Konsul fær privat p-pláss á almennum veg

Tórshavnar býráð hevur givið íslendska konslinum í Havn privatan parkeringsbás í trongu túnunum millum húsini úti á Reyni í Havn

Tórshavnar býráð hevur givið íslendska konslinum í Havn privatan parkeringsbás í trongu túnunum millum húsini úti á Reyni í Havn

 

Orsøkin er, at tekniska nevnd hjá Tórshavnar kommunu við Jákupi Dam úr Tjóðveldi sum formanni hevur samtykt, at akfarið hjá íslandska konsulátinum, við nummarplátuni CD 200, skal hava hesi serrættindi við egnum parkeringsplássi á Doktaragrund. Sigast skal, at til tey umleið 30 húsini, sum fólk býr í úti á Reyni – á Doktaragurnd og har um leiðir, eru einir 15-20 p-básar tilsamans, sum íbúgvarnir ikki hava fyrstarætt til, men sum fólk, sum starvast í økinum, eisini brúka.

 

Sambært skjalainnliti, sum Miðlahúsið hevur fingið, so er grundgevingin hjá teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð tann, »at í grannalondum okkara hava deplomatbilar serstakan rætt at parkera«. Men so er ikki í Føroyum. Í kunngerðini um ferðslu eru ikki nevnd undantøk frá galdandi parkeringsreglum fyri akførum hjá embætis- og deplomatbilum. Tó hava løgmaður og landstýrisfólk fingið serstakt parkeringsloyvi fyri nógvum árum síðani.

 

– Kommunustjórin og býarverkfrøðingurin hava við støði í hesum mælt til at veita íslendsku sendistovuni ávísan parkeringsbás við Reyngøtu til bilin við nummarplátuni CD 200, vísir skjalainnlit frá Tórshavnar Kommunu.

 

– Básurin er á ogn hjá Tórshavnar kommunu, og metir kommunan seg sum eigara av økinum og vegamyndugleiki sambært ferðslulógini at kunna taka avgerð um slíka avmerking, verður sagt av býráðnum í Havn.

 

Skjótt 40 ára gamla parkeringsskipanin hjá Tórshavnar kommunu hevur síðan byrjan volt íbúgvum í gomlu býarpartunum trupulleikar. At tosa við kommununa um tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Afturi í áttatiárunum var ein skipan úti á Reyni, har økið varð merkt »Einans parkering fyri íbúgvar«. Men hesi skelti vórðu tikin burtur fyri nógvum árum síðani. Grundgevingin var, at »býráðið kundi ikki geva ávísum borgarum framíhjárættindi«.

 

Nú er skipan komin, har íbúgvar mótvegis gjaldi kunnu parkera á avmerktu básunum í óavmarkaða tíð. Tað er ein munandi bati. Men eingin íbúgvi hevur fingið sín egna parkeringsbás, ella somur »serrættindi« – sum íslendski konsulin, sum ikki býr í økinum, men sum leigar eina skrivstovu í einum privatum húsum, sum ikki hevur pláss til bilin inni á matriklinum.

 

Danska ríkisumboðið húsast eisini í gomlu Havnini – í Amtmansbrekkuni. Ríkisumboðið hevur ongan privatan parkeringsbás úti á almennum veg. Ríkið eigur húsini og matrikulin og hevur gjørt parkeringspláss til sín bil á matriklinum hjá danska statinum.

 

Løgmaður, landsstýrisfólk og íslendski konsulin hava sama trupulleika, sum fólk, sum búgva úti á Reyni: Tey fáa ikki sett bilin frá sær inni á egnum øki. Tórshavnar býráð hevur loyst trupulleikan hjá løgmanni, landsstýrisfólki og íslendska konslinum við at geva teimum serrættindi, sum íbúgvar, sum búgva í økinum og eiga hús í økinum, ikki hava kunnað fingi og ikki fáa.