Minningarorð um Lenu Danielsen

f. 28. aug. 1926 - d. 15. apríl 1998

Eg vildi fegin skrivað nøkur orð um okkara kæru systur, Lenu, en tað er ikki so lætt, tí orð eru so fátæk, tá ið tað geldur Lenu og lív hennara. Eg minnist, tá ið hon var fødd, og havi tí kunnað fylgt við henni alla tíðina.

At koma inn til Lenu, ja, tað mátti upplivast. Tað var ein slíkur friður um hana; hon sat ikki og gramdi seg ella tosaði um seg sjálva, men var altíð áhugað at spyrja um hini og taka lut í teirra gleði og sorg.

Og tó eru tað fá, sum hava havt størri grund at gremja seg, enn Lena hevði. Hon fekk 3 børn og aðra dóttrina misti hon av sjúku, bert seks ára gamla - hon var bara sjúk einar tveir mánaðir. Og fyri fáum árum síðan misti hon bráddliga sín raska son, ið einans var 27 ára gamal. Men Lena og Edvin tóku alt av Harrans hond og bóru tað í tolni.

Lena hevði so góðar gávur til mangt, og t.d. hevði hon sera stóran áhuga fyri plantum. Spurdi tú hana um navnið á eini plantu, so visti hon ikki bert tað vanliga navnið, men eisini tað latínska. Hon dugdi eisini so væl at yrkja, og hon hevur yrkt mangt bæði til samans og álvara.

Pápi sigur í eini av sínum talum, sum eru útkomnar í bók, at tá ið hann savnaði tilfar til »Guds Fólk Songbók«, hana, sum kom út í 1952, segði hann ein dagin við Lenu: »Finn tú onkran góðan sálm, sum eg kann umseta«. »Á, eg veit ikki«, segði hon, »Is your life a shower of blessing? - hann er góður!« (á føroyskum byrjar hann: »Er títt lív ein signingarkelda?«)

Og hetta kann standa sum yvirskrift yvir alt lívið hjá Lenu, tað var ein sonn signingarkelda. Hon prædikaði ikki, men við síni umsorgan og sínum kærleika gjørdi hon lívið ljósari fyri okkum øll, sum stóðu henni nær. Um onkur segði okkurt niðursetandi um onkran, so tagdi Lena - hjá henni var ikki rúm fyri slatri, nei, hon var altíð við tí góða orðinum.

Mamma okkara bleiv jú so ógvuliga gomul og hjálparleys, so vit skiftust at vera um hana, og tað var hon sera takksom fyri, men eg haldi, at tað kendist serliga lívgandi fyri hana, tá ið Lena við síni mildu rødd og ljósa smíli kom at vera hjá henni.

Heldur ikki ta síðstu tíðina, nú Lena var sjúk og hevði nógva pínu, var nøkur gremja at hoyra; framvegis var umhugsanin fyri øðrum fyrst hjá henni. Í 1. Tim. 6,6 stendur: »Saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur«, og hetta kann av sonnum sigast um Lenu, hon óttaðist Harran og var altíð nøgd.

Góði Edvin, Lis og tit ommubørn hennara, sum hon var so ómetaliga góð við, tit hava mist so nógv, og eftir er eitt stórt tómrúm, sum eingin kann fylla. Vit fata ikki, hví hetta skuldi henda, men eg veit, at tit duga at taka alt av Harrans hond.

Lena var eitt lýsandi fyridømi fyri tykkum, sum stóðu henni næst, og fyri okkum øll.

Ærað verði minnið um okkara elskaðu Lenu.


Mia