Umstrídda uppskotið um manntal er samtykt við aðru viðgerð við smávegis broytingum. Í heyst kemur eitt spurnablað, sum allir føroyingar hava skyldu at útfylla - annars fáa teir bót.
Tað er greitt, nú løgtingið - við 28 atkvøðum fyri og trimum ímóti - samtykti uppskotið, sum skal slóða fyri umfatandi fólkateljing í heyst.
Løgtingið beindi annars uppskotið aftur í nevnd fyrradagin, tí ivi varð sáddur um, hvørt tað stríddi við bæði mannarættindasáttmálar og grundlógina.
Í nýggja uppskotinum, sum varð samtykt í dag, eru komnar nakrar nágreiniligari ásetingar um krøv og heimildir hjá sonevndu teljarunum, sum skulu banka á dyr og syrgja fyri, at fólk svara spurnabløðunum í heyst.
Hinvegin stendur kravið um svarskyldu við.
Tað merkir, at øll hava skyldu at svara spurnablaðnum, tá teljararnir koma á vitjan í heyst - annars kunnu tey vænta eina bót.
Minnilutin í fíggjarnevndini og løgfrøðiligi ráðgevin mettu annars, at bótin kann stríða við m.a. ásetingarnar í evropeiska mannarættindasáttmálan um rættin til privatlív.
Men í nýggja álitinum rættvísger meirilutin í fíggjarnevndini revsingina við at vísa á eina lóg frá 1991, sum longu gevur heimild til at sekta tey, ið ikki veita neyðugar upplýsingar.
Tað er lógin um Hagstovu Føroya, sum gevur stovninum heimild til at krevja sær slíkar upplýsingar.
Í § 5 stendur, at ?tann, sum ikki rættstundis veitir tær upplýsingar, ið verða kravdar av honum eftir grein 3 og 4 við vilja ella við grovum ósketni veitir rangar upplýsinar, verður sektaður.?










