Tveir vallistar verða kunngjørdir í morgin

Javnaðarflokkurin hevur boðið til tíðindafundar í morginári klokkan 8, har listin til fólkatingsvalið verður almannakunngjørdur. Tjóðveldi hevur somuleiðis boðið til fundar um sama mál klokkan 9.

Portalurin visti í morgun at siga, at Javnaðarflokkurin hevði sjey mans og fýra kvinnur á listanum, og at hetta ikki var í tráð við innhýsisreglurnar hjá flokkinum, sum púra greitt siga, at javnstøða skal vera á øllum vallistum. Javnaðarflokkurin vísti síðani á, at listin ikki var liðugur, og at flokkurin fór at hava javnstøðu á listanum.

Enn er einki komið fram um listan hjá Tjóðveldinum. Men greitt er, at Høgni Hoydal stillar uppaftur, tí hann er longu farin at skriva valgreinar – og eingin í Tjóðveldinum hevur nakran reellan møguleika at fáa fleiri atkvøður enn Høgni Hoydal. Men Tórbjørn Jacobsen, sum fyri langari tíð síðani hevur boðað frá, at hann gevst í politikki, stillar eisini upp til fólkatingsvalið við slagorðunum: »Tú og eg burturav á Danating - loysing, burðardygd og solidaritetur«

Hjá Javnaðarflokkinum tykist greitt, at Sjúrður Skaale verður høvuðsvalevni – og mangt bendir á, at flokkurin fer at koyra uppá, at somu fólk ikki skulu sita á fólkatingi og í løgtinginum. Jóannes Eidesgaard hevur váttað, at hann verður ikki á listanum.

Men alt hetta vita vit meira um í morginári, og vit á Portalinum fara at kunngera listarnar, so skjótt teir eru tøkir.

Myndir vísir tveir glaðar partamenn – sum nú fara at stríðast um sama sess á hvør sínum lista.