Risastóra fiskivinnutiltakið hjá runavíkingum, North Atlantic Fish Fair, sum verður í komandi viku, verður hildið sum ælta.
? Fyrireikingarnar av stevnuni verða ikki raktar sum so. Tríggir mans, sum vóru við at seta teltini upp, eru farnir til hús, men hetta arbeiðið er so gott sum liðugt, so har verður eingin trupulleiki, sigur Símun Hammer, projektleiðari fyri stevnuna.
? Hetta er tó ein sera óheppin støða, og tað kann gerast ein trupulleiki fyri framsýnararnar, um teir ikki fáa alla sína vøru til landið.
Góðtaka ikki mistøk
Fyrireikararnir av NAFF hugsaðu um møguligt verkfall, tá stevnan varð løgd í mai mánaði.
? Vit viðgjørdu fyrimunir og vansar, og eitt møguligt verkfall varð eisini nevnt, men hinvegin hava vit ikki havt verkfall í nógv ár, so vit hildu tað var ráðiligt at leggja stevnuna nú, sigur Símun Hammer.
? Heldur verkfallið fram komandi vikuna, so fer tað at merkja støðið á stevnuni. Men nógvir av framsýnarunum hava roynt slíkt áður ? til dømis í Fraklandi ? so teir góðtaka helst, at verkfallið fær onkrar avleiðingar.
? Teir góðtaka tó ikki, at vit ikki klára at skipa stevnuna nóg væl, so tað er umráðandi hjá okkum, at alt er so væl fyriskipað sum gjørligt, og so verður neyvan nakar veruligur trupulleiki av verkfallinum, sigur Símun Hammer.