lágtrýst at treingja seg á av útsynningi, og sunnudagin fer eitt brúgvalag fram við Føroyum av útsynningi. Fyrst í næstu viku kemur væntandi eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing á eini leið millum Skotland [...] líður regn ella ælaveður av og á. Um náttina øtlar hann vindin aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað og út á náttina regn. Hitin alt samdøgrið [...] Mánadagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, men út á dagin frískar hann vindin aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í
Seinnu árini er bilasølan her á landið vaksin í stórum, og tí hava vit metnógv skrásett akfør í Føroyum. Talið er á veg upp um 40.000 skrásett akfør, og tað er ein vøkstur uppá umleið 18 prosent eftir [...] somuleiðis fer at økja stórliga um bilaferðsluna til Havnar. Hagtøl vísa, at dagliga koyra um 8.000 akfør á leiðini norðan fyri Havnina, sum altso koyra til og frá Havnini. Vit vita haraftrat, at eini 400 fólk [...] møguleiki, men har er staðsetingin stóra avbjóðingin, tí um vit síggja fyri okkum, at okkurt varð gjørt á Skálatrøð ella Bursatanga, ið helst eru best egnað til endamálið, so ber bara til at gera tað stigvíst
Fyrsta mál á skránni, tá løgtingsfundur verður klokkan 10 í morgun, er uppskot frá landsstýrismanninum í vinnu- og uttanríkismálum, Poul Michelsen, um at seta á stovn filmshús. Eftir uppskotinum skal [...] na 5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 126/2016 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum 6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 127/2016 : Uppskot til løgtingslóg
200, skal hava hesi serrættindi við egnum parkeringsplássi á Doktaragrund. Sigast skal, at til tey umleið 30 húsini, sum fólk býr í úti á Reyni – á Doktaragurnd og har um leiðir, eru einir 15-20 p-básar tilsamans [...] hevur pláss til bilin inni á matriklinum. Danska ríkisumboðið húsast eisini í gomlu Havnini – í Amtmansbrekkuni. Ríkisumboðið hevur ongan privatan parkeringsbás úti á almennum veg. Ríkið eigur húsini og [...] til sín bil á matriklinum hjá danska statinum. Løgmaður, landsstýrisfólk og íslendski konsulin hava sama trupulleika, sum fólk, sum búgva úti á Reyni: Tey fáa ikki sett bilin frá sær inni á egnum øki.
avgjørt ikki høvdu verið úti og koyrt bil. Ákærin trúði so lítið upp á vitnisfrágreiðingina, at hon fleiri ferðir mátti minna vitnið á, at hann var undir vitnisábyrgd, og at lúgva í rættinum kostar 60 dagar [...] sløraði eftir vegnum, rendi á ein garð, og tá teir báðir komu úr bilinum vóru teir so fullir, at annar datt, meðan hin mátti stiðja seg móti bilinum, fyri ikki at fara sama veg. So hendi tað óvanliga, at [...] Mánadagin tók ein ungur maður við 30 tíma samfelagstænastu fyri dýrandi fullur at hava koyrt ein bil á sjógv. Málið hevur verið fyri í rættinum áður, men tá tað barst nøkrum vitnum frá at møta, varð sakin
er stuttligt at minna tykkum á, hvussu tit hittust á fyrsta sinni, og var hetta sum í einum røttum ævintýri. Tit vóru í somu veitslu, tá mamma var so óheppin, at hælurin á skónum datt undan. Ímyndast kann [...] Maja og Sonja. Tit eiga 15 ommu- og abbabørn, 10 langommu- og langabbabørn, umframt at eitt er á veg. Á diamantbrúdleypsdegnum eru tit burturstødd. Tit hava sæð tykkum føran fyri at fara til dóttir tykkara [...] stundum sum gestir í svimjihylinum og til tíðir sitandi saman á beinkinum í SMS. Babba, tín yrkisleið hevur verið frá hýruvognsførara á ungum døgum áðrenn tú gjørdist rørleggjari. Tú starvaðist hjá Mariu
mia. kr tilsamans, tí danska fíggjarlógaruppskotið bara fyri 2010 vísir eitt hall upp á 86 mia. kr. Hetta svarar upp á seg júst til hallið í føriska fíggjalógaruppskotinum. Men síðan heldur øll samanbering [...] skóru inn á bein í bestu tíðum. Kreppan er tann ringasta í Førjum seinastu 15 árini! Danska fíggjarlógarhallið er blást upp, tí danir vilja pumpa nakað av uppsparda peninginum út í samfelagið fyri á tann hátt [...] sunnan búskap, men tak heldur synd í íslendingum, og so eisini í okkum føringum. Vit eru sterkt á veg at gera sama brølara.
Vit eru á veg móti einum meira fjøltáttaðum búskapi soleiðis, at fleiri bein verða hjá samfelagnum at standa á. Tað at byggja alt samfelagið á eina vinnugrein, sum gjørt hevur verið við fiskivinnuna seinastu [...] økist. Alivinnan gjørdi tað. Alivinnan er eitt dømi um, hvussu gagnligt tað er at spjaða álitið á búskapinum út á fleiri vinnur. Meðan tað hevur gingið illa hjá meginpartinum av fiskivinnuni, byggivinnuni og [...] at leggja eyka byrður á vinnur bara tí hesar klára seg væl Tað er kanska freistandi hjá politikkarum, sum arbeiða við, at fáa fíggjarlógina at hanga saman, at leggja eykað gjøld á vinnur, sum klára seg
Fleiri lógu í barnavognunum, sum nýbakaðu og spentu foreldrini á Sandi trillaðu fram við vøllinum inni í Dalinum, meðan tey fylgdu liðnum á veg ímóti toppinum, og aðrir høvdu ikki meiri enn rokkið skúlaaldri [...] ikki so nógvir at taka av á Sandi. Fleiri teirra, sum áður hava verið á B71-liðnum í bestu deildini, spæla nú í øðrum feløgum, og tí hava fleiri teirra, sum nú skulu royna seg á besta liðnum, lítlar og ongar [...] manna B71 -liðið, ið enn eina ferð skal royna seg í bestu deildini, eru teir fáir, sum minnast aftur á, hvussu tað myndaðist í 1989. Frágreiðingin er einføld. Hóast flestu føroysku spælararnir vóru føddir
Til fólkatingsvalið var flokkurin á politiskari sjálvmorðskós, og nú løgtingsval er skrivað út, so halda hesi fólkini fram á somu politisku sjálvmorðskós, har ein talar í eyst og hin í vest. [...] flokkinum, Kristianna Winther Poulsen, sum á fólkatingsvalinum stillaði upp fyri fyrstu ferð. Tað hevur sært fólk í flokkinum, at Kári á Rógvi í Kringvarpinum lætst sum um, at tey nú [...] flokkinum, og at hon ikki hevur játtað endaliga uppstilling. Men hetta vil hon ikki vátta. Hinvegin hevur Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður og formaður floksins, sum