Henda søgan byrjar við, at Elsebeth Magnusdatter av Toftum og Poul Joensen í Syðrugøtu giftust í 1790. Tey fingu fimm børn, ið komu til – tríggjar synir og tvær døtur.
Peder Poulsen, nevndur Pætur, oldurabbi, var elstur. Hann var føddur 1794 og doyði í 1839 – 45 ára gamal. Hann hevði konu av Blankskála – Barbaru Simonsdatter. Tey fingu fýra børn – ein son og tríggjar døtur. Tað er tó ikki frá hesi Barbaru ættarnavnið stavar. Ein onnur Barbara hevur verið undan hesari.
Av teirra fýra børnum var langomma, Elsebeth Pedersdatter, fødd 1824, elst. Hon giftist við Johannes Mikael Mikkelsen, Havna Jóannis, langabba, ættaður úr Havn. Tá hann 7 ára gamal misti pápan, fór hann til Fuglafjarðar til ommu sína, sum var bóndakona í Heimistovu, og hann vaks upp har. Beiggin var Poul Pedersen, Pól í Barbustovu, f. 1826. Hann var giftur við Onnu Jacobsdatter úr Blásastovu í Norðragøtu. Hinar báðar systrarnar giftust norður til Gjáar. Súsanna Fr. Pedersdatter, fødd 1833, giftist við Jógvan í Blásastovu. Elsebeth Elena Pedersdatter, fødd 1835, giftist við Klæmint Joensen í Nýggjustovu.
Mátti taka ábyrgd av heimi bert 11 ára gamal
Elspa í Barbustovu og Havna Jóannis giftust í Nes kirkju 28. juni 1859 og búsettust í Syðrugøtu. Abbi, Petur Pauli í Barbustovu, var elstur av teirra fimm børnum. Tá ið hann bara 11 ára gamal misti pápan, mátti hann saman við mammuni taka við ábyrgd av heimi og smærri systkjunum. Hetta hevur ikki verið lætt hjá honum. Álvarsemi, ábyrgd og nøgdsemi eyðkendi hann alt lívið. Hann var ógvuliga arbeiðssamur og hevði stórar likamligar kreftir. Eisini var hann sera røkin í øllum, hann hevði um hendur.
Tá í tíðini var eingin Almannastova at fara til. Vit fáa eitt lítið innlit í, hvussu hart tað hevur verið at missa forsyrgjaran frá fimm smábørnum. Mamma hansara tøtti fyri triðing. Tað vil siga, at hon fekk tógv frá bóndum. Tá ið langomma hevði bundið tríggjar skipstroyggjur, átti hon ta einu, sum hon kundi keypa tað mest neyðturviliga fyri.
Fyri at spara lýsið í kolini, plagdi hon at baka drýl, tá ið myrkt var blivið. Tá brúkti hon ljósið frá grúgvuni til at binda við. Eisini hjálpti mánalýsið, sum kom niður ígjøgnum lítla gluggan í tekjuni.
Um morgnarnar plagdi ein drýlabiti at liggja klárur til hvønn teirra. Men sum abbi plagdi at siga: “Tá ið Harrin leggur sína signing til, lagar alt seg til tað besta”.
Bað um navnið í dreymi
Um navnið Petur Pauli er at siga: Ætlanin var, um hetta bleiv ein drongur, at hann skuldi eita Pætur eftir abbanum í Barbustovu. Meðan Elspa, mamma hansara, gongur og bíðar, og tíðin nærkast, at hon skal føða, kemur ein maður til hennara í dreymi. Hann spyr, um hann ikki kann fáa navnið á dronginum, sum hon fer at fáa. Hetta hendi tvær ferðir. Hon var undarliga við, tí hon kendi ikki mannin. Triðju ferð hann kemur, er ein kona við honum, hon nevndist Greta inni í Oyri. Hon sigur: “Elspa, kennir tú ikki Pól á Látrinum?” Hon kendi hann ikki, tó at hann var ommubeiggi langabba. Soleiðis bar tað á, at abbi kom at eita Petur Pauli.
Pól á Látrinum var deyður nøkur ár framman undan. Hann fostraði Poul, beiggja Havna-Jóannis upp. Pól var bara 3 ár, tá ið pápin doyði. Hann bleiv verandi á Eiði, festi búgv har, og var nevndur Havna-Pól, og er nógv ætt eftir hann.
Brøðurnir áttu eina systir, Anna. Hon bleiv fødd ein mánað aftaná, at pápin doyði. Hon bleiv verandi hjá mammuni, sum breyðføddi tær við ymsum hondarbeiði.
Húsini í Barbustovu
Húsini hjá ommu og abba minnist eg soleiðis: Lítil durur, haðani ein hurð gekk beint inn í roykstovuna. Við síðuna var hurð, sum gekk inn í eitt rúm, har borð og vask var. Gólvið her var lagt við hellum og sá vakurt út. Nær vatnið er innlagt veit eg ikki at siga. Nøkur ár hava omma og abbi havt moldgólv í roykstovuni, men so bleiv trægólv lagt á. Tað var evnað til úr einum ógvuliga stórum viðabuli, sum abbi hevði funnið ein dag, hann var á floti og hevði sleipað til lands. Húsini høvdu, sum vanligt var tá, koyggjureising, so við tann veggin vóru koyggjur, og beinkir vóru fram við hinum veggjunum. Men inn ímóti skilavegginum til stovuna stóð komfýrur mitt fyri, og við síðuna av var torvbrík. Í rúmligu stovuni var vindeyga við hvítum gardinum og heklaðari blondu og song við hvítum seingjarteppi við frynsum.
Í stovuni var borð, og stólarnir, sum stóðu runt borðið, vóru ógvuliga vakrir. Setrið var ljósari enn baki og smá hol vóru í tí runda setrinum. Absalon á Skála, ommubeiggi, hevði keypt teir í Onglandi. Har var bíleggaraovnur. Klokka við loddum og rósinmálaðari skivu hekk á vegginum. Undir loftinum hekk vøkur lampa, sum omma hevði arvað av Dunganum. Í sambandi við koyggjureisingina var kovi, har hurðin var frá stovuni. Eitt seingjarpláss, haldi eg, var afturat í stovuni, antin koyggja ella forhang fyri. Borðið í roykstovuni kundi sláast upp á veggin, tá ið tað ikki bleiv brúkt. Kúgvin stóð í kjallaranum, har var jarðarmunur, so eg haldi ikki, at tað var fullur kjallari.
Abbi bar 680 pund
Abbi var serliga kendur fyri sína styrki og likamsevni. Tá ið hann bygdi sær húsini, bar hann ein stein úr Norðaru Á, og var hann við í laðingini í vegginum. Tá ið húsini blivu niðurtikin, varðveittu eftirkomararnir hendan steinin. Hann vigar 680 pund og sæst uttan fyri hjá abbasoninum Dánjal Paula Dalbø. Steinurin liggur har sum eitt hav og sigur sína tigandi søgu um sterkar menn og roysnisbrøgd í teirra dagligu tilveru. Ikki fyri at fáa rós ella heiðursmerki, men tí teirra kargi gerandisdagur kravdi tað.
Kendi munin millum títt og mítt
Abbi var ógvuliga greiður í hesum, hvat er mítt og hvat er títt. Tað hendi, tá ið teir settu línu, at onkur kom og setti línuna niður yvir teir. Um so hendan línan stóð, tá ið teir drógu aftur, og onkur fiskur loysnaði á fremmandu línuni, tók abbi sær ikki fiskin, nei, hann tók og krøkti hann betur uppá og slepti so niður aftur.
Abbi var hjálpsamur og boð vóru send eftir honum, tá ið nakað var áfatt í bygdini. Hann vandaði sær væl um matin. Tað var ikki lukkuligt, tá ið vit ótu turran fisk, um vit tveittu skræðuna og ikki høvdu etið alt, sum var úti í uggunum. Maturin var ein Guds gáva!
Av tí, at pápi hansara átti bát saman við Skála-Hanusi, sum búði í Syðrugøtu, gjørdi hesin av, at abbi skuldi fáa sessin á báti, sum faðir hansara hevði havt, hóast hann bert var 11 ára gamal. Sostatt kundi abbi hjálpa til við húsarhaldinum. Hetta má hava komið væl við. Tá ið abbi var tilkomin fekk hann lønt Skála-Hanusi aftur, við at lata Líggjasi á Fløttinum, sum var einasti sonur og yngstur av hansara børnunum, fáa pláss á bátinum. Líggjas var rættiliga ungur, tá ið pápin doyði.
Abbi bleiv av bestu útróðrarmonnum. Hann var skilamaður á sjógvi og bátsformaður, tá ið teir um heystið róðu við seksmannafari og um várið við áttamannafari. Abbi var í mong ár til lands í Íslandi, men hann var bara ein túr til skips við slupp. Skipari tá var versonur hansara, Sámal Jákup við Gil í Norðragøtu. Sagt verður, at abbi var bestur at fiska.
Tá ið tað ikki var farandi á sjógvin, velti hann og fekk heiðurstekin fyri vakurt velta bøin.
Abbi var ógvuliga gudrøkin maður. Hansara stólur í Gøtu kirkju stóð sjáldan tómur, og tað skuldi vera góð grund fyri tí, um abbi ikki sat har, tá ið gudstænastan byrjaði.
Onkur her í Havn, sum kendi til ættina, hevur sagt mær, at allir teir gomlu vóru avhaldsmenn og sambandsmenn, og soleiðis var eisini við teimum gomlu í Gøtu.
Børnini hjá Onnu Katrinu á Dunganum og Petur Paula í Barbustovu
Elspa Johanna, gift til Mikladalar við Hans í Nornastovu.
Poul Amaliel, giftur við Perlinu Højgaard, ættað úr Rituvík. Foreldrini hjá Naenu.
Bergitta, gift við Sámal Jákup Thomsen, í Norðragøtu.
Mikal, giftur við Ingu av Toftum.
Berlin, giftur við Hansinu í Súnastovu úr Norðragøtu. Búðu á Skála.
Emil, giftist til Klaksvíkar við Davidu.
Sanna, giftist til Klaksvíkar við Petur á Hædd
Mikkjal abbabeiggi
Abbi og bróður hansara, Mikkjal í Barbustovu, bygdu sær hús nærindis gomlu Barbustovuhúsinum, miðskeiðis í Syðrugøtu. Abbi bygdi fyrst. Tá ið so Mikkjal er farin undir at byggja, hevur hann hjálpt beiggjanum at laga grundina.
Mikkjal abbabeiggi fekk sær konu úr Kúluni á Toftum, Katrinu Olsen. Tey fingu børnini:
Elsebeth (Elspa), giftist við Marius Olsen av Húsum. Tey búsettust har, men fluttu seinni til Havnar.
Jóhannes, giftist við Petru Wolles úr Leirvík og búsettust í Syðrugøtu.
Hansina, giftist við Marius Frederik Joensen úr Kollafirði. Tey búsettust har.
Michael Peter, giftist við Annu Margrethu Matras av Norðoyri. Tey búsettust í Klaksvík.
Jóhanna, var ógift.
Jákup Andrias , giftist við Mariu Solmunde (Miu). Hon var einkja eftir Sofus Solmunde, sum fórst við “Immanuel”. Tey blivu búgvandi í Syðrugøtu.
Elisabeth (Betta), giftist við Sámal á Bergi úr Klaksvík. Tey búsettust har.
Tað var bara tún ímillum húsini hjá abba og Mikkjal. Sjey børn vóru í hvørjum húsi og ógvuliga góð viðurskifti vóru millum húsini. Tey runnu inn hjá hvørjum øðrum og spældu saman. Tað var sum eitt hús. Hetta tætta vinsemi bant tey saman alt lívið.
Mikkjal við tí lætta lyndinum.
Abbi var hin avgjørdi og álvarsligi maðurin, meðan Mikkjal hevði eitt lættari lyndi og var altíð eitt stórt smíl. Vit børn vóru góð við hann. Beiggjarnir vóru gudrøknir menn. Sum stórur smádrongur plagdi Palli beiggi at seta sildagørn við abba og Mikkjali. Tá ið liðugt var at seta, og teir sleptu kíkin, plagdu teir at siga okkurt sum: “Jesus verið við okkum” ella “Jesus signi okkum”. Hetta gjørdu teir hvørja ferð.
Nógv av Barbustovufólkunum høvdu góðar hendur, og snøgt var tað, tey fingust við. Skal eg nevna nakran ávísan í sambandi við húskið hjá Mikkjal abbabeiggja – tað kundi verið fleiri – so fari eg at umrøða Jóhannes hjá Mikkjali. Hann var maskinmeistari í turkihúsinum í Syðrugøtu, alt eg minnist. Hann var arbeiðsformaður og umsjónarmaður. Jóhannes dugdi alt. Primussurin spældi stóra rollu í hvørjum húsi. Riggaði hann ikki, sum hann skuldi, vóru tað nokk fleiri, sum fóru til Jóhannes við honum at fáa hann afturgjørdan.
Tá vóru ongar plastikvørur. Føtini vóru úr leiri og fleiri, ið høvdu verið so óheppin at bróta eitt fat, fóru til Jóhannes at biðja hann um at stifta tað saman aftur. Jóhannes kláraði alt.
Jóhanna hevði eisini góðar hendur. Hon starvaðist sum seymikona.
Tann, sum eg hevði mest samskifti við, var Betta. Eg haldi, at henni hugnaði so væl í Havn. Tá ið Sámal var til skips, plagdi hon at koma onkrar túrar suður til okkara. Eg kundi trygt fara burtur nakrar dagar at ferðast, tá ið Betta var eftir í húsinum, og okkara børn vóru ógvuliga góð við hana.
Allir tríggir brøðurnir, abbi, Mikkjal og Jógvan áttu bát saman við Jákup og Petur Jakku, ommubeiggjunum á Dunganum, og Jógvani og Líggjas á Mýruni og Petur Jakku hjá Nellu. Hetta var áttamannafar sum æt “Havfrúgvin”, ið mest varð brúkt til norðurhavsróður um várið og til grindaróður.
Teir tríggir brøðurnir áttu eisini eitt seksmannafar, “Delfinin”, saman við ommubeiggjunum og Líggjas á Fløttinum. “Delfinin” bleiv mest brúkt til útróður um heysti.
Mikkjal abbabeiggi og Kathrina fluttu til Kollafjarðar, til dóttrina Hansinu, tá ið tey blivu gomul og doyðu út haðani.
--------------
Komandi partur
Í komandi parti verða hugleiðingar um skipslívið í gomlum døgum hjá tí 94 ára gamla Johan Hansen, ættaður úr Kollafirði. Frásøgnin hjá Hensiu kemur aftur 21. mars.