Tíðindaskriv frá Norðuratlantsbólkinum
-------
Jóannes Jacobsen, Ph.d. í búskaparfrøði leggur fram búskaparpolitiska frágreiðing um búskaparlig og politisk viðurskifti ið hava størstan týdning fyri einum møguligum føroyskum sjálvberandi búskapi.
Í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánakvøldið 1. mars kl. 19.00
Eitt av kunngjørdu málunum hjá Norðuratlantsbólkinum hevur frá byrjan verið at gjørt eina størri óhefta kanning av politisku, búskaparligu og vinnuligu viðurskiftunum í Føroyum og Grønlandi og sambandinum við Danmark – herundir leiklutin hjá ríkisveitingini í hesum skipanum og møguleikarnir fyri sjálvberandi búskapi.
Norðuratlantsbólkurin er tískil sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa ein granskara í búskaparfrøði og ein samfelagsfrøðing at gera eina slíka kanning viðvíkjandi Føroyum, sum nú verður løgd fram.
Frágreiðingin viðgerð millum annað hesar spurningar:
• Hvussu er samanhangurin millum politikk, vinnu, ríkisveiting og búskap?
• Forðar ríkisveitingin fyri størri útflutningsvinnu?
• Ber fiskivinnan øllum føroyska samfelagsbúskapinum?
• Kann fiskivinnan kasta meira av sær – og hvørjar eru tær politisku forðingarnar?
• Hvat hendir, tá vit skera ríkisveitingina – og hvat hendir, um vit ikki gera tað?
Í frágreiðingini verður fyrst hugt eftir yvirskipaðu gongdina í føroyska búskapinum við atliti til m.a. inntøkustøði, vinnubólkabýti, lønargongd, miðsavning, vinnustudning og ríkisveiting.
Hareftir viðgerð frágreiðingin nakrar vinnupolitiskar forðingar og møguleikar í høvuðsvinnuni umframt ávirkanina av ríkisveitingini á føroyska búskapin.
Ávirkanin av ríkisveitingini verður viðgjørd bæði við atliti til hennara reint búskaparligu ávirkan og hennara ávirkan á búskaparpolitikkin.
At enda verður hugt út í framtíðina. Frágreiðingin viðger avleiðingarnar av eini møguligari niðurlaging av ríkisveitingini. Mett verður eisini um, hvussu ein sjálvberandi búskapur kann væntast at síggja út.
Á kjakfundi í Miðlahúsinum fer Jóannes Jacobsen at leggja fram sínar greiningar og niðurstøður og at svara spurningum.