Ein ordiligur rokkari

Sveinur er ein rokkari. Men sambært beiggja hansara er Sveinur nógv størri rokkari, enn vit higartil hava sæð í X Factor. Á tíðindafundinum í vikuni kom Sveinur alt ov seint, men Cutfather heldur bara, at tað undirstrikar rokkstjørnustílin. Og í B36 hevur Sveinur veruliga givið felagnum ein rock ’n’ roll-dám við komplettum trummusetti til stóru dystirnar. Sosialurin hevur hitt Svein, Cutfather, beiggjan, vinmannin og unnustuna undan live-showinum

Keypmannahavn: Klokkan er farin nakað tíggju týsmorgunin. Í Studie 5 í DR Byen í Keypmannahavn verður brádliga kvirt. Dyrnar fara upp og allir finalistarnir í X Factor koma inn saman við dómarunum Pernille Rosendahl, Thomas Blachman og Mich Hedin Hansen, betri kendur sum Cutfather.

Sum einastu føroysku fjølmiðlaumboðini er okkara dagsskrá greið. Vit skulu tosa við Svein og vit skulu um Svein. Sveinur Gaard Olsen er einasta føroyska umboðið, ið er eftir í X Factor-kappingini. Men Sveinur er eisini einasti finalisturin, sum ikki er til staðar í Studie 5 henda morgunin. So kemur frágreiðingin frá pallinum.

- Vit mugu bíða við felagsmyndini av øllum finalistunum til seinni, tí Sveinur ikki er komin enn. Vit hava tosað við og hann er ávegis í einum hýruvogni, greiðir ein av samskiparunum frá.

- Hatta staðfestir bara hansara rokkstjørnustíl, flennir Cutfather við sínum eyðkenda látri, tá vit konfrontera hann við hetta.

- Eg havi annars betri tíð um morgunin nú, enn eg hevði áðrenn X Factor. Tá fór eg til arbeiðis klokkan seks. Át ongan morgunmat og roykti í bilinum á veg til arbeiðis. Nú havi eg meiri stundir til morgunmat. Egg og bacon, men einki breyð. Eg skal bara hava kjøt, sigur Sveinur við einum smíli, tá vit fáa orðið á hann.


Segði nei til X Factor

Sveinur smílist sum heild nógv. Tað sær út til, at hann trívist væl millum finalistar, journalistar og fotografar. Men avráddi hann sjálvur, hevði hann ongantíð verið partur av X Factor.

- Nei. Eg segði nei beinanvegin, tá daman fortaldi mær, at hon hevði meldað meg til. Eg ringdi eisini til mín góða vin Hans Marius (Ziska, blðm.) og vildi bara hoyra hann siga, »nei, tað er mega kiksað«. Men hann segði tað beint øvugta. So mátti eg hugsa um tað umaftur, og gjørdi so av at fara, greiðir Sveinur frá.

Tað var Frida Poulsen, unnustan hjá Sveini, sum meldaði hann til.

- Tá vit hugdu í fjør segði hann, at støði ikki var serliga høgt. Vit argaðu so og spurdu, um hann hevði gjørt tað betri? Hann segði ja og tvætlaði við, at hann burdi meldað seg til næsta ár. Men tað gjørdi eg so fyri hann, greiðir Frida Poulsen frá. Hon viðgongur, at tað var eitt sindur undarligt at síggja Svein í X Factor sendingini at byrja við, men at hon nú hevur vant seg við tað.

Ein, sum ikki er vanur at hyggja eftir X Factor, er beiggin Jákup Pauli Gaard Olsen, sum vit kenna best sum forsangara í tungmálsbólkinum Hatespeech.

- Tað er fínasta slag, at hann er við. Tað er jú ikki hansara skyld, tí Frida lokkaði hann, sigur Jákup Pauli ikki sørt speiskur.

- Eg havi sæð onkran part fyrr, tá eg havi tendrað sjónvarpið og av óvart eri komin fram á tað, men hetta er fyrsta ferðin, at eg havi fylgt við í X Factor. Og eg kann bara siga, at Sveinur er nógv størri rokkari, enn tað X Factor hevur víst, sigur hann avgjørdur.


Byrjaði við The Darkness

Jákup Pauli greiðir frá, at Sveinur og hann í stóran mun lurta eftir sama tónleiki.

- Tað hava vit altíð gjørt. Ofta hoyrir tú søgur um, hvussu lítlibeiggin snýkti seg at lurta eftir plátunum hjá stórabeiggja. Hjá okkum var tað soleiðis, at vit keyptu tónleikin saman. Tað, sum fylti mest vóru heavybólkarnir síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum. Metallica, Judas Priest, Motörhead og so framvegis, fortelur Jákup Pauli.

Tá tað kemur til at spæla tónleik, hevur Sveinur gjørt vart við seg í fleiri bólkum. Tey flestu minnast hann best frá Flux, Side Effect og Ramdomo, men Sveinur var eisini við at stovna bólkin Happy, sum seinni gjørdist til Makrel, tá Sveinur fór bólkinum.

Tað hevur einamest verið trummurnar, at Sveinur hevur markerað seg. Nú ger hann tað so sum sangari og við heimasíðuna hjá DR hevur hann greitt frá, at tað Hans Marius Ziska, sum gav honum íblástur til hetta.

- Sveinur byrjaði so spakuligt at syngja í Flux fyri nógvum árum síðani. So í onkrum ballum plagdi Sveinur at syngja I Believe in a Thing Called Love hjá The Darkness, sum er rættiliga høgt. Tá fann hann helst út av, at hann dugdi at syngja, greiðir Hans Marius frá.

- Fyri kortum setti eg ein bólk saman, har eg skuldi brúka fleiri røddir. Eg heitti á Svein, sum so kom at syngja aftanfyri og eisini hevði onkran høvuðsvokal, so tað er nokk tað hann meinar við, tá Sveinur meinar við, tá hann sigur soleiðis, sigur Hans Marius.


Kanska trummur í X Factor

Sostatt hevur Sveinur flutt seg frá at sitast aftast á pallinum, goymdur handan eitt trummusett, til at vera miðpunktið við mikrofonini í hondini. Men tað er als ikki óhugsandi, at trummurnar verða tiknar í nýtslu undir X Factor, siga bæði Sveinur og Cutfather.

- Tað skal eg ikki avvísa, men tað er ikki nakað, vit hava planlagt, sigur Sveinur, meðan Cutfather sigur seg vóna, at tað verður soleiðis:

- Eg vóni veruliga, at vit fáa tað passað soleiðis, at hann sleppur at trumma minst einaferð. Nú mugu vit síggja, hvussu alt kemur at passa saman, men tað vil eg ógvuliga fegin.

Sostatt bendir nógv á, at hyggjararnir hjá DR1 fáa høvi at síggja evnini hjá Sveini á trummunum. Tað er á teimum, at hann hevur prógvað sítt virði á tónleikapallum kring Føroyar, men B36’arin Sveinur hevur eisini spælt trummur við Ovara vøll í Gundadali í Havn.

- White Tigers eiga eitt komplett trummusett. Til vanligar dystir hava vit bara einkultar trummur, men til størri dystir hava vit brúkt alt setti, og tá hevur Sveinur trummað allar rokksangirnar og fingið lív í fjøldina, fortelur formaðurin í fjepparafelagnum hjá B36, Pætur Eyðunsson Jensen. Formaðurin greiðir eisini frá, hvussu aktiv Sveinur og systkini Jákup Pauli og Heidi eru í B36.

- Tey hava verið við frá byrjan, tá felagið varð stovnað á sumri í 2007 og tey fáa altíð futt í, sigur Pætur. Sjálvur er Sveinur heldur ikki í iva, tá hann skal lýsa sítt forhold til B36.

- B36 er mítt felag. Tað er einki sum eitur. Eg spældi eisini har, áðrenn tónleikurin fór við allari tíðini. Eg eri B36’ari um ein háls. Og vit vera heilt víst Føroyameistarar aftur í ár. Vit hava fingið styrk og tað er deiligt at hava Bárður Olsen aftur á liðnum, sigur Sveinur.


Tatoveringar hugtaka

Nú fer tað mesta av tíðini hjá Sveini til tónleikin. Áðrenn tónleikin fór nógv av tíðini til fótbóltin. Sveinur spælir tó framvegis eitt sindur av fótbólti í Danmark, men brúkar annars nógva tíð hjá tatovørinum.

- Eg havi altíð verið hugtikin av tatoveringum. Nú er tað vorðið ein partur av mínum lívsstíli. Tá tú fært tína fyrstu tatovering, so steðgar tú ikki aftur, og eg havi heldur ongar ætlanir um at steðga, sigur Sveinur.

Men tatoveringarnar eru bara ein partur av útsjóndini hjá Sveini, sum eisini gongur høgt upp í klæðir, hár og tað, tú útstrálar sum heild.

- Sjálvandi skal alt vera við máta, men mær dámar væl klæðir og tað, sum har til hoyrir. Tað, tey kalla X Factor, fevnir um allan pakkan. Persónligheit, útráling og image. Tað eri eg tilvitaður um og eg haldi eisini, at eg havi rímiliga gott stýr upp á tað, sigur Sveinur.

Hetta hevur hann púra rætt í. Dómarin Pernille Rosendahl segði sum tað fyrsta við Svein, tá hann var til upptøkuroynd, at hann sá gott út. Og í farnu viku staðfesti litríka danska vikublaðið Se og Hør, at Sveinur er »stanglækker«. Hóast unnustan hjá Sveini viðgongur, at tað var undarligt at síggja hann í sjónvarpinum fyrstu tíðina, hevur hon als ongar trupulleikar við, at Sveinur verður róstur fyri sína útsjónd.

- Nei, tað havi eg einki í móti. Eg haldi eisini, at hann er lekkur, so hví skulu onnur ikki eisini halda tað, spyr Frida og flennir.


Skal koma longst

Tað er – tíbetur – ikki bara útsjóndina, Sveinur hevur við sær. Ummælari hjá danska JyllandsPosten segði eftir sendingina, tá Sveinur hevði verið við fyri fyrstu ferð, at um allir tríggir dómararnir ikki sendu Svein víðari, so var ongin orsøk at tendra sjónvarpið aftur, meðan X Factor var. Nakrantíð!

Cutfather hevur somuleiðis víst Sveini stórt álit allatíðina.

- Sveinur veit hvat hann vil og hann hevur meiningar um tað, hann ger. Og tað er deiligt at arbeiða við slíkum fólki. Mín uppgáva verður tískil at syrgja fyri, at hann varðveitir sín samleika og so fínpussa nøkur ting. Eg vóni hann megnar at koma allan vegin í gjøgnum, sigur Cutfather.

Og Sveinur sjálvur hevur sama ynski sum dómarin.

- Eg skal bara ikki út sum tann fyrsti, og eg ætli mær 100 prosent at koma í finaluna. Málið er at branda mítt navn í danska, og føroyska tónleikaheiminum og brúka hetta sum eina lopfjøl til at geva eina fløgu út og sleppa út at spæla. Eg havi sagt við meg sjálvan, at eg skal vera tann, sum er komin longst aftan á X Factor nakrantíð. Tað hava onnur helst sagt áður, men eg meini tað meiri enn tey!