Hættirnir eru fleiri fyri at sleppa undan at sita í fongsli.
Mánadagin tók ein ungur maður við 30 tíma samfelagstænastu fyri dýrandi fullur at hava koyrt ein bil á sjógv.
Málið hevur verið fyri í rættinum áður, men tá tað barst nøkrum vitnum frá at møta, varð sakin tikin upp aftur mánadagin.
Sambært ákæruritinum høvdu tveir ungir dreingir koyrt bil eina leygarnátt í apríl 2009, ein biltúrur sum endaði við, at teir rendu bilin til sjós.
Ungi maðurin, ið var ákærdur fyri at hava ført bilin, noktaði seg sekan við teirri grundgeving, at hann ikki mintist aftur til hendingina. Vinmaður hansara sat so í vitnisstólinum mánadagin.
Hesin vinmaðurin greiddi frá, at hann var farin til ákærda, og teir høvdu ballast. Einaferð um hálvgum trítíðina var hann dottin av, men varð vaktur av løgregluni, sum stóð uppi yvir honum. Vitnið greiddi síðani frá, at hann varð avhoyrdur av løgregluni, men segði, at teir so avgjørt ikki høvdu verið úti og koyrt bil.
Ákærin trúði so lítið upp á vitnisfrágreiðingina, at hon fleiri ferðir mátti minna vitnið á, at hann var undir vitnisábyrgd, og at lúgva í rættinum kostar 60 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.
So vís var Lene Christensen í sínum máli, at hon beinleiðis spurdi vitnið, hví hann leyg. Ein spurningur, sum fekk dómaran at tala at.
Broytti meining
Síðani førdi ákæruvaldið eitt vitnið, sum hevði sæð teir báðar koyra bil hesa náttina. Ein ung kvinna greiddi í smálutum frá, at bilurin sløraði eftir vegnum, rendi á ein garð, og tá teir báðir komu úr bilinum vóru teir so fullir, at annar datt, meðan hin mátti stiðja seg móti bilinum, fyri ikki at fara sama veg.
So hendi tað óvanliga, at dómarin fór út um at tosa við fyrra vitnið, og júst hvat varð sagt er ikki til at vita, men tá dómarin kom inn aftur, ynskti vitnið at broyta frágreiðing.
Hann segði nú, at hann so at siga einki mintist frá degnum og hendingini, men tá unga kvinnan segði seg hava sæð hann og vinmannin í bilinum, so var tað einki, sum hann mintist, men kundi heldur ikki siga nakað ímóti tí.
Ákæruvaldið fráfall eina ákæru um falska vitnisfrágreiðing, og dómarin gjørdi síðani av, at ungi maðurin, sum hevði koyrt bilin, varð dømdur 20 daga treytaðan fongsulsdóm. Treytin fyri ikki at fara inn at sita, var – sum framman undan avtalað millum ákæra og verja – samfelagstænasta í 30 tímar.
Umframt hetta fekk maðurin eina bót, ið svarar til nettoløn í ein mánað, í hesum førinum 1.500 krónur, eftir sum ungi maðurin gongur í skúla og tí bert fær stuðul. Endaliga er maðurin dømdur at missa koyrikortið í tvey og eitt hálvt ár, galdandi frá 16. desemer 2009, tá koyrikortið varð tikið frá honum.
Ungi maðurin tók við dóminum.