Hvat við Boys Night?

 

Eg sá eitt lesarabræv fyri nøkrum vikum síðani um Boys Night. Tað bleiv onki gjørt burtur úr hesum lesarabrævi, so eg ætli mær at taka hetta evnið uppaftur, fyri at fáa teir at brúka javnstøðulógina í Club 20 eisini.

Eg leitaði mær oman í Club 20 eitt kvøldið. Tá eg kom oman sá eg, at tað var ókeypis atgongd fyri konufólk. Hetta gjørdi meg sera argan og keddan. Vit boysar fáa minni og minni at siga her í samfelagnum. Eg var eisini ein ágrýtin Club 20?ari og nógv onnur við mær, men nú eri eg neyvan ein Club 20?ar og eg veit at nógv eru við mær. Eg fari neyvan at leita mær kvinnuklæði fram fyri at sleppa inn í Club 20, so nú mugu teir taka seg saman.

Um onki verður gjørt við henda samfelagssliga veikleika, so kann eg við vissu siga, at hetta er valla tað síðsta tit hoyra mær mær.

Harmar heilsanir,


Ein við stórari umsorgan

fyri javnstøðulógini