Tað eigur at verða ókeypis hjá fólki at taka pengar úr bankanum. Tað halda tey í Tjóðveldi og nú hava tey lagt uppskot fyri Løgtingið um tað.
Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Landsstýrið at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið um at tryggja fólki góða, og ókeypis athongd til pengarnar, tey sjálvi eiga í bankanum.
Tjóðveldi vísir á, at hesi seinastu árini eru bankarnir farnir at lata deildir sínar aftur á teimum smærru plássunum í landinum. Bankarnir hava enntá tikið fleiri sjálvtøkur kring landið niður við teirri grundgeving, at tær ikki bera seg fíggjarliga.
Og samstundis eru alsamt fleiri ómaksgjøld løgd á grundleggjandi bankatænastur.
– Peningastovnarnir eru nú, allir sum ein, farnir at taka gjald frá viðskiftafólki fyri at taka pening út. Annar av teimum stóru bankunum tekur heilar 50 krónur í gjaldi fyri hetta, siga tey í Tjóðveldi.
Sostatt skulu viðskiftafólkini rinda fyri at fáa sín egna pening úr peningastovninum. Talan kann vera um pening, tey hava fingið í løn, í pensjón, ella pening, tey hava sett á bók.
– Sostatt tekur peningastovnurin gjald fyri pening, ið peningastovnurin ikki eigur, staðfesta tey í Tjóðveldi.
– Hetta eigur at verða broytt, so at fólk kunnu taka sín egn pening úr peningastovninum, uttan at rinda fyri tað siga tey.
Tí vilja tey hava Løgtingið at heita á Landsstýrið um at syrgja fyri, at fólk fáa góða, og ókeypis, atgongd til at taka pening úr peningastovnunum.










