Nú fáa skúvingar asfalt

HJ Asfalt hevur bíligasta tilboðið upp á at asfaltera í Skúvoy. 950.000 krónur eru settar av til endamálið. Lisitatión var á Landsverki fríggjadagin í sambandi við asfaltering í Skúvoy. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at veita og leggja oljugrús á vegirnar í Skúvoy. Verkætlanin er boðin út í øvugtari lisitatión, skilt á tann hátt, at tann bjóðandi bjóðar uppá, hvussu nógvar fermetrar av vegi kunnu asfalterast fyri 950.000,-

Kommunan í Skúvoy, sum stendur fyri arbeiðinum, hevur saman við Landsverki gjørt ein lista yvir allar vegir, sum skulu asfalterast í Skúvoy. Samlaða fermetratalið fyri hesar vegir er 3.364 m2, og er hetta ásett út frá uppmátingum av vegunum í oynni, ið vóru gjørdar, áðrenn útbjóðingina.

Tvey feløg hava boðið seg til at asfaltera í Skúvoy. Landsverk kundi asfaltera 3168 fermetrar fyri 950 túsund krónur, meðan HJ Asfalt kann leggja asfalt á 3688 fermetrar fyri sama prís. Hetta merkir altso at meðan Landsverk kann asfaltera næstan alt fyri 950 túsund krónur, kann HJ Asfalt asfaltera alt fyri eitt sindur minni enn 950 túsund krónur.

Landsverk og Skúvoyar kommuna fara nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Í sambandi við at tað verður asfalterað í oynni, hevur kommunan sett fram ynski um, at borgarar í kommununi eisini fáa møguleikan at fáa privat tún og annað asfalterað. Hetta ynski er gingið á møti, og kunnu fólk bíleggja asfaltering til næsta fríggjadag tann 4. juni.