Ungdómstúrurin bleiv ein lívsferð

Í 1965 fór 21 ára gamla Sonja Andersen úr Lopra til Amsterdam at ferðast. Men tað, ið skuldi vera ein upplivingarík og spennandi feria fyri eina unga bygdargentu úr Føroyum, bleiv nakað heilt annað. Í Amsterdam hitti hon sín stóra kærleika úr Surinam. Nú 47 ár seinni er Sonja framvegis í Amsterdam.

-Tað bleiv heilt øðrvísi enn meiningin var. Meiningin var at fara heim aftur til Føroya, men tað bleiv ikki soleiðis, staðfestir Sonja við einum smíli.


Sonja Ramkhelawan, sum hon nú eitur, situr í hugnaligu stovu síni í íbúðini miðskeiðis í Amsterdam og greiðir livandi frá á reinum suðuroyarmáli. Tað hoyrist næstan ikki, at tað eru heili 33 ár síðani, at hon seinast setti fótin á føroyska jørð og 47 ár síðani, at hon flutti úr Føroyum. Bert av og á hoyrist sermerkta hollendska dialektin og bert einstakar ferðir er neyðugt at trilva eftir røttu føroysku orðunum.


- Eg eri vaksin upp sum tann yngsta í einari stórari familju í Lopra. Tað var deiligt har heima hjá okkum. Tað var strævið, men heilt stuttligt og hugnaligt heima hjá okkum. Eg tókst fyri tað mesta við at hjálpa mammu mínari. Eg var eisini í Havnini eitt tíðarskeið, men fór so suður aftur at hjálpa mammu mínari. Og so var tað eitt árið, at systur mín vildi hava meg at koma at ferðast.


Tað er týðuligt, at Sonja vil leggja dent á, at hon hevði tað gott heima í Lopra, sum yngst av systkinunum, og at tað var tilvildin, ið gjørdi, at ævintýrferðin til evropeiska stórbýin gjørdist ein lívsferð.


At vitja systur í húsbáti

Lilly, sum var ein av mongu eldru systrum Sonju, hevði hitt ein hollendskan sjómann í Føroyum og var flutt til Amsterdam saman við honum. Á jólum í 1965 vóru hon og maðurin í Lopra og ferðaðust. Lilly gjørdi av at bjóða lítlusystur at koma við teimum aftur til Hollands at vitja. Tann unga Sonja tók av tilboðnum, um at sleppa út at síggja verðina.


-Lilly helt tað vera stuttligt, um eg vildi koma ein túr við teimum. Hetta var í januar, í sama mánaði sum eg fylti 21 ár. Vit fóru við Drotningini til Danmarkar. Eg minnist, at tað var púra stilli á allari ferðini. Síðani koyrdu vit víðari til Hollands. Tað var um náttina, at vit komu til Amsterdam, so eg sá ikki so nógv av býnum. Men tað gjørdi eg sjálvandi dagin eftir. Og eg má siga, at tað føldist heilt natúrligt fyri meg at vera her, greiðir Sonja frá.


Tó var tað sjálvsagt stórur munur á Lopra og Amsterdam. Og í 1965 var ikki so vanligt, at ungar gentur fóru langt burtur at ferðast. Men hóast hon var langt burtur frá trygga bygdarlívinum í Lopra, so kendi hon seg á ongan hátt fremmanda ella einsamalla. Tó minnist Sonja tað sum nakað sermerkt, at tey búleikaðust umborð á einum húsbáti, ið lá og fleyt í einari av mongu kanalunum í býnum.


-Um eg hugsi aftur, so má eg siga, at eg føldi meg heilt skjótt heima. Tað var ikki so fremmant fyri meg her. Tó var tað heilt fremmant, at systur mín búði umborð á einum báti. Men tað vandi eg meg heilt skjótt við. Tað var heilt skjótt, so var tað heilt natúrligt fyri meg. Ja, sum at búgva í einum vanligum húsum, heldur Sonja.


Heima í Lopra hildu tey tað vera eitt sindur undarligt at búgva umborð á einum báti. Men tey vistu, at hetta var natúrligur bústaðarháttur har um leiðir.


Amsterdam var ein vakur býur við fryntligum og fyrikomandi fólki og nógvum støðum, ið skuldu síggjast og upplivast.


Sonja gjørdi av at verða verandi í Hollandi hjá eldru systrini í eitt hálvt ár. Men so bleiv ikki.


Amor rakar

Eitt ár frammanundan hevði ein annar unglingi hinumegin jarðarknøttin gjørt av fara somu leið, sum Sonja. Tað var hin 24 ára gamli René Ramkhelawan úr táverandi hollendska hjálandinum, Surinam, sum tað tá æt Hollendska Guyana. Hann var ný útbúgvin typografur. Orsakað av arbeiðsloysi í Surinam, hevði hann gjørt av at fara og royna eydnuna í hollendska høvuðsstaðnum.


Ferðin úr Surinam á landnyrðings endanum av Suður Amerika til Amsterdam var drúgv. Umleið tríggjar vikur við ferðamannaskipi. Á vegnum varð lagt inn í Madeira, Lissabon og í Onglandi. Men tá hann umsíðir var komin til Amsterdam, treivst eisini René væl.


Ein dagin, nakað áðrenn Sonja skuldi heim, hittust tey bæði. Tey blivu góð beinan vegin. So mikið góð, at Sonja gjørdi av ikki at fara heim til Føroya, sum ætlað. Ferðin til Føroya bleiv útsett næstan tvey ár.


-Men eg hevði lovað at koma heim aftur. Tí mátti eg fara heim. Eg fór heim til Føroya tvey ár seinni. Eg minnist hendan túrin til Føroya sum ein ræðuligan illveðurstúr, greiðir Sonja frá.


Hon helt jól í Føroyum í 1966 og fór beina leið aftur til stóra kærleikan í Hollandi í januar 1967.


Gleðin er avgerandi

Tað var sjálvsagt ein undarlig kensla fyri familjuna heima í Føroyum. Dóttirin, sum fór at ferðast, kom ikki heim aftur fyrr enn tvey ár eftir, at hon fór avstað. Harafturat hevði hon boðað frá, at nú var hon bert komin til Føroya at vitja.


-Mamma helt tað vera keðiligt. Hon hevði sjálvsagt helst vilja havt meg heima. Men hon segði, at um eg var glað og eydnusom, so var alt í lagi. So var hon eisini glað. Og eg haldi, at hon hevði rætt í hesum, sigur Sonja og hyggur kærleiksfult yvir á René, sum hevur sett seg í sofuna eitt sindur burtur frá, fyri ikki at órógva samrøðuna.


Føtur undir egið borð

Komin aftur til Amsterdam fór Sonja veruliga í gongd við at seta føtur undir egið borð sum hollendskur statsborgari og íbúgvi í Amsterdam.


Tað var skjótt, so funnu hon og René hugnaligan og fjálgan bústað. René hevði gott arbeiði sum typografur á eini prentsmiðju, ið tókst við at prenta roknskapir og annað líknandi fyri bankaheimin. Sonja arbeiddi eisini eina tíð. Men á grækarismessu 1968 kom elsti sonurin, Harold, í verðina. Og summarið sama árið giftust tey bæði. Sonja var nú ikki longur Sonja Andersen úr Lopra, men Sonja Ramkhelawan, gift og búsitandi í Amsterdam.


-Sum tað eisini sæst á myndini, so kom René og heintaði meg til brúdleypið við einari bukett í hondini. Vit høvdu tað veruliga deiligt. Men vit hava ofta flent eftir hasum eplakassanum, sum stendur har til høgru við hurðina, at hann skuldi vera við á einari av okkara brúdleypsmyndum, flennir Sonja og greiðir frá, at har var ein eplahandlari beint við síðuna av.


Í september 1971 gjørdust Sonja og René aftur foreldur, tá tey fingu yngra sonin Orlando.


Sonja valdi at vera heima meðan dreingirnir vóru smáir. Men tá teir vóru farnir í skúla, fór hon at arbeiða við børnum í einum serligum hollendskum slag av frítíðarskúla. Har arbeiðir hon enn nakrar tímar um dagin, hóast hon nú er vorðin 68 ára gomul.


Føroyar fána

Sonja hevði nú fingið sítt egna lív við ábyrgd fyri egnari familju í Hollandi. Men sjálvsagt skuldu foreldur og systkin í Føroyum eiga lut í gleðini.


Tí fóru Sonja og René til Føroya at vitja í 1970, eftir at tey høvdu fingið elsta sonin. Tey vóru ógvuliga væl móttikin og René, sum er familjukærur, fekk gott samband við alla familjuna. Tey gjørdu tveir túrar afturat. Ein eitt sindur seinni og síðani ein í 1979. Men síðani 1979 hevur Sonja ikki verið í Føroyum.


-Eg tori ikki at flúgva og tað er so longi at ferðast við báti til Føroya. So tað er mín skyld, at vit ikki hava verið í Føroyum so leingi, sigur Sonja.


Tískil er myndin av Føroyum sum samfelag fánað nógv burtur. Hon kann ikki veruliga ímynda sær, hvussu Føroyar eru sum samfelag í dag.


-Føroyar eru helst nógv broyttar. Eg kann ikki ordiliga hugsa mær, hvussu tað er har nú. Sjálvandi havi eg sæð myndir og hoyrt eitt sindur. Tá eg var í Havn seinast, endaði Havnin í Gundadali. Eg havi hoyrt, at tað nú er ein heilur býur uttanfyri. Tað kann eg ikki ordiliga hugsa mær, sigur Sonja.


Varðveitt sambondini

Kortini hevur hon ikki heilt mist sambandið við Føroyar.


-Eg kenni meg framvegis sum føroying. Eg var jú fødd í Føroyum og var vaksin, tá eg fór hagani. So tað gloymir man ikki.


Systkini í Føroyum hava øll hesi mongu árini verið bindiliðið til Føroyar. Øll uttan tvær tær elstu systrarnar hava verið í Amsterdam og vitja Sonju. Og harumframt hevur hon øll árini tosað regluliga í telefon við systkinini í Føroyum.


Helst er hetta orsøkin til, at Sonja framvegis tosar flótandi føroyskt. Tó heldur hon sjálv, at man gloymir ikki sítt móðurmál, hóast uppvøksturin heima í Lopra var tvímæltur við eini mammu, ið tosaði Føroyskt og einum pápa, ið tosaði norskt.


-Tað at pápi tosaði norskt, var ikki nakað, ið vit hugsaðu um. Soleiðis átti tað bara at vera. Vit svaraðu honum aftur á føroyskum, men hann tosaði altíð norskt. Men fyri okkum var tað púra natúrligt, sigur Sonja.


Sonja vil fegin venda aftur til at tosa um, hvussu nógv systkinini hava vitjað hana.


-Eg eri nokk so kedd um, at tann elsta systurin, Mary, ikki náddi at koma at vitja. Tí eg veit, at hon ætlaði sær at koma í summar. Men hon doyði nú í januar, staðfestir Sonja.


Samstundis greiðir Sonja frá, at hon er ógvuliga fegin um, at mammu hennara untist at koma á vitjan.


-Hon kom og vitjaði okkum sum 80 ára gomul. Hetta var eitt ár áðrenn hon doyði. Hon var farin fyri fyrstu ferð í lívinum í eitt flogfar. Hon fór til Íslands at vitja systur mína, Astrid Johannu, og tey komu síðani víðari úr Íslandi við flogfari. Mamma helt tað vera deiligt her í Amsterdam, sigur Sonja við einum væl nøgdum og glaðum smíli á varrunum.


Líkist pápa

Meðan Sonja situr og greiðir frá síni lívssøgu í Hollandi og sínum sambondum til familjuna í Føroyum, kemur henni til hugs, at kanska hon líkist pápa sínum rættiliga nógv.


-Kanska hetta minnir eitt sindur um pabba, sigur hon og flennur smæðin.


-Pappa kom kom úr Norra at seta hvalastøðina upp í Lopra. Hann skuldi eisini fara avstað aftur. Men so møtti hann mammu mínari og bleiv verandi, sigur hon við einum smíli.


Tó eru søgurnar hjá teimum báðum ikki heilt eins. Tí pápi Sonju var tilkomin maður, tá hann kom til Føroya, og hann hevði konu og børn í Noreg. Men kortini var tað eisini Amor, ið rakti hann, og hann fór ikki avstað aftur. Hann giftist uppaftur í Lopra og fekk tíggju børn við Augustu, ið var væl yngri enn hann. Sonja, sum varð fødd í 1944, var tann yngsta. Og tá hon kom í verðina, var pápin 72 ára gamal.


Kina upp í leikin

Og so kemur Sonja líka í tankar um eitt afturat. Ommudótturin er úr Kina.


-Tað er kanska eitt sindur stuttligt. Eg komi úr Føroyum, pápi mín var úr Norra, René er úr Surinam. Og nú hava vit fingið eitt so fantastiskt ommu og abbabarn. Ommudótturin er ættleidd úr Kina. Og hon hevur nakað so ótrúliga nógv at siga í lívinum hjá okkum.


Sonja heldur tað vera nokk so stuttligt, at teirra lítla familja hevur so ymiskan uppruna. Men kortini eru tey ikki ymisk. Tey eru ein eind saman. Og týdningurin av ommudótturini er heilt eyðsýndur. Tað er hon, ið kemur fram um alt í løtuni.


-Vit hava ommudótturina nógv, tí hon er ikki komin í barnagarð enn. Men vit hugna okkum saman við henni her í íbúðini og taka hana altíð við okkum út at ganga túrar. Tí vit eru altíð úti og ganga, tá vit hava møguleika, og tað er so hugnaligt at hava hana við, greiðir Sonja frá.


Eydnusamt lív

Sonja hevur veruliga verið glað. Hóast hon byrjaði eina heilt nýggja tilveru í einum fremmandum landi, so hevur henni ongantíð longst heim aftur.


-Nei, tað kann eg ikki siga, at mær hevur longst aftur til Føroya. Tað hevur kenst heilt natúrligt at vera her. Tað gekk alt væl. Og tá alt gongur væl, so kennist tað natúrligt.


-Men sjálvsagt, so hevði eg eisini systur mína her. Vit sóust ofta, so eg hevði hóast alt onkran her heimanífrá. Eg rokni við, at tað er eitt sindur øðrvísi, tá tú hevur onkran heimanífrá tætt uppá, hóast tú ert burtur. Eg veit ikki. Men í øllum førum, so havi eg trivist væl her, og eg kann ikki siga, at mær hevur longst heim aftur til Føroya, staðfestir Sonja.


Tó doyði systurin Lilly av krabba í 1992. Men Sonja kann kortini gleðast um døtur Lilly, ið framvegis búgva í Amsterdam.


-Vit síggjast nógv og tosa nógv saman. So eg havi eisini mína familju her.


Tað er eyðsæð, at Sonju hevur trivist ógvuliga væl í Hollendska høvuðsstaðnum. Men tað er týðuligt, at býurin sjálvur eigur ikki alla æruna av hesum. Tað merkist á øllum øllum brøgdum, at tað er kærleikin til René, teir tveir synirnar og familjulívið annars, ið eru orsøkin.