólk­un­um eitt upplivilsi á einum int­in­um støði. Og tað má sigast at, hann kom ógvuliga væl frá tí.

Knappiliga legði eg til merkis, at servitrisan í klubbanum steingir barruna. “Er hetta ein partur av showinum”, hugsaði eg. Tí lagið “Caterine the waitress” júst var byrjað, men allarhelst var tað bara vanlig afturlatingartíð. Men tá ein skal ummæla, fara slíkar hendingar ikki bara framvið, og um ikki áhugavert fyri nakran annan, so fyri meg. Anyway. Men tað var ikki langt frá, at hesin sangur var tann besti hetta kvøldið, tí fleiri fólkið fóru uppá gólv og byrjaðu at dansa.

Tá Teitur nevndi, at hann fór at spæla “Louis Louis”, frødd­ust fólk óført. Tey mundu hava onkran kunnleika til Teitur frammanundan, og tað í sær sjálvum er ikki snedigt. Hann hevur jú verið á altjóða tónleika­pallinum í fleiri ár. Hann hevur spælt lagið so mikið ofta, men tað vóru eingi tekin uppá sløsheit, og fyri meg var hetta besti sangurin hetta kvøldið, eftirfylgjandi við einum kanska meira anonymum “So don´t let me fall in love with you”.

Seinasta lagið (tað segði hann í hvussu so er!!!) hetta kvøldið var “The Singer”. Teiti settið seg við klaveri, og treiv í “I always had the voice, and now I am aaaaaa singer ...” Fyri meg var hetta THE hæddarpunkt hetta kvøldið. Framførslan var ógvuliga innilig og ljósið á pallinum komplimenteraði so væl við lagið, at tað var ikki bert eitt lag ein hoyrdi, men ein heildaruppliving fyri sansirnar. Tað var ikki bara eg, men tað sást á áhoyrarnum, at hetta var ein serlig uppliving.

Bara spiki vantaði

Eg veit ikki um um Teitur altíð hevur eitt obligatoriskt eyka sett, men tað er jú vanligt, at bólkar ikki enda, tá teir siga at “hetta er síðsti sangurin í kvøld”, men Teitur var ikki meira enn farin av pallinum, tá fólk byrjaðu at rópa og klappa hann um framføra fleiri løg. Lítil løta gekk, og øll manningin var aftur á pallinum. Fyri meg virkaði tað, sum um at tað bólkurin hevði fyrireikað seg uppá tað.

Løgini, ið teir framførdu vóru “I run the carousel” og nýggja lagið hjá Teiti, sum er á bretsku útgávuni á The Singer “My only companion”. Hetta er eitt ógvu­liga gott og spennandi lag. Tað ber til millum annað at hoyra tað á Myspace-síðuni hjá honum. Hetta lagið var veruliga tað seinasta lagið hetta kvøldið. Og kvøldið endaði sum tað byrjaði. Teitur einsamallur á pallinum.

Tað kom týðiliga fram hetta kvøldið, at Teitur hevur eina sera dugnaliga manning aftan­fyri seg til hesa konsertferð, og tað hoyrdist væl. Konsertin var væl framførd, hóast teir uttan iva fara at blíva enn betri samanspældir sum tíðin líður. Um hølið og mixingin høvdu verið betri, kundi framførslan fingið prikkin yvir i´ði.

Endin var sostatt komin á hesum frálíka “Føroya kvøl­d­in­u­m” í Leeds, bara uttan grind og spik og skerpikjøt.

 

 

 

Manningin um Teitur:

Roy Martin - Trummur

- Teitur er ógvuliga sjarmer­andi, avslappaður og eisini róligur. Vit hava báðir sama humor, tí flenna vit nógv saman. Eg havi spælt trumm­ur í 25 ár, og tað er gott at spæla saman við einum manni, sum ikki er ego­ist­ikur. Teitur loyvir okkum í bólkinum at seta okkara fingramerkið á tónleikin.

 

Dan McKinna - Bass

- Sum tónleikari er Teitur ógvuliga dugnaligur og hann hevur einaa serstaka rødd. Hann er ein sera ja­ligur per­sónur og taklar trupl­ar støður ógvuliga filo­sofiskt. Uppá ein góð­an máta tekur hann seg sjálv­an ikki so álvar­samt, hó­ast hansara tónleikur er tað.

 

Richard Causon – Keyboard

- Teitur og eg hava verið góðir vinmenn, síðan vit byrjaðu at arbeiða saman fyri nøkrum árum síðan. Hann er ein góð­ur per­són­ur og ein ógvuliga fittur fýr­ur. Teitur er ektaður sum tónleikari og sum per­sónur.

 

 

Jon - Road Manager

- Teitur er ein fínur per­són­ur. Hann er ógvuliga stutt­ligur at vera saman við. Eg dámi sera væl hans­ara hu­mor. Sum lista­maður er hann ógvu­liga góður, hó­­ast hansara tón­leika­stíl­ur, ikki akkurát er mín stílur.