dagar eru sum grasið, sum blóman á markini so blómar hann. 16.Tá vindurin yvir hann fer, er hann horvin, og heimstað hans hann ei kennir meir. 17.Men Harrans miskunn heldur á um aldur og ævir, og rættvísi [...] nú sang takkarsálm til Guðs. Hann ímyndar sær, hvussu Guð á Himli er móti teimum, sum hann elska - hvussu Guð er móti teimum, sum seta álit sítt á hann, og liva í hansara varðveitslu. Tí syngur Dávid: [...] Hetta lyfti, sum eisini er eitt profeti, gekk út, tá ið Gud læt son sín Jesus Kristus føðast inn í heimin ísraelsfólki og okkum til frelsu. Sálmurin minnir okkum á at vit bert hava eina avmálda tíð her
børnini á hvørjum ári. Vanligt er, at jólamaður frá skipinum plagdi fara niðan á barnaheimið við jólapakkum, men í ár var ørvísi. Seinasta leygardag vóru øll børnini á barnaheiminum boðin umborð á Beskytteren [...] nar fríggjadagin vóru boðin til móttøku umborð á Beskytteren. Tað var skiparin, Lars Skotte, ið á brúnni beyð okkum at vera vælkomin, áðrenn leiðin gekk niður í yvirmannamessuna, har borreitt var við alskyns [...] áfram at veita børnunum á barnaheiminum í Tórshavn stuðul á einhvønn hátt, verður sagt. Aðrir kjansir Hóast Beskyttern nú fer úr danska verjuflotanum, merkir hetta ikki, at manningin á skipinum verður arbeiðsleys
Annars komu næstan allir StÍF-spælararnir á málskjúttaralistan, og málini vóru rímiliga javnt býtt. Tað byrjaði annars væl hjá heimaliðnum, sum legði seg á odda 2-0 við málum í fyrsta og fjórða minutti [...] og StÍF kom næsta korterið upp á 10-3. Jens Martin Knudsen skeyt trý tey fyrstu málini, og tað er merkisvert, at fyrstu nítjan minuttirnar av dystinum megnaði eingin annar á liðnum hjá Tjaldrinum at skora [...] Tað tyktist eisini, sum um Tjaldursliðið fall í fátt, tí tað gekk so striltið við at fáa mál. Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meira skil á spælið hjá vertunum. Spælið var ikki so stressað, og strandingar
Fyri aðru ferð í ár eydnaðist tað Kyndli at vinna á VÍF, og alt bendir nú á, at Kyndil liggur á ovasta plássinum, tá farið verður undir endaspælið aftan á nýggjár. Teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti [...] hálvleik við eini leiðslu upp á 14-8. VÍF-Venjarin úti í ein mánað Í seinna hálvleiki fór at ganga betur hjá VÍF, og teir tóku seg spakuliga inn á Kyndil. Teir komu upp á 16-19 og 21-23 og gjørdu so eitt [...] sunnudagin, og meðan Kyndil kom væl frá byrjanini, gekk sera striltið hjá heimaliðnum at fáa spælið at ganga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá vestmenningum, og tað var um reppið, at
bólki 5. Tað gekk eisini væl hjá Boga Lenvig í 400 metur frí, har hann endaði á sjeynda plássi við tíðini 4:10,40, sum eisini er nýtt føroyskt met. Shaila millum Garðarnar setti nýtt føroyskt met á 50 metur [...] Tað var, tá Bogi Lenvig í 1500 frísvimjing endaði á triðja plássi við tíðini 16:27,9 og sostatt vann bronsu. Samstundis var hetta nýtt føroyskt met á hesum teininum. Harumframt vórðu trý onnur føroysk [...] føroysku svimjarunum góðar persónligar tíðir, og serliga Karin Gaardlykke stóð seg væl á 200 metur frí við tíðini 2:19,27 og á 400 metur frí, har tíðin hjá henni var 4:52,56.
hálvleiki, at meiri ferð kom á dystin. Kyndil fór at koyra nógv upp á skjótálop, og tær fingu eisini nógv mál á henda hátt, samstundis sum tær eisini blakaðu nógvar bóltar burtur á henda hátt. Bæði liðini fóru [...] byrjaðu dystin væl. Álopsspælið gekk væl, og fyrstu tíggju minuttirnar skoraðu tær grønklæddu seks ferðir, meðan VB bert skoraði tríggjar ferðir. Eina løtu seinni var Kyndil á odda 9-4, og tá sóu tey flestu [...] Móti endanum av fyrra hálvleiki komu VB-genturnar tó nakað fyri seg, og tískil vóru einans fýra mál á muni í hálvleikinum, 14-10. Verjurnar stóðu seg annars hampuliga væl í fyrra hálvleiki, men tað skuldi
var so stórt, at tað fekst ikki niður í lastina á Fuglafjarðarsluppini ?Fame?, men mátti standa á dekkinum. Um ikki annað kundu skipsmenninir halda andakt á dekkinum við orgultónum. Tað má hava verið onkur [...] fara langt í grind og eftir grind. Grind á tí høgliga Funningsfirði mundi vera so sjáldan. Gjáarmenn fírdu ikki fyri at fara í grind, sum var rikin á Fuglafjørð, á Gøtu, inn í Vág, til Hvannasunds ella út [...] gestir. Tað segðist, at hermenn vóru Uppi á Barmi og kannaðu møguleikan fyri at gera krígsflogvøll har. Rekin Gjógv er gott rekapláss á høgætt og serliga á landnyrðingi. At leita eftir reka er helst ein
minst líka hart at leika við á einum liði, sum liggur í niðara enda á stigatalvuni, tí tá skal ein berjast meir fyri at fáa stigini eisini ímóti hinum botnliðunum. Dysturin á Kambsdali leygardagin var tað [...] so var. Annað sett gekk heldur javnari á enn tað fyrsta. ÍF var enn liðið, sum hevði leikligu yvirvágina og teir dugdu at gera sær dælt av, at sørvingar vóru í villareiði. Leikararnir á b-liðnum hjá ÍF eru [...] verri. Tað gekk hinum leikarunum stak illa í hond líka frá byrjan. Fuglfirðingar vóru teir sum komu best í gongd, meðan sørvingarnir ikki rættuliga kundu finna út av hvar teir hoyrdu til á vøllinum. M
at fáa eyga á eitt lið, sum kann geva teimum nakra sum helst kapping. TBa, sum liggur á øðrum plássi, hevði einki at skula sagt tá liðini møttust á Tvøroyri fyri kortum og hvørki Dráttur á triðja plássi [...] at Mjølnir vann 15-9 og eftir hetta var stórt sæð bert eitt lið á vøllinum. Seinasta settið gekk skjótt. Mjølnir legði sera stórt trýst á Fleyr og tað var ongantíð nakar ivi um at Mjølnir fór at vinna dystin [...] besta liðið hjá kvinnum í ár. Tær hava eina góða breidd á liðnum, sum ger, at tær onkran dystin kunnu loyva sær at seta onkrar óroyndar spælarar inn á vøllin, bert fyri at fáa tær neyðugu royndirnar til komandi
so væl fatur á Mjølnir. Hjá klaksvíkingum var tað ikki sørt óheppið at tað gekk sum tað gekk. Teir leiktu ikki illa, men vóru óhepnir fleiri ferðir. Sum nevnt gekk javnt á, tó við Fleyr á odda. Mjølni [...] vera munin stuttligari at leika á leikbana enn á tvørbana, júst av nevndu orsøkum. Tað sá heldur ikki út til at nerva Fleyrleikararnar í byrjanini av dystinum. Tað gekk javnt á, tað var bara tað, at Fleyr [...] tað framhaldandi gekk illa at fáa fatur á servunum, so vóru móttøkurnar hjá Fleyr so mikið betri, at arbeiðsumstøðurnar hjá Tummas Óla gjørdust betri. Hetta sást eisini beinanvegin á spælinum og nú vóru