Vaskikonan á Vesturbrúgv

Tá loysingarmenn ongi argument vita sær mótvegis heildarveitingini úr Danmark, nýta teir ofta ”tað er so synd í vaskikonuni á Vesturbrúgv”-syndromið sum argument móti blokkinum. Men er tað nú so synd í henni? Kann búskapurin í Føroyum yvirhøvur samanberast við búskapin í Danmark?

Í eini roynd at vísa á, at vit føringar ikki eiga at taka móti heildarveitingini úr Danmark, nýtir Sigmundur Poulsen argumentið, at danir eru so illa fyri búskaparliga, og at vit tí ikki eiga at vera við til at leggja størri skattabyrðar á teir.

Hetta sigur hann sum viðmerking til stutta grein, har eg samanbar førisku loysingarrørsluna við íslendsku, nú íslendskur bókmentagranskari gevur íslendsku sjálvprísandi nationalromantisku frælsishugsjónini ábyrgdina fyri, at Ísland,og serliga at nógvir íslendingar eru komnir so illa fyri.

Íslendingar mist pensjónsuppsparing og sita eftir við ovurhonds stórum lánum
At Ísland hevur goldið limagjald til ST hjálpir lítið øllum teimum íslendingum, sum hava mist alla sína pensjónsuppsparing ella sita við lánum, sum knappliga gjørdust ovurhonds stór, orsakað av at tey vóru upptikin í fremmandum valuta og íslendska krónan endaði í fríum falli.

Men tað er nú sárt hjá loysingarmonnum, sum í nógv, nógv Harrans ár hava havt íslendska undurið sum fyrimynd, at tað vísti seg bert at vera ein sápubløðra. Tí flytur Sigmundur Poulsen fokus frá Íslandi til Danmarkar og sigur, hvussu synd tað er í dønum, tí teir skulu vera eins illa fyri sum vit føringar. Men passar tað?

Loysingarflokkarnir skóru inn á bein í bestu tíðum
Sigmundur hevur helst rætt, tá hann nýtir tøl frá Børsen, sum sigur, at hallið í danska búskapinum í 2009, 2010 og 2011 verður 179 mia. kr tilsamans, tí danska fíggjarlógaruppskotið bara fyri 2010 vísir eitt hall upp á 86 mia. kr. Hetta svarar upp á seg júst til hallið í føriska fíggjalógaruppskotinum. Men síðan heldur øll samanbering uppat.

Danska fíggjarkreppan stavar frá tí globalu kreppuni og er tann ringasta í Danmark seinastu 80 árini, meðan føriska í lika so stóran mun er orsakað av blokkniðurskurðinum, har loysingarflokkarnir skóru inn á bein í bestu tíðum. Kreppan er tann ringasta í Førjum seinastu 15 árini!

Danska fíggjarlógarhallið er blást upp, tí danir vilja pumpa nakað av uppsparda peninginum út í samfelagið fyri á tann hátt at fáa samfelagshjólini at mala skjótari aftur. Teir hava goldið út við bankapakka 1 og bankapakka 2 (kenna vit hetta aftur?), exportfígging, gera nýggjan sjúkrahúsreform við nógvum nýggjum supersjúkrahúsum osfr. osfr.

Blokkurin hevði givið okkum balansa í fíggjarlógina
Føriska fíggjalógarhallið er kroyst niður við sparingum innan øll málsøki, snøgt sagt tí vit mangla blokkniðurskurðin, sum saman við fastfrystingini er upp á yvir 400 mió. kr. um árið. Við sokallaðu multiplikatoreffektini hevði hetta givið okkum balansa í fíggjarlógina. Henda pening vilja danir heldur enn fegnir lata okkum, men vit siga nei-takk, so heldur lata tey sjúku, tey gomlu og tey veiku vera við sviðið soð.

Men Sigmundur, tak ikki synd í dønum, teir hava ein grundleggjandi sunnan búskap, men tak heldur synd í íslendingum, og so eisini í okkum føringum. Vit eru sterkt á veg at gera sama brølara.