Tað var upp á hangandi hár

Flogbóltur, menn: Fleyr vann tann sera spennandi dystin móti Mjølnir í Klaksvík sunnudagin. Enn einaferð vístu klaksvíkingar, at teir avgjørt ikki skulu avskrivast í hesum kappingarárinum. Dysturin endaði 3-2

Tað var ikki eiti á spenningi í dystinum í Klaksvík sunnudagin. Einu løtuna sá út til at Fleyr fór at gera stutta prosess, men so kom av álvara stígur í teirra spæl, meðan Mjølnir leikararnir spældu, sum høvdu teir ikki gjørt annað alt lívið. Alt virkaði eftir ætlan. Harðar og neyvar servur, sum gjørdu móttøkuspælið hjá Fleyr til eina oyðimarkargongd og eitt sera effektivt verjuspæl.

Men tað var ikki nóg mikið, tí klaksvíkingar gloymdu at binda um posan og so slapp Fleyr aftur inn í dystin í fjórða setti. Tá ressaðust teir, at teir fingu so mikið skil á spælinum, at teir vunnu dystin. Men tað var uppá eitt hangandi hár. Tí móti endanum av fimta og seinasta settið vaknaðu klaksvíkingarnir enn einaferð úr dvala, men tá var ov seint.

Umstøðurnar hjá Fleyr vóru eitt sindur øðrvísi enn tær plaga at vera. Leikt var á langbana, og tað merkir at tað er ov mikið av plássi út til síðurnar, og at kenslan av rúmd í høllini verður heilt øðrvísi enn vanligt.

Ikki tí, tað munnu vera fáir flogbóltsleikarar, sum ikki halda tað vera munin stuttligari at leika á leikbana enn á tvørbana, júst av nevndu orsøkum.

Tað sá heldur ikki út til at nerva Fleyrleikararnar í byrjanini av dystinum. Tað gekk javnt á, tað var bara tað, at Fleyrleikararnir vóru tað meira uppsettir. Tískil vóru teir skjótari at »lukka av«, tá tað galt. Samstundis var gólvspælið hjá Fleyr rættuliga effektivt í hesum settinum. Teir fingu sera nógvar bóltar uppaftur, sum næstan vóru komnir á gólv. Hetta gevur áræði til at berjast víðari og tað var heldur einki at finnast at kampondini í hesum fyrsta settinum. Samstundis virkaði blokadan sera væl hjá Fleyr í fyrsta setti og tað var ein av høvuðsorsøkunum til at teir fingu so væl fatur á Mjølnir.

Hjá klaksvíkingum var tað ikki sørt óheppið at tað gekk sum tað gekk. Teir leiktu ikki illa, men vóru óhepnir fleiri ferðir.

Sum nevnt gekk javnt á, tó við Fleyr á odda. Mjølnirleikararnir kendu seg noyddar at satsa eitt sindur í álopsspælinum og tað hevði við sær, at fleiri bóltar vóru slignir beina leið út av vøllinum.

Fyrsta sett endaði við, at Fleyr vann 15-8, og tað sást á øllum brøgdum, at tað hóvaði ikki Mjølnir leikarunum.


Vaknið menn, vaknið

Tá annað sett byrjaði vóru als eingi tekin um at talan skuldi gerast um ein drúgvan dyst. Mjølnir leikararnir sóu út sum vóru teir falnir í fátt, og tað plaga teir ikki.

Fleyr byrjaði annað sett sum eitt ódnarveður og tað sá út til at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn havnarmenninir vóru á odda 2-0. Teir vóru frammanfyri bæði 6-0 og 8-2, men so snorksovnaðu teir allir sum ein.

Hvat tað var sum hendi er ikki gott at vita, men frá einari løtu til eina aðra vóru liðini sum hamskift, og eftir hetta vóru tað klaksvíkingarnir, sum settu dagsordanin. Servurnar, serliga tær hjá John Syderbø og Jóannes Poulsen, vóru tað reina gift fyri móttøkuspælararnar hjá Fleyr. Hevarin Tummas Óli Mortensen rann sum fluga í fløsku eftir teimum vilstu móttøkunum og hesa løtuna hevði hann úr at gera, hóast arbeiðsumstøðurnar vóru vánaligar.

Nógvar av móttøkunum hjá Fleyr endaðu aftur á Mjølnir síðuni og teir gjørdu skjótt av og smekkaðu bóltarnar í gólvið.

Hesa løtuna vóru tað serliga Trygvi Poulsen, John Syderbø og Jóannes Poulsen, sum kundu njóta gott av at Bogi Isaksen dugdi væl at skipa spælið.

Fleyr royndi at hanga í, men tað var vónleyst. Mjølnir streyk framum og settið endaði við 15-12 sigri til klaksvíkingar.

Hetta dámdi áskoðarunum, sum ikki vóru so fáir í Klaksvík henda dagin heldur.


Avsmurdir

Í triðja setti var tað so at siga bert tað eina liðið á vøllinum. Mjølnir setti ferð á frá byrjan og við sera væl skipaðum spæli løgdu teir havnarmonnum ein slíkan avsmurning til, sum teir ikki hava fingið leingi.

Venjarin hjá havnarmonnum Klæmint Isaksen royndi at halda monnum sínum til, men lítið hjálpti. Mótloysið sást týðuliga í andlitunum, men tað skuldi henda nakað um teir ætlaðu sær stigini við aftur til Havnar.

Einki hjálpti. Mjølnir spældi fyri sínum møguleika og tað gjørdu teir væl. Teir snøgt sagt smurdu Fleyr av í triðja setti, og nú stóð á gomlum nøglum. Mjølnir vann triðja sett 15-6 og var nú bert eittans sett frá einum sigri.

Tá fjórða sett fór í gongd gjørdi venjarin hjá Fleyr eina broyting á liðnum. Hann setti Steinar Eirikstoft inn í staðin fyri Jóhannes Ejdesgaard, sum hevur havt ein skaða at dragast við. Hetta skuldi vísa seg vera sera skilagott. 16 ára gamli Steinar fekk eina sera góða byrjan. Fekk fatur á fleiri bóltum í verjuni og tá hann kom til netið var hann uppsettur at vísa klaksvíkingum hvar skápið skuldi standa. Og eisini tí kom hann væl frá.

Vent var nú í holuni enn einaferð og hóast tað framhaldandi gekk illa at fáa fatur á servunum, so vóru móttøkurnar hjá Fleyr so mikið betri, at arbeiðsumstøðurnar hjá Tummas Óla gjørdust betri. Hetta sást eisini beinanvegin á spælinum og nú vóru tað Fleyr leikararnir sum vóru omaná.

Samstundis sum Fleyr kom inn aftur í dystin hevði dómarin fleiri óhepnar avgerðir, sum fingu øði í bæði liðini. Tað gekk tó mest út yvir spælið hjá Mjølnir og fjórða sett endaði við at Fleyr vann 15-9.


Kláraðu tað ? næstan

Tað sá ikki so gott út hjá Mjølni í byrjanini av fimta setti og tað var eisini her at grundin til endaliga Fleyrsigurin var løgd. Fleyr streyk avstað við fleiri góðum servum frá Tummas Óla og so sá út til at Mjølnirleikararnir vóru prísgivnir.

Men sum ikki einaferð, so raknaðu teir við aftur.

Teir byrjaðu at ota seg innaftur á Fleyr og spakuliga komu teir nærri og nærri. Fleyr var frammanfyri við fýra og fimm, men eftir eini løtu høvdu klaksvíkingarnir aftur minkað tað til tvey. Men tað var kortini ikki nóg mikið, tí fimta settið endaði kortini við, at Fleyr dróg tað longra stráið og vunnu settið 15-12 og harvið dystin 3-2.


Sera væl nøgdir

hóast sigurin

Tað sást á øllum brøgdum, at tað vóru nakrir sera hugtungir klaksvíkingar, sum sessaðust eftir loknan dyst. Teir høvdu Fleyr, har teimum dámar best at hava teir, nevniliga niðri í posanum, men teir gloymdu bara at binda um. Óheppið fyri klaksvíkingarnar, sum stórliga høvdu brúk fyri stigunum móti Fleyr.

Í hinum borðinum sótu Fleyrleikararnir við einum blandaðum smíli. Eingin ivi var um at teir vóru nøgdir við sigurin, men hann var ikki komin í land við góðum spæli eina. Ov nógvar persónligar villur, men hesaferð høvdu teir hepnið á sínari síðu.

So niðurstøðan er helst tann, at teir vóru nøgdir, hóast sigurin?