nakrar nágreiniligari ásetingar um krøv og heimildir hjá sonevndu teljarunum, sum skulu banka á dyr og syrgja fyri, at fólk svara spurnabløðunum í heyst. Hinvegin stendur kravið um svarskyldu við. Tað merkir [...] eitt spurnablað, sum allir føroyingar hava skyldu at útfylla - annars fáa teir bót. Tað er greitt, nú løgtingið - við 28 atkvøðum fyri og trimum ímóti - samtykti uppskotið, sum skal slóða fyri umfatandi
Leguhúsið í Nesvík bjóðar nú øllum flokkum í framhaldsdeildini á seturskúla. Tiltakið verður í mai mánaði - Ber til at fáa 150 næmingar úr ymiskum skúlum at hugna sær saman í tvær nætur í leguhúsinum? [...] tiltøkum, virksemi, vitjanum og sjálvandi eisini sosialari samveru. - Uppleggið er, at næmingarnir skulu taka sær av løttum, meðan vit skipa fyri ymiskum tiltøkum, verður sagt úr leguhúsinum. Av tí at pláss [...] umtóktum tónleiki. Eitt annað heldur óvanligt tiltak á seturskúlanum er eitt dansiskeið, har tvey fólk, ið eru von við undirvísing í dansi, fara at læra næmingarnar hetta. Ein vitjan verður haraftrat í
- Hetta verður ein vanlukka So harðliga tekur Føroya Sìlaveiðifelag til, nú samgongan ætlar at geva loyvi til at Fiska makrel undir Føroyum. - Vit hava skilt, at ætlanin er at geva loyvi til at veiða av [...] Men hetta hóvar teimum als ikki og tí heita tey á politiska myndugleikan um at broyta hetta. - Vit skulu gera vart við, at verður loyvi givið til slíka veiku á føroyskum firðum, t.d. í Vestmannasundi og [...] eingin laksur fer at koma niðan á Leynavatn. - Kann slík makrelveiða kann fara fram við gørnum, kunnu fólk siga seg veiða makrel, hóast veruliga endamálið er at veiða laksin, sum felag okkara hevur sett út
Poulsen. Í fjør gingu tær frá Undurlív eisini á Summarfestivalinum og deildu faldarar út. - Nú tykist tað sum, at fólk kennir betur til okkara endamál, og eru tey meira opin fyri tí enn í fjør, sigur Angajo [...] ungar gentur gingið og deilt faldarar út. Tær koma frá Undurlív, og arbeiða tær fyri, at kvinnur skulu koppsetast móti lívmóðurhálskrabba. - Vit ganga runt og tosa við gentur og mammur teirra og royna
limir í útlendskum pensjónskassa? Eru vit umfataði av, at pensjónirnar skulu skattast við inngjald. Spurningurin snýr seg ikki um fólk, ið starvast í Føroyum og eru limir í útlendskum pensjónskassum, men [...] gjøld inn undir skattin. Hvat so við okkum útisiglarum, sleppa vit so heilt frá at gjalda, ella... (nú skal eg ikki misskiljast, eg havi persónligt einki ímóti at gjalda eitt vanligt brúkara gjald) ..ella
Skúvoy, sum stendur fyri arbeiðinum, hevur saman við Landsverki gjørt ein lista yvir allar vegir, sum skulu asfalterast í Skúvoy. Samlaða fermetratalið fyri hesar vegir er 3.364 m2, og er hetta ásett út frá [...] Asfalt asfaltera alt fyri eitt sindur minni enn 950 túsund krónur. Landsverk og Skúvoyar kommuna fara nú at taka støðu til innkomnu tilboðini. Í sambandi við at tað verður asfalterað í oynni, hevur kommunan [...] eisini fáa møguleikan at fáa privat tún og annað asfalterað. Hetta ynski er gingið á møti, og kunnu fólk bíleggja asfaltering til næsta fríggjadag tann 4. juni.
gott 700 arbeiðsfólkunum skulu ikki møta aftur til arbeiðis. - Fyristillið tykkum skelkin, sum arbeiðsfólkini hava fingið í dag. Vit hava stúrt fyri, at hetta skuldi henda, men nú høvdu vit góðar vónir um [...] visti nakað um, at hetta skuldi henda, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. - Fólk hava verið til arbeiðs á onkrum virkjum í dag, og onnur hava bíðað eftir arbeiðsboðum, og so fáa tey
Elsti parturin av skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík er nú stongdur, og hann letur ikki uppaftur. Orsøkin er, at bygningurin er i so ringum standi, og kommunualu myndugleikarnir, skúlans leiðsla og skúlin [...] byrjaði aftur eftir heystfrítíðina, var ramur roykur í húsinum, og roykurin kom úr gólvinum. Byggikøn fólk vórðu biðin um at taka gólvið upp, og tað sá alt anna enn gott út, sigur Signar á Brúnni, skúlastjóri [...] hesum partinum av skúlanum, fingu bræv við heim í dag, og teir fingu eisini boðini, at teir ikki skulu koma í skúla aftur fyrr enn mánadagin. Skúlin er farin at leita eftir øðrum hølum til at undirvísa
Sjúrður Skaale verður høvuðsvalevni og mangt bendir á, at flokkurin fer at koyra uppá, at somu fólk ikki skulu sita á fólkatingi og í løgtinginum. Jóannes Eidesgaard hevur váttað, at hann verður ikki á listanum [...] Portalinum fara at kunngera listarnar, so skjótt teir eru tøkir. Myndir vísir tveir glaðar partamenn sum nú fara at stríðast um sama sess á hvør sínum lista.
Tað eigur at verða ókeypis hjá fólki at taka pengar úr bankanum. Tað halda tey í Tjóðveldi og nú hava tey lagt uppskot fyri Løgtingið um tað. Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Landsstýrið at leggja eitt [...] teimum stóru bankunum tekur heilar 50 krónur í gjaldi fyri hetta, siga tey í Tjóðveldi. Sostatt skulu viðskiftafólkini rinda fyri at fáa sín egna pening úr peningastovninum. Talan kann vera um pening [...] rinda fyri tað siga tey. Tí vilja tey hava Løgtingið at heita á Landsstýrið um at syrgja fyri, at fólk fáa góða, og ókeypis, atgongd til at taka pening úr peningastovnunum.