Karlot Hergeirsson
-----
Vit DIS-arar og aðrir útisiglarar fingu eitt lyfti fyri og annað eftir, at ikki skuldi áleggjast eyka skattur á okkum.
Eg skilji, at planurin hjá samgonguni er at leggja Heilsutrygd og Sjónvarpsgjaldið og møguliga onnur gjøld inn undir skattin. Hvat so við okkum útisiglarum, sleppa vit so heilt frá at gjalda, ella... (nú skal eg ikki misskiljast, eg havi persónligt einki ímóti at gjalda eitt vanligt brúkara gjald)
..ella skula vit áleggjast eitt gjald, sum samsvarar okkara inntøku í tí sokallaða »progressiva flatskattinum«?
Hvussu vil Fíggjarmálaráðið umrokna nettolønina hjá okkum DIS-arum til eina A-skatta inntøku? Hvat fyri frymil vil verða nýttur?
Um so er, at hetta er planurin hjá samgonguni, so flyta vit okkum frá einum vanligum brúkaragjaldi til ein brúkara SKATT. Við øðrum orðum ein eyka skatt á okkum. Sitandi samgonga livur so heldur ikki upp til hetta vallyftið, sum tey góðu okkum undan valinum, so sum við so nógvum øðrum lyftum.
Eg havi eisini ein annan spurning til samgonguna. Hvussu við pensjónum hjá okkum sum arbeiða uttanlands og eru limir í útlendskum pensjónskassa? Eru vit umfataði av, at pensjónirnar skulu skattast við inngjald. Spurningurin snýr seg ikki um fólk, ið starvast í Føroyum og eru limir í útlendskum pensjónskassum, men føroyingar ið starvast uttanlands.
Hevur samgongan yvirhøvur kannað henda spurning, hevur man verði í sambandi við útlendskar pensjónskassar.
Eg kundi hugsað mær at fingið svar upp á hesar spurningar.