fegin venda aftur til at tosa um, hvussu nógv systkinini hava vitjað hana. -Eg eri nokk so kedd um, at tann elsta systurin, Mary, ikki náddi at koma at vitja. Tí eg veit, at hon ætlaði sær at koma í summar [...] onkran her heimanífrá. Eg rokni við, at tað er eitt sindur øðrvísi, tá tú hevur onkran heimanífrá tætt uppá, hóast tú ert burtur. Eg veit ikki. Men í øllum førum, so havi eg trivist væl her, og eg kann ikki [...] teimum aftur til Hollands at vitja. Tann unga Sonja tók av tilboðnum, um at sleppa út at síggja verðina. -Lilly helt tað vera stuttligt, um eg vildi koma ein túr við teimum. Hetta var í januar, í sama mánaði
lýsing komu nógv minni fram fyri meg. Tái eg nú fari at royna at seta nakað á blað, so er tað ikki einans um Jákup, men eisini um slupptíðina og lívið umborð, sum var so ólíkt tí hjá fiskimonnum nú á [...] innistongdur í frítíðini. Hugsa vit so um lugarið var tað felagsrúm fyri alla manningina. Her var maturin tilgjørdur og etin. Umleið 14 mans skuldu sova í lugarinum. Har skuldu teir eisini vera á frívaktini [...] eftir. So kundu vera aðrir, sum sótu har í góðum hýri. Í lugarinum fór fram nógv kjak um ymiskt. Her vóru góðar umstøður fyri ósemjum, sum eisini kundu taka seg upp av og á. Men ótrúliga sjáldan. Her
kommununi, har m.a. bleiv spurt um kommunusamanleggingar. Tað gekk greitt fram av kanningini, at borgarin ikki visti hvat hann skuldi halda um kommunusamanleggingar. 1/3 svaraði “eg veit ikki” til allar, uttan [...] Jóhan Christiansen, borgarstjóri ----------- Langt um leingi hevur ein landsstýrismaður dirvi til at avgreiða spurningin um kommunubygnaðin í landinum. Tað hevur Kári P. Højgaard rós uppiborði fyri. F [...] týdningarmesta uppgávan tú hevur sum politikkari er, at upplýsa fólkið í stórmálum sum hesum. Hetta hava landsmyndugleikanir ikki megna. Teir hava rætt og slætt ikki duga at selt boðskapin um kommunusamanleggingar
tekjuni. Um morgnarnar plagdi ein drýlabiti at liggja klárur til hvønn teirra. Men sum abbi plagdi at siga: “Tá ið Harrin leggur sína signing til, lagar alt seg til tað besta”. Bað um navnið í dreymi Um navnið [...] hjálpsamur og boð vóru send eftir honum, tá ið nakað var áfatt í bygdini. Hann vandaði sær væl um matin. Tað var ikki lukkuligt, tá ið vit ótu turran fisk, um vit tveittu skræðuna og ikki høvdu etið alt, [...] ið pápin doyði. Abbi bleiv av bestu útróðrarmonnum. Hann var skilamaður á sjógvi og bátsformaður, tá ið teir um heystið róðu við seksmannafari og um várið við áttamannafari. Abbi var í mong ár til lands
í dimmu, har tú endar við at skriva, at onkur klókur kanska kundi svara tær aftur, so eg helt, at eg kundi royna. Eg fekk eina kenslu av órættvísi, tá ið eg læs títt lesarabræv. Helt, at tú mátti hava misskilt [...] fyrireikingartíðin skal til fyri at stimbra hugflogið hjá tí einstaka barninum enn meira. Eg veit ikki, hvørji børn, ið tú ert saman við í gerandisdegnum, men eg kenni meg ikki aftur í tínum útalilsum. Eg eri [...] ævintýrinum, ið tú og vit øll onnur eru uppvaksin við - har er einki broytt. Sjálvandi hyggja tey eisini í sjónvarp og spæla nintendo, men tað haldi eg ikki, at tey fáa minni hugflog av, um tað verður hugt
n skal til fyri at stimbra hugflogið hjá tí einstaka barninum enn meira. Eg veit ikki, hvørji børn, ið tú ert saman við í gerandisdegnum, men eg kenni meg ikki aftur í tínum útalilsum. Eg eri sjálv mamma [...] ævintýrinum, ið tú og vit øll onnur eru uppvaksin við - har er einki broytt. Sjálvandi hyggja tey eisini í sjónvarp og spæla nintendo, men tað haldi eg ikki, at tey fáa minni hugflog av, um tað verður hugt [...] ansingarstovnunum tey fáa nakað serverað á einum silvurplatti!!! ?Hatta við, at tað er vøkstur í herverki og harðskapi, er sjálvsagt ein óheppin skeiv gongd, men eg haldi ikki, sum tú eisini sjálvur nevnir
desember var eg og vitjaði Sigurd, og vit prátaðu um mangt og hvat. Tá eg skuldi fara avstað reisti hann upp, hugdi meg beint inn í eyguni og spurdi: Hevur tú skrivað nekrologin? Eg segði, at tað hevði eg [...] var uppi um dagarnar, koyrdi bil og fyrireikaði seg til summarið við ferðamannaskipunum, tí sum hann segði, einki er so vist sum deyðin, men einki er so óvist sum deyðastundin, so tað ráddi um at vera [...] hesi seinastu árini tosaði hann ofta um, hvussu bilsin hann var av, at laksur skuldi vera vorðin okkara størsta útflutningsvøra. Hesi árini fiskaði hann síl víða um landið, og fyri smádreingirnar í Kaldbak
ateismu og sekularismu, og leggja líka í, um moralska poengið við menniskjanum kemur innanífrá ella uttanífrá: um meiningin við lívinum er menniskjað sjálvt, ella um menniskjað bert gevur meining umvegis [...] neyvan so ørt at duga sína bíbliu. Bert við einum veruligum forstáilsi av søguni um Káin og Ábel hevur tú undandragið, fert tú í holt við at tulka eitt sevjuríkt systkinadrama á akademiskum stigi. Tað krevur [...] læra næmingar um nakað so “indoktrinerandi” sum næstrakærleika, synd og náði, svarar hetta til knappar 20 minuttir dagliga—væl minni tíð, forrestin, enn lítli Rógvi brúkar uppá at láta sum um, at hann m
góðar stundir at tosa um føroyska rokkdreingin. - Sveinur hevur trúvirði. Tað fer henda gongdin eisini at vísa. Hann veit gott hvønn stíl hann hevur og hvat hann vil. Sveinur veit, hvat fer at rigga og [...] og har er einki ivamál hjá honum. Kemur tú í gjøgnum X Factor við hesum, og megnar at byggja á tað hinumegin, so hevur tú trúvirði. Og eg vóni, at Sveinur fer allan vegin, sigur Cutfather. Cutfather er Cutfather [...] sigur Sveinur, sum er ógvuliga fegin um at hava fingið Cutfather knýttan at sær, hóast Sveinur er meiri rokkari og Cutfather poppari. Skal tíma sangirnar Cutfather hevur um nakar drúgvar royndir, tá tað kemur
m. Nú er tað vorðið ein partur av mínum lívsstíli. Tá tú fært tína fyrstu tatovering, so steðgar tú ikki aftur, og eg havi heldur ongar ætlanir um at steðga, sigur Sveinur. Men tatoveringarnar eru bara [...] Sveinur og hann í stóran mun lurta eftir sama tónleiki. - Tað hava vit altíð gjørt. Ofta hoyrir tú søgur um, hvussu lítlibeiggin snýkti seg at lurta eftir plátunum hjá stórabeiggja. Hjá okkum var tað soleiðis [...] upp í klæðir, hár og tað, tú útstrálar sum heild. - Sjálvandi skal alt vera við máta, men mær dámar væl klæðir og tað, sum har til hoyrir. Tað, tey kalla X Factor, fevnir um allan pakkan. Persónligheit