Góðan arbeiðshug Helga Hjörvar!

TAÐ er altíð hugstoytt, tá onkur leggur frá sær. Hetta er nakað vit uppliva í øllum dagsins viðurskiftum, men kanska í einum serligum føri hava vit lagt okkum hetta í geyma, og tað er tá leiðarar á týðandi mentanarstovnum so sum Norðurlandahúsinum hava takkað fyri seg eftir trúgva tænastu. Nettup tí at hetta hús hevur havt so stóran týdning fyri so mong av okkum. Einki er at taka seg aftur í, at Norðurlandahúsið er komið fyri at verða. Og at tað er vorðið ein miðdepil, ein kjarni, ein katalystorur í okkara lítla samfelag.

MEN vit mugu eisini sanna orðatakið: at maður kemur í mans stað. Í hesum føri er talan um eina kvinnu, sum kemur í mans stað. Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, íslendska kvinnan Helga Hjörvar hevði týsdagin opið hús. Í hesum sambandi greiddi hon eisini frá, hvørji tiltøk hon hevur sett á skránna fyri komandi tíð.


MONGU stjórarnir í Norðurlandahúsinum hava sett eftir seg síni spor ikki bert í húsinum men í øllum samfelagnum. Nú íslendska Helga hevur tikið við eftir finska Petur, kunnu vit eisini vænta okkum nýggjar tættir tiknar upp í húsinum. Hon fer sum vera man at leggja stóran dent á livandi føroyska sjónleikin. At hon í sama viðfangi ætlar sær at gera Norðurlandahúsið sum stovn meira sjónligan kring alt landið er bert at fegnast um. Fyrstu árini ráddi um at skapa áhuga fyri húsinum og virkseminum har, men so við og við er stovnurin eisini farin at víðka um sítt virksemi úti um landið. Prix Føroyar er bert eitt talandi dømi um hesa spennandi gongd. Fyrst kemur íblástur úr útheiminum til Havnar fyri so at fara út í hvørt herðashorn av hesum oyggjalandi. Tað hava verið atfinningar móti Norðurlandahúsinum, at virksemið kemur ikki út nóg langt út um landið. Vit eiga at taka slíkar atfinningar sum nakað konstruktivt. Og vit mugu heldur ikki gloyma, at nettup ein stovnur sum Norðurlandahúsið eigur at metast sum ein livandi vera, ið skal haldast til og mennast við árunum. Og enn er henda vera ung.


VIT ynskja Hjörvar hjúnunum vælkomnum og góða eydnu í Føroyum. Vit hava brúk fyri íblástri alla staðni frá. Ísland og íslendingar eiga eisini pláss í hjørtunum á mongum føroyingum. Tað skal vera vón okkara, at politikararnir fara at stuðla mentanarlívinum og geva nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum ikki bert gætur men eisini umstøður. Í hesum sambandi er kanska vert at nevna, at millum gestirnar í húsinum henda dagin var eisini landsstýrismaðurin í oljumálum. Óivað hevði hanni tikið til sín orðini hjá Gunnari Hoydal á panelfundi í Havn um nettup samspælið millum mentan og vinnulív, har hann mælti til, at tað av hvørjari tunnu av olju funnin verður, verður latin ein pottur til mentanina. Tað hevur stóran týdning, at vinnan og mentanarlívið kunnu samvirka. Geva og taka.