Malmros hevur hálað 700 fólk til Føroya

Barbara er sýnd fyri síðstu ferð, men Niels Malmros kann ikki sleppa Føroyum. Eitt næstan óveruligt forvitni er á honum, tá tað umræður Føroyar

SAMRØÐA

 
Vit hava øll lisið greinina áður. Ein dani ella annar útlendingur, sum elskar at vera í Føroyum og rósar hesum vøkru oyggjum upp um skýggja. Ì Føroyum er so deiligt, so vakurt og fólk eru so óalmindiliga fitt. Jú, soleiðis er hesin eisini. Deiligt, deiligt, deiligt.
Men tað er nakað meira við Niels Malmros. Tú bæði kennir tað, tá hann tosar, og hoyrir tað á honum; hvussu ótrúliga nógv Føroyar hava at siga fyri hann. Hesin brennandi áhugin fyri øllum føroyskum. Hendan gleðin við at sýna Føroyar fram. Hetta er eingin vanligur ferðamaður, sum situr yvir av okkum í føroyskari ull. Allur hansara kroppur verður nýttur til at greiða frá og øll hansara positiva útstráling sveimar í luftini, tá hann greiðir frá um túrarnar og upplivingarnar í Føroyum. Tað er eingin ivi, at hetta kemur langt innanúr. Eitt heilt óveruligt forvitni er á honum. Ein hugur at lata Føroyar upp fyri fólki, ið tú ikki finnur betri hjá nøkrum øðrum.  
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$À ferð
Ókey. Hann er kanska heldur ikki heimsins størsta nýggjheit. Hann er jú øgiliga ofta í Føroyum. Faktiskt hvørt einasta ár. Og aftur næsta ár. Men hann kemur ongantíð einsamallur til Føroya. Í alt hevur hann havt sjeyhundrað fólk við sær til Føroya, síðani filmurin um Barbaru varð frumsýndur í 1997.
-        Vit fóru tann fyrsta túrin í 1998, og síðani hevur tað bara vundið upp á seg. Tað er bæði við danska læknafelagnum, við vinfólki og við øðrum, sigur Niels Malmros.
Vit hava fangað hann og ferðalagið umborð á Norðlýsinum síðsta dagin á vitjanini hesuferð. Danski filmsleikstjórin eigur nógvar vinir og nógva virðing í Føroyum fyri filmin um Barbaru. Miðskeiðis í nítiárunum var í hann heilum Føroyum í sambandi við fyrireikingar og upptøkurnar av filminum um Barbaru.
Ferðirnar seinnu árini eru sum oftast fimm dagar. Tey hyggja eitt sindur skeivt at hvørjum øðrum, tá spurt verður um, hví vitjanin í Føroyum júst skal skal vera í fimm dagar. Soleiðis hevur tað bara lagað seg.
Fyrstu túrarnir vórðu fyriskipaðir í samstarvi við Berlingske Tidende, har Niels Malmros var ferðaleiðari. Men nú er hann ikki so nógv fyri at verða kallaður fyri ferðaleiðari.
- Eg eri bara tann ferðandi, sum sigur hinum, hvar vit fara og hvat vit skulu gera, sigur Niels Malmros og fólkini rundanum flenna í kíki..
Tað eru tó nakrir rættiliga hendingaríkir dagar, ið ferðaløgini gera sær í Føroyum. Mykines er eitt must, sum tey siga. Men tað heitasta nýggjasta eru níggju tímar langir gongutúrar í Eysturoynni.
- Tað eydnast eisini hvørja ferð við væl við veðrinum. Tað er sama vika á hvørjum ári, og tað vísir seg at vera mjørki í Havn og sól í Saksun, sigur Niels Malmros.
Vit skulu ikki fara so langt sum at siga, at hann vísir Føroyar fram sum sítt egna land, men Føroyar hava nakað heilt serligt at siga fyri danska filmsleikstjóran. Hann kann ikki fáa nóg mikið av Føroyum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggjan film
Men hóast nógvir føroyingar høvdu ynskt sær aftur at kunna uppliva ein film um føroysk viðurskifti, so mugu vit bíða eitt sindur longri til aftur at síggja føroyskan film á stóra skíggjanum. Hann fer nevniliga at snúgva seg um tíðina, tá Niels sjálvur gekk á studentaskúla.
 - Filmurin verður tikin upp eftir trimum árum, og ein útgáva av mær verður eitt slag av høvuðspersóni, sigur Niels Malmros.
Filmurin fær væntandi heitið Kærestesorger og verður frumsýndur í seinnu helvt av 2008. Filmurin er fluttur til Viborg, hóast hann átti at gingið fyri seg í Århus, har Niels gekk á studentaskúla árini 1960 til 1963.
Hesin filmurin er eitt framhald av Kundskabens Træ, sum varð frumsýndur í 1982. Tann filmurin snýr seg um tíðina hjá Niels Malmros sum næmingur á Århus Katedralskole. Tann filmurin snýr seg í stóran mun um broytingin frá at vera barn til at gerast vaksin. Niels Malmros hevur eisini gjørt aðrar filmar, ið eru bygdir á egnar endurminningar.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men hví skulu vit aftur nú síggja enn ein film við støði í tínum lívi?
- Eg vil so fegin siga søguna um kærleikan. Eg mangli at fortelja um kærleikan. Tað verður tað, ið hesin filmurin fer at snúgva seg um, sigur Niels Malmros.
Vit kunnu tískil vænta okkum innlit í, hvussu tað var at vera tannáringur og forelskaður í sekstiárunum. Niels Malmros lovar, at filmurin fer at líkjast hansara undanfarnu, og tað á ongan hátt verður nakar lættisoppur filmur, hann fer at frumsýna í 2008. 
-        Fíggingin er júst komin upp á pláss. Vit fara undir upptøkurnar í heyst, sigur Niels Malmros.
 Tað eru millum annað danski staturin og Danmarks Radio, ið hava verið við til at fíggja umfatandi verkætlanina. Eftir ætlan verður samlaði kostnaðurin einar 27 milliónir krónur. Tað eru tó góðar tíggju milliónir bíligari enn Barbara.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fann sannleikan
Við á hesari seinastu ferðini er Jens Astrup, ið hesa løtuna situr undir hvørjum øðrum yvirav vinnimanninum. Hann er ein av teimum fáu, sum aftur og aftur eru at finna í ferðalagnum hjá Niels Malmros. Jens Alstrup hevur til fyri kortum røkt starvið, ið pápi Niels Malmros, Richard, røkti sum skurðlækni.
Tað var eisini Richard Malmros, ið gjørdist høvuðspersónur í seinasta filminum hjá Niels Malmros, At kenda sandheden. Filmurin fekk ovurhonds góð ummæli og verður róptur fyri eitt meistaraverk. Filmurin snýr seg um truplu tíðina hjá Richard Malmros sum yvirskurðlækni, ið nýtir eitt vandamikið evni til heilaskurðviðgerðir.  Filmurin vísir sera væl sambandið millum faðir og son, og hvussu trupult tað er at siga eina søgu, ið stendur einum nær. Sjálvur er Niels Malmros eisini útbúgvin lækni, men hann hevur bert virkað sum avloysari, millum annað í Føroyum.
-        Eg droymi um at gera eina av bókunum hjá Williami Heinesen til film, men tað verður mestur ikki til veruleika. Eg verði 64 ár, tá hesin næsti filmurin er liðugur, og tá er ivasamt, hvussu nógvar filmar, eg eigi eftir í mær, sigur Niels Malmros.
Hann roknar við, at hesin næsti filmurin verður tann síðsti, hann fer at gera.
- Men tað sigi eg eisini hvørja ferð. Men eg komi í øllum førum aftur og aftur til Føroya, sigur Niels Malmros.
Tað er kanska ikki so galið í Føroyum.