B68 fyri triðju ferð í Vági

Bæði liðini hava alt fólkið tókt

Í morgin gera toftamenn síðstu fótbóltsferðina til Suðuroyar í ár. Teir hava longu verið í Sumba, og tvær ferðir hava teir spælt í steypakappingini í Vági. Fyrru ferðina gekk av skriðuni, og teir taptu 5-1, meðan tapið seinnu ferðina var meiri tepurt, og so er spurningurin, hvussu tað fer at ganga í morgin.

? Tað tekur sína tíð hjá okkum at samanspæla liðið, men tað gongur rætta vegin, og eg haldi fyritreytirnar fyri góðum úrsliti eru betri í morgin, enn tær hava verið hinar báðu ferðirnar, sigur nýggi landsliðsmaðurin hjá B68, Fróði Benjaminsen. Hjá toftamonnum er eingin leikbannaður og eingin er skaddur.

Vágbingar hava staðið seg betri á heimavølli enn á útivølli, og teir ætla sær at vinna aftur í morgin.

Sambært venjaranum, Krzysztof Popczynski, eru teir væl fyri. Eingin maður er leikbannaður, og teir eru allir fyri, hvat førleikanum at spæla fótbólt viðvíkur.