Nú sita vit bara spyrjandi. Hví - hví aftur at missa okkara einasta elskaða son og beiggja. Hetta verður okkum tungt at koma ígjøgnum, men minnini eru góð.
Tey bestu minnini eru tey, at hava átt teg góði Hilbert í hesi 36 árini.
Tú hevur verið okkum ein góður sonur og beiggi, altíð glaður og smílandi, eitt lætt sinni og hjálpsamur. Heimkærur sum fáur, tú gjørdi nógvar túrarnar at vitja, og altíð við lítla Rana sum tú elskaði høkt. Arbeiði var títt, ja, bæði úti og inni, hevði ongantíð tíð at slappa av, allar árstíðir hevði tína interressu, so sum kappróður, havhestarnir, heystfjallið, harurnar. Men títt størsta var at hava ein góðan tjans á skipi.
Góði sonur, tað bleiv so endin á tínum lívi, og fekst eina váta grøv. Havið gevur, men havið tekur. Í hesum føri tók tað nógv.
Góða Sigga og Hilbert, tað bleiv unt tykkum bara 5 mánaðir saman í hjúnabandi. Tómrúmið verður tungt ár eftir ár. Men myndirnar á vegginum hanga so livandi og penar og minna okkum á títt og tykkara milda smíl sum tit hava, góði Hilbert og Halla, sum ikki eru ímillum okkum meira, og sum vit nú hyggja eftir við táravátum eygum.
Vit hava mist nógv, men vit eiga nógv eftir, sum vit siga takk fyri. Gud styrki okkum øll, sum mistu okkara kæru við Sjóborgini. Ærað verður minnið um manningina.
Takk til Una Næs, prest, fyri minningarhaldið í kirkjuni yvir Hilbert her í Vestmanna.
Takk til Jónfinn og Fríðgerð, fyri tann góða døgurða til okkum øll aftaná.
Takk til Heina, fyri tey penu minningarorð tú gav Hilbert og Hallu.
Tøkk fyri samkenslu - øll sum komu inn - uppringing, brøv, øll sum góvu okkum so góðan stuðul í stóru sorg okkara, tøkk øll somul.
Góða Sigga, Jóhan og Rani
Tankarnir eru hjá tykkum altíð, góðu tit trý, tit hava mist ein góðan mann, pápa og forsyrgjara. Men Gud styrkir okkum við hesum orðum:
Lívið gevur stóra gleði
og kann geva stóra sorg
Gud hann gevur okkum megi
til at liva her á fold.
Hvíl í friði góði Hilbert.
Mamma, babba og systir