Um tað er bardagi á grynnuni, ella hvalirnir hava funnið eitt hvørt snildi fyri at sleppa av við sendaran á horninum, er torført at meta um. Men vit kunnu staðfesta, at bert ein hvalur sendir regluliga heim.
Tað er Mads Petur, ið trúliga ringir heim, meðan Jónhild nú eisini hevur valt at kvetta sambandi við fylgissveinin.
Vit vóna nú, at hesir hvalirnir koma í eitt grindadráp. Tá kunnu vit so kanna sendara, og hvussu nógv hornið er slitið, sigur Dorete Bloch.
Hon sigur víðari, at tey higartil hava fingið hópin av nýggjari vitan, men at tað kortini er eitt sindur hugstoytt, at bert ein hvalur sendir heim, tí sendararnir eru gjørdir til at virka eitt heilt ár.
Næstu ferð fara vit at broyta útsjóndina á sendarunum, so mótstøðan í sjónum verður minni. Vit skulu minnast til, at hetta er ikki roynt áður, so vit mugu royna okkum fram, sigur Dorete Bloch.