eitt breitt og sakligt tjak. Mær tykir, at Finnur Helmsdal er so sannførdur tjóðveldismaður, at hann sansar ikki, at tað eisini finst ein verð uttan fyri tjóðveldismúrarnar. Hetta skal ikki skiljast sum eitt [...] blaðmanni. Hetta er ein partur av journalistikkinum. At Finnur Helmsdal heldur, at vit blaðfólk eru alt ov lítið krittisk er nakað, sum hann hevur lutvíst rætt í. Tað hevur so eisini sínar orsøkir. Ein kann [...] haldi hevur týdning at fáa fram, eitt nú uppgávan hjá pressuni og hvussu vit vilja menna hetta samfelagið. Men mær dámar ikki tónalagið og tann spíran av fanatismu og fundamentalismu, sum stingur seg fram
dent á, at hetta ikki var sagt fyri at snúgva sær undan ábyrgdini, men tí at nú byrjar eitt samstarv millum skúlan og foreldrini. Tá hetta var liðugt rópti Steingrím næmingarnar til sín, ein og ein. Hann tók [...] nú, ein skal læra at lesa, rokna, skriva. Er ein so heppin, at svimjihylur er í skúlanum ella í grannalagnum, so sleppir ein eisini at royna tað. Men tað hongur sjálvandi saman við hvønn skúla ein gongur [...] gongur í og hvar ein býr. Í gjár var fyrsti skúladagur hjá ikki færri enn 758 føroyskum børnum um sjey ára aldur, og spenningurin lýsti úr eygunum á teimum. Sosialurin var við til fyrsta skúladag á Eysturskúlanum
hann er góður!« (á føroyskum byrjar hann: »Er títt lív ein signingarkelda?«) Og hetta kann standa sum yvirskrift yvir alt lívið hjá Lenu, tað var ein sonn signingarkelda. Hon prædikaði ikki, men við síni [...] Lena var sjúk og hevði nógva pínu, var nøkur gremja at hoyra; framvegis var umhugsanin fyri øðrum fyrst hjá henni. Í 1. Tim. 6,6 stendur: »Saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur«, og hetta kann [...] Harran og var altíð nøgd. Góði Edvin, Lis og tit ommubørn hennara, sum hon var so ómetaliga góð við, tit hava mist so nógv, og eftir er eitt stórt tómrúm, sum eingin kann fylla. Vit fata ikki, hví hetta skuldi
arbeiðararørsluni ymsastaðni í Føroyum. Í Havn var eitt ávíst samstarv, meðan Tvøroyri uttan iva er tað plássið, har hetta samstarv var nógv tættast. Hví so var, eru ivaleyst fleiri orsøkir til, men tað tykist [...] lønarlækkingar. Ein politiskur flokkur í andstøðu kann vera eins kompromisleysur mótvegis síni virkisskrá og grundsjónarmiðum, men tá sami flokkur situr við ábyrgd ber hetta ikki til í eins stóran mun. Men [...] teirra politisku umboðsmenn eru. Hetta var óhugsandi frá tjúgunum og frameftir, og hetta er framvegis óhugsandi stríðsmál í okkara grannalondum fyri sunnan og eystan. Men hetta skal ikki fatast soleiðis, at
og hóast tað skal ein ikki vága sær at seta spurnartekin við, hvussu hetta landið fer at síggja út fyri okkum og okkara eftirkomarar, tá triðingurin verður skorin burtur av tí, hetta samfelagið kostar [...] við skattinum, so ei undir í at mong spyrja, hvør skal gjalda kostnaðin av at reka hetta land? Hetta mátti verið ein upplagdur møguleiki hjá okkara búskaparfrøðingum at blanda seg upp í tjakið, og greitt [...] varð upplýst um, hvussu bleiv við blokkinum uttan hetta eina, at vit skulu varðveita 1 milliard í donskum ríkisstudningi hetta valskeiðið út - og trúgv mær, hvør tann einasta króna verður brúkt av ?fullv
einaferð eftir nýggjár. Avgerðin um hetta verður tikin í samráð við løgmann, ið varðar av samráðingunum við bretar um landgrunsmarkið. Vónandi verður um ikki langa tíð funnin ein samráðingarloysn á marknatrætuni [...] millum oljuprísir og skattareglur. Tað var ikki soleiðis, at samtakið hevði hugsað sær at sleppa heilt undan at gjalda skatt, t.d. partafelagsskatt. Spurningurin var heldur, um tað er ráðiligt at leggja [...] neyðug er fyri at leggja leitivirksemið til rættis á ein fyri umhvørvið skilagóðan hátt. GEM-verkætlanin sigst vera eindømi í oljuvinnuni, tí hetta er fyrstu ferð eitt land hevur fingið oljufeløg at nýta
at eg bara bleiv parkeraður - at hetta ikki var ein ráðharrastova, sum hevði nakað upp á seg. Hesum eri eg púra ósamdur í. Hetta er eitt starv, har tú hevur við menniskju og framtíðina at gera, sigur hann [...] mugu skilja, at hetta er ein stór og spennandi avbjóðing, sum mær dámar sera væl. ? Umhvørvismálaráðið er eitt stórt klaver við nógvum tangentum sigur Svend Auken. Spurdur, um hann er ein beiskur politikari [...] hesum starvi, og eg kundi ikki hugsað mær at skula skift ráðharrastovu, sigur Svend Auken. ? Men vandin er so sjálvandi, at tú støðgar upp. onkur segði mær, tá eg var útnevndur sum umhvørvisráðharri, at
Hesu ferð var kavi og frost, so eg stúrdi fyri hálkuni í Elduvíkslíð. So var eisini, líðin var øll avísað, so gott var at hava skilafólk við sær. Alt hetta er nú søga, nú er bert at seta seg í ein bil og [...] Eg var við til at hjálpa mongum fuglfirðingi úr móðurlívi. Spenningurin kundi ofta vera stórur, um nú alt fór at gangast væl, og stór var frøin, tá alt var væl yvirstaðið. Tíðin, meðan bíðað var eftir [...] tá til stykkis kom var tað yvirkomuligt. Stíðan vóru mangir túrar um Skarðið, ógvuliga ymiskir túrar. Í góðum veðri var tað ein lekidómur fyri sálina at ganga her. Mobiltelefonin var ikki komin til Føroyar
elskaða son og beiggja. Hetta verður okkum tungt at koma ígjøgnum, men minnini eru góð. Tey bestu minnini eru tey, at hava átt teg góði Hilbert í hesi 36 árini. Tú hevur verið okkum ein góður sonur og beiggi [...] Arbeiði var títt, ja, bæði úti og inni, hevði ongantíð tíð at slappa av, allar árstíðir hevði tína interressu, so sum kappróður, havhestarnir, heystfjallið, harurnar. Men títt størsta var at hava ein góðan [...] tøkk øll somul. Góða Sigga, Jóhan og Rani Tankarnir eru hjá tykkum altíð, góðu tit trý, tit hava mist ein góðan mann, pápa og forsyrgjara. Men Gud styrkir okkum við hesum orðum: Lívið gevur stóra gleði og
støðast. Men annars var hetta ein góð kapping, har vit sóu nógv góð úrslit, eisini frá fólki, sum eru ókend innan frælsa ítróttin. Kúluvarp Fyrsta kappingin var kúluvarp. Hjá monnunum var tað ikki óvæntað [...] gin í frælsum ítrótti. Frælsur ítróttur er ein ítróttagrein, har tú skuldi trú at nógvir luttakarar høvdu hug at royna seg í teimum mongu greinunum, men eins og árini frammanundan vóru fáir luttakarar [...] at tað eru tey somu, ið skulu taka sær av tí praktiska hvørja ferð, og ofta eru tey ov fá eisini. Hetta merkti eisini kappingina á Svangaskarði, har eini 2-3 fólk stóðu fyri allari praktiskari fyrireiking