Malla Dam
Helt, at tú mátti hava misskilt okkurt. Fyrireikingartíðin hjá námsfrøðingunum hevur onki við barnsins manglandi hugflog at gera!! Tvørturimóti skilji eg tað soleiðis, at fyrireikingartíðin skal til fyri at stimbra hugflogið hjá tí einstaka barninum enn meira. Eg veit ikki, hvørji børn, ið tú ert saman við í gerandisdegnum, men eg kenni meg ikki aftur í tínum útalilsum.
Eg eri sjálv mamma at 4 børnum og 3 av teimum ganga í barnagarði og eg má siga, at tað ALS ikki er nakað galið við hugflognum hjá hvørki teimum ella hinum børnunum tey eru saman við. Bæði heima, í barnagarðinum og tá ið vinfólk eru og vitja, spæla tey ofta rolluspøl.
Tað byrjar við, at tey øll eru eru ymiskir Ben 10 figurar og knappliga eru tey í Afrika, onkur er leyvamamma, onkur leyvapápi, hini leyvaungar og so kemur onkur og vil teimum ilt, men so vinnur tað góða á tí ónda, júst sum í ævintýrinum, ið tú og vit øll onnur eru uppvaksin við - har er einki broytt. Sjálvandi hyggja tey eisini í sjónvarp og spæla nintendo, men tað haldi eg ikki, at tey fáa minni hugflog av, um tað verður hugt og spælt við máta.
Børn hava eisini brúk fyri at kobla av frá einum til tíðir stressandi gerandisdegi.?Hugflogið hja børnunum feilar ei heldur nakað í skúlanum og hóast vit her á Tvøroyri ikki kunnu reypa okkum av einum stimbrandi og mennandi skúlagarði (enn í hvussu er), so haldi eg sum lærari eisini, at næmingarnir eru óførir at finna uppá. Hetta eru øll børn, ið eru uppvaksin í einari barnagarðsmentan, so okkurt rætt hava tey gjørt. ?Heimið hevur alt at siga. Hvat loyva foreldur børnum, tá ið tey endiliga eru heima?? Tað er sanniliga eisini har, ið tey skulu stimbrast!
Um tey dag aftaná dag verða sett framman fyri sjónvarpinum ella telduni, ja so haldi eg bara, at tað er sunt fyri tey at koma á ansingarstovn, at fáa stimbrað hugflogið eitt sindur; tað er so ikki á ansingarstovnunum tey fáa nakað serverað á einum silvurplatti!!! ?Hatta við, at tað er vøkstur í herverki og harðskapi, er sjálvsagt ein óheppin skeiv gongd, men eg haldi ikki, sum tú eisini sjálvur nevnir, námsfrøðingar kunnu lastast fyri hetta.
Kanska støðan er so, nevnliga tí at fyrireikingartiðin manglaði í her?? Námsfrøðingarnir, ið arbeiða í einum ansingarstovni fáa, soleiðis sum eg havi skilt tað, eitt sindur meira tíð at lofta trupulleikum, áðrenn teir gerast alt ov stórir, men tað skal nógv meira fyrireikingartíð enn sum so til tílíkir trupulleikar. Hetta er ein trupulleiki, ið m.a. SSP (skúlin, sosialu myndugleikarnir og politiðið) skal taka sær av og eg veit, at eisini har verður gjørt eitt megnar fyribyrgjandi arbeiði. ?Nei eg haldi vit skulu unna námsfrøðingunum hesa fyrireikingartíð og trúgva uppá, at tað kemur okkara børnum til góðar. Og so skulu vit minnast til at virða tað arbeiðið, ið verður gjørt, fyri at komandi ættarlið kann fáa eina so góða byrjan uppá lívið sum gjørligt.