Rættiliga køld luft streymar framvegis yvir Føroyar av norðri. Um vikuskiftið byrja brúgvaløg av lágtrýst at treingja seg á av útsynningi, og sunnudagin fer eitt brúgvalag fram við Føroyum av útsynningi. Fyrst í næstu viku kemur væntandi eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing á eini leið millum Skotland og Føroyar. Júst hvar leiðin liggur er enn óvist.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um dagin um 5 stig. Í kvøld og nátt makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Framvegis yvirhøvur turt og klárt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um dagin millum 5 og 8 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein sunnan og øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og klárt og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Leygardagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, men makar síðani vindin. Skýggjað og sum frá líður regn ella ælaveður av og á. Um náttina øtlar hann vindin aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað og út á náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.
Sunnudagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, tó okkurt ælið. Hitin um dagin um 9 stig. Um náttina snarar hann vidnin í sunnan og landsynning og frískar upp í stívt andøvsgul til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 2 og 5 stig.
Mánadagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, men út á dagin frískar hann vindin aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Skýggjað og regn. Hitin um dagin um 7 stig. Um náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av ymsum ættum, 8 til 13 m/s og hitin millum 2 og 5 stig.
Týsdagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, um náttina øtlar hann aftur í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, men eisini onkrir sólglottar. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina niður í 4 stig.