Viðmerking til Finn Helmsdal.: Fremsta skylda pressurnar at lýsa veruleikan

Í einum og hvørjum demokratiskum landi her á okkara leiðum hava fólk tikið seg saman í politiskar flokkar, tí tey júst vóru samd um í høvuðsheitum hvussu samfelagið átti at skipast, so at frægastu livilíkindini kunnu uppnáast hjá flest møguligum samfelagsborgarum , alt eftir hvørjar hugsjónirnar eru, ið bygt verður á. Tað veri seg stríðið millum vinstra- og høgravongin, og í føroyskum samfelagshøpi eisini toganin millum sjálvstýri og samband. - og her hevur so verið neyðugt at fáa politiska boðskapin út til flest møgulig, so at viðkomandi flokkar fingu undirtøkuna á valdegnum

Bara fyri fáum árum síðani høvdu flestu flokkarnir her á landi hvør sítt málgagn.Í dag hav vit so tvey stór bløð eftir, sum yvirlivdu blaðdeyðan, sum herjað hevur seinastu 10 - 15 árini , hóast stuðulin til politiska upplýsing á figgjarlógini síðani einaferð í 60-unum. Og seinri blivu hesi bløð partvíst yvirhálaði av elektronisku pressuni - men fyri at varðveita eitt neyðugt alment tjak, sum er grundarsteinurin undir demokratisku skipan okkara, har øll hava møguleikan at luttaka, so hava bløðini víst seg at hava slíkar fastatøkur í fólkinum, at illa er hugsandi, hvussu vit nakrantíð kunnu vera henda hornastein undir øllum fólkaræði fyriuttan. At bløðini eru fækkaði niður í tvey, setur sjálvandi størri krøv til hesi somu bløð, og hava Sosialurin og Dimmalætting roynt at vaksa úr politisku trongu skógvunum, og eg haldi, at tað er eydnast teimum, tó uttan at gerast tannleys og ósjónlig í samfelagstjakinum. Og vísir eisini undirtøkan hesi bæði bløðini hava millum manna, at stavnhaldið man vera á góðari leið,hóast eg má viðganga, at leiðararnir í Dimmu ikki hoyra til í ?tungvektaraklassanum?, tá um almennar umrøður ræður!


Tær tríggjar milliardirnar

Men tá Finnur Helmsdal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, fer í bløðini bæði, og fær heiðurspláss í Dimmu og Sosialinum (verri eru tey ikki enn so!), har hann fýlist harðliga at blaðviðgerðini, sum uppskot samgongurnar í fullveldismálinum hevur fingið, so er tað onki at undrast á, tí her eru vit nevniliga í ferð við at ota okkum inn á tann stóra spurningin, um ikki tann stórsta nakrantíð í Føroya politisku søgu, nevniliga um vit skulu loysa okkum úr aldargamla ríkisfelagsskapinum ella finna onkra aðra loysn, sum ber á sjálvstýrisleið , tó uttan at kvetta við hin partin av ríkinum - og sum eisini eini 60 - 70 % av føroyingum ynskja, sambært veljarakanningum.

Tá so samgongan fer longur í sínum fullveldiskrøvum, enn meirilutin av føroyingum heldur er rætt og rímiligt, so fer fjøld av fólki at gera vart við seg, og seta spurnartekin við, hvat nú er í ferð við at henda, og tað má endurspeglast í pressuni, tí ikki er mansbarn í Føroyum, sum ikki veit, at inntøkurnar á fíggjarlóg okkara eru um 3 milliardir, 1 milliard kemur inn í skatti,1 milliard inn í tolli og 1 milliard úr ríkiskassanum = 3 milliardir íalt. Og at siga fólk ringan fyri tað,at tey seta spurningar fram um, hvussu vit kunnu varðveita ein livifót í hesum landi á sama støði sum í dag, uttan at fáa seinasta milliardina , sum á sinni var oyramerkt til sjúkrahúsverkið, almannaverkið og skúlaverkið, inn á inntøkusíðuni á fíggjarlógini, ja tað er og verður ein forkláringstrupulleiki hjá tykkum fullveldispolitikkarum, sum tit hava skyldu til at greiða frá.


Serføroyskt fyribrigdi!

Í staðin hava tit á sjálvstýrisvonginum valt at svara aftur, at hetta er svørt sambandstala, og at tey sum vága sær at seta sovorðnar spurningar fram, tey kasta við runubløkum og eru við at draga tjakið niður á eitt ósømiliga lágt støði!

At argumentera á henda hátt má avgjørt vera eitt serføroyskt fyribrygdi - vit tala um grundleggjandi fortreytir fyri allar samfelagsbólkar, tað veri seg børnini, tey sjúku, pensionistarnar o. s. fr., og hóast tað skal ein ikki vága sær at seta spurnartekin við, hvussu hetta landið fer at síggja út fyri okkum og okkara eftirkomarar, tá triðingurin verður skorin burtur av tí, hetta samfelagið kostar at reka árliga. Samstundis, sum felt er niður í samgonguskjalið, at miða eigur at vera eftir, at skattaprosentið eigur ikki at fara upp um tey 35% - v.ø.o. ongin blokkur, niður við skattinum, so ei undir í at mong spyrja, hvør skal gjalda kostnaðin av at reka hetta land? Hetta mátti verið ein upplagdur møguleiki hjá okkara búskaparfrøðingum at blanda seg upp í tjakið, og greitt vanliga føroyinginum frá ,um nakað samsvar er millum hesi føgru orð, ella um hetta er ein beinleiðis roynd frá samgongupolitikkarum at blaka torvmold í eyguni á fólki?

Annars hoyra vit dag og dagliga um, hvussu hart tað leikar á at finna pening til heimarøktina, til fólkaskúlan, til Landssjúkrahúsið, til pensjónsveitingarnar, sum ikki eru hækkaðar síðani almannaøkið kom undir blokkin í 1992 ( hetta er kanska eitt forskot uppá sokallaðu ?føroysku loysnina? á pensjónsøkinum hjá Finni og comp.!) bara fyri at nevna okkurt hissini úr rúgvuni av økjum, sum hava ov lítið av játtaðum peningi eftir verandi fíggjarlóg, væl at merkja við donsku milliardini á! Og so rópar løgtingsformaðurin um meiri í løn til løgtingslimir - eg meini tað!! Nei, Finnur, føroyska fólkið er so væl upplýst í dag, at ikki ber til at leggja eitt roykslør av innantómum tjóðskaparreypi yvir hesar sera viðkomandi spurningarnar , og so hopa uppá, at tað onkursvegna nokk fer at bera til at búleikast í teimum komandi suverenu Føroyum! Jú, víst fer tað at bera til, men stóri spurningurin er undir hvørjum liviumstøðum - og her er tað skylda tykkara sum politikkarum at siga føroyinginum frá við turrum tølum, hvussu hetta samfelagið fer at síggja út.

Vit mega tíverri ásanna bæði aftaná røðu løgmans á ólavsøku og viðgerðina av henni, at vit blivu ikki so ógvuliga nógv klókari av hesi viðgerðini, partvís tí hon vísti sjónligar munir flokkana millum í samgonguni í uppfatanini av hvussu samgonguskjalið skal skiljast, t.d. hvussu definera vit orðini fullveldi, suverenitet, loysing v.m., og so at onki konkret varð upplýst um, hvussu bleiv við blokkinum uttan hetta eina, at vit skulu varðveita 1 milliard í donskum ríkisstudningi hetta valskeiðið út - og trúgv mær, hvør tann einasta króna verður brúkt av ?fullveldissamgonguni? - livst so spyrst?


Komandi samfelagsskorðarnar - eru tær nógmikið?

Finnur Helmsdal ger eina jánkasliga roynd at fortelja okkum frá hvussu væl alivinnan, Atlantic Airways, landbúnaðurin v.m. fara at verða komandi skorðarnar undir føroyska suverena statinum saman við orkuni og dynamikkinum í einum frælsum Føroyum, so vit kunnu kvetta á stokkinum við góðari samvitsku, og vinka farvæl til blokkin - samstundis sum loysingarfólkini ?bedýra?, at tey síggja fyri sær eitt samfelag har fólk ikki vera verri fyri enn í dag. Tað er torført at hóma nakran landsbúskaparligan stabilitet fyri einum framhaldandi vælferðarsamfelagi, hóast fyritreytirnar skuldu verið tær allarbestu, tí fiskiskapurin hevur verið ein hin besti í mong ár, fiskaprísirnir í topp og rentan hin lægsta, menn vita um at siga. Eg sigi, sum gløggasta høvdið segði í tinginum undir løgmansumrøðuni herfyri: innast inni trýr væl ongin uppá at hetta ber til.

Og í hesum loysingarsjónarmiðum sínum rennur Finnur næstan ?frontalt? saman við andstøðuflokkarnar á tingi, og harvið eisini við málgøgn teirra, og so má okkurt spyrjast burturúr - og tað er onki løgið í tí ,Finnur - heldur heilt natúrligt, at so er.


Politisk

propaganda - ella?

Fremsta skylda pressurnar er at lýsa veruleikan - orsøk og virkning - hitt at greiða frá politiskum yvirlýsingum, tað kemur undir hugtakið propaganda, og tá eru vit inni á einum heilt øðrum spori, einum vandaspori, sum ofta hevur kostað dýrt í søgurnar veruleika. Og júst í hesum døgum, tá ið vit í javnaðarflokkinum halda stevnu fyri at minnast 100 ára dagin fyri slóðbrótaran Petur Mohr Dam,sála, so er tað millum annað tí, at hann meiri enn nakar annar royndi at fáa vinnuligu og sosialu spurningarnar í breiðastu merking inn á føroyska politiska pallin, og var viðvirkandi til, í allarfremstu røð ,sum Sigurd Joensen,sáli, eisini nevndi tað frá tingsins røðarapalli deyðadag P.M. Dam´s í 1968, at skapa vanliga føroyinginum lívsumstøður, sum verdar vóru at liva.

Og hetta er júst høvuðssetningurin hjá Føroya Javnaðarflokki, nevniliga framhaldandi at vera viðvirkandi til at skapa landsmonnum okkara so fræg livilíkindi á hesum klettum, sum til ber - saktans undir broyttum stjórnmálafyritreytum, men ongantíð soleiðis at lívsfrælsi føroyinga kemur í vanda!


Tórshavn 14.aug. 1998

Johan Samuelsen