var tað lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast um toppdyst, tá GÍ klokkan fimm seinnapartin í dag fer á vøllin við Løkin í Runavík. Men so vunnu gøtumenn á KÍ, NSÍ gjørdi kál á HB, og so er áhugin serliga [...] skarpan gang á Krossinum, og teir kendu seg hepnar at vinna 2-1. Tað var annars í sama dystinum, at Mortan úr Hørg kom illa fyri og endaði á landssjúkrahúsinum. Sumba hevur framvegis einki stig, og á pappírinum [...] Vágbingar komu til Klaksvíkar í gjárkvøldið, og teir eru væl fyri. Eingin maður er leikbannaður, og eingin er skaddur. Í fjør var VB á odda í Klaksvík, men KÍ vann, hóast teir síðstu løtuna bara spældu við
hevur tacklað eitt mál sum nettup marknatrætuna, so ivast vit heldur ikki í, at hann er maður fyri at umboða Føroyar á slíkari týdningarmiklari vitjan. Tað skal vera okkara vón, at henda komandi vitjan løgmans [...] tekur bretska parlamentið eisini undir við avtaluni. Tað hava vit skilt, at tað ger. Í kjalarvørrinum á hesi avtalu hava bretar so boðið løgmanni at vitja í Bretlandi. Slíka innbjóðing eiga vit at taka ímóti [...] mun til politiskan lit. Tað skal tí vera okkara vón, at núverandi løgmaður, verður tað hann, sum fer á vitjan í Bretlandi, ger sítt heimaarbeiðið væl, áðrenn hann leggur leiðina til okkara næsta granna við
ætlaði TB sær at vinna. Óli Johannesen fór fram á miðvøllin, og Jón Tórður Holm fór á aftasta mann, og TB var onkra ferðina tætt við. Men so misti aftasti maður hjá teimum bóltin, eingin bakkaði upp, og Jóhan [...] KÍ, og TBararnir fóru tómhentir suður aftur. Annar av álopsmonnunum hjá KÍ, Helmar Lassen, setti hol á í 1. hálvleiki. Eftir horna úr vinstru fekk bólturin loyvi at sigla framvið málinum, og við handara [...] heilt leingi, teir høvdu eina røð av heilum og hálvum møguleikum, og tað var ikki óvæntað, tá teir á tímanum øktu til 2-0. Aftur hesa ferð var málskjúttin Helmar Lassen, sum kom leysur í brotsteiginum
einum hægri stíli. Men dr. Jakobsen - sum á ungum árum varð kallaður Jákup hjá bókbindaranum (!) - var jú kønur í fronskum. Og sum málfrøðingar fyrr hava víst á her í Málteiginum, so hevur fyrisetingarliðið [...] førinum meinti dr. Jakobsen við eitt vísindaligt og litterert føroyskt mál (ið næstan ikki var til tá á døgum). Ongastaðni hevur hann kunngjørt, at tað er skeivt ella óføroyskt at brúka fyrisetingarlið, serliga [...] malargrót Harrans eru bara uppskot, sigst. Men aloftast gerast slík ?uppskot? málsligar doktrinir - serliga á føroyskum skúlabókaforløgum - og vei tann, ið ikki aktar. Tessvegna undirhalda fjølmiðlarnir dag og
(3-0) Á Skála hava teir ikki so ógvuliga breiðan hóp, og tá onkrir vóru á U-18 landsliðnum í hondbólti, og onkur gekk skaddur uttanfyri, so tóktist sum um tað væl merktist á fyritreytunum inni á vøllinum [...] bóltum, men málmøguleikarnir, sum teir fingu burturúr, kundu teljast á aðrari hondini. Heimaliðið hevði betri tak á, og teir fingu hol á, tá 32 minuttir vóru farnir. Mortan Hansen gjørdist púra leysur við [...] linligt. Tað tóktist sum um allur fótbólturin, ið hevði verið fyrr um dagin ? bæði á vøllinum og í sjónvarpinum ? hevði sett dám á, og ferðin gjørdist ongantíð serliga stór. Heimaliðið hevði Mortan Hansen í álopinum
uppgerðini í Gundadali leygardagin. Havnarliðið var á odda bæði 1-0 og 2-1, men í báðum førum megnaði póllendingurin Mirek Gil at javna. Heimaliðið legði seg á odda longu í fimta minutti, tá bólturin bleiv stungin [...] góðan møguleika. LÍF fekk kortini løn fyri stríðið, og enn einaferð var tað Mirek, sum var síðsti maður á. HB-verjan fekk ikki ruddað ordiliga upp, og úr góðum 20 metrum royndi polski spælarin seg. Bólturin [...] Leirvíkingar hava betri málmun, fyrst og fremst takkað verið trivaliga sigrinum á Skála herfyri. Næsta avbjóðing hjá LÍF verður á heimavølli móti Royn, meðan HB skal spæla úti móti FS Vágum.
MEN vit mugu eisini sanna orðatakið: at maður kemur í mans stað. Í hesum føri er talan um eina kvinnu, sum kemur í mans stað. Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, íslendska kvinnan Helga Hjörvar hevði týsdagin [...] týsdagin opið hús. Í hesum sambandi greiddi hon eisini frá, hvørji tiltøk hon hevur sett á skránna fyri komandi tíð. MONGU stjórarnir í Norðurlandahúsinum hava sett eftir seg síni spor ikki bert í húsinum [...] eisini vænta okkum nýggjar tættir tiknar upp í húsinum. Hon fer sum vera man at leggja stóran dent á livandi føroyska sjónleikin. At hon í sama viðfangi ætlar sær at gera Norðurlandahúsið sum stovn meira
. Mel B trupulleikar við hjúnarlagnum Alt er ikki ljósareytt í Spice Girl-land. Melanie Brown og maður hennara, Jimmy Gulzar, hava stórar trupulleikar við at fáa hjúnarlagið at virka. Slaturin í Onglandi [...] sum er dansari, bleiv ein partur av Spice Girls konsertferðini, og kærleikin byrjaði, tá ið tey stóðu á pallinum saman. Prins Charles óttast kokain-vinirnar hjá soninum Hansara kongaliga hátign, Prins Charles [...] milliónir krónur. Tá ið tíðindini um deyðan hjá prinsessuni bórust kring heimin, skuldi Michael Jackson á pallin í Barcelona í Spaniu, men hendan konsertin noyddist at blíva avlýst, tí Michael Jackson sá seg
ið ikki er so heilt kendur, men sum hevur verið við á nógvum framsýningum, harímillum á Ólavsøkuframsýningum, Norðoyastevnuframsýningum og eisini á framsýningum uttanlands. Bernhardina heldur, at hesin [...] heldur ikki hvør býur í Føroyum, ið kann reypa sær av at hava eitt gallarí, har fólk kunnu støkka inn á gólvið at keypa sær ella øðrum eitthvørt listaverk til gávus, gjørt av kendum føroyskum listamanni. [...] gávuríkum føroyskum listafólkum. Serliga nógv er at finna av oljumálningum, og eitt tað kendasta navnið á bróstinum í Gallerí Carolinu er helst Hanni Bjartalíð. Hesin er við at gerast kendur, ikki bert í N
Vágbingar hava staðið seg betri á heimavølli enn á útivølli, og teir ætla sær at vinna aftur í morgin. Sambært venjaranum, Krzysztof Popczynski, eru teir væl fyri. Eingin maður er leikbannaður, og teir eru